Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:15

[1] Og Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, ið komnir vóru frá Jerúsalem, koma saman til hansara.

[2] Og tá ið teir sóu, at nakrir av lærusveinum hansara fingu sær at eta við vanhalgaðum hondum, tað er, við ótváaðum hondum; –

[3] tí at Fariseararnir og allir Jødar fáa sær ikki at eta, uttan teir væl og virðiliga hava tváað sær um hendurnar, við tað at teir halda fast við gamlan fedranna sið;

[4] og tá ið teir koma heim av torgi, fáa teir sær ikki mat, uttan teir hava tváað sær áður; og mangt annað er, sum teir hava tikið sær fyri at halda fast við, reinsan av bikarum og konnum og koparketlum og beinkjum –

[5] tá spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu hann: «Hví fylgja lærusveinar tínir ikki gomlum fedranna siði, men fáa sær mat við vanhalgaðum hondum?»

[6] Men hann segði við teir: «Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tykkara falsarar, soleiðis sum skrivað stendur: «Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær.

[7] Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.»

[8] Tit skoyta ikki Guðs boðum, men halda fast við mannasiðir.»

[9] Og hann segði við teir: «Tað er prýðiligt av tykkum, at tit taka Guðs boð av, til tess at tit kunnu halda fast við sið tykkara.

[10] Tí at Móses hevur sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.»

[11] Men tit siga: «Um ein maður sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í frá mær, skal vera ein korban (tað er: ein tempulgáva)»,

[12] so loyva tit honum ikki longur at gera nakað fyri faðir sín ella móður sína,

[13] við tað at tit taka Guðs orð av við siðum tykkara, sum tit hava ásett. Og mangt annað tílíkt gera tit.»

[14] Og hann kallaði aftur til sín mannamúgvuna og segði við tey: «Hoyrið meg øll og fatið!

[15] Einki er uttan fyri menniskjuna, sum kann gera hana óreina, um tað fer inn í hana; men tað, sum fer út úr menniskjuni, tað er tað, sum ger hana óreina.

[16] [Um nakar hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!»]

[17] Og tá ið hann var komin inn við hús burtur frá mannamúgvuni, spurdu lærusveinar hansara hann um hetta líknilsið.

[18] Og hann sigur við teir: «Eru tit við so skilaleysir? Skilja tit ikki, at alt tað, sum uttarífrá fer inn í menniskjuna, ikki kann gera hana óreina;

[19] tí at tað fer ikki inn í hjarta hennara, men í magan, og fer út, har sum tað eigur at fara; og soleiðis verður øll føði rein.»

[20] Men hann segði: «Tað, ið fer út úr menniskjuni, tað ger menniskjuna óreina;

[21] tí at innanfrá úr mannahjartanum koma út illar hugsanir, siðloysi, tjóvskapur, manndráp,

[22] hordómur, ágirnd, illskapur, svik, ólíkligskapur, øvund, spottan, hugmóð, óspekt.

[23] Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjuna óreina.»

[24] Og hann stóð upp og fór burtur haðani til bygdarløgini við Týrus. Og hann fór inn í eini hús og vildi ikki, at nakar skuldi vita av; men hann kundi ikki vera duldur.

[25] Men við tað sama ein kona hoyrdi tíðindi um hann, – hon átti eina lítla dóttur, sum hevði ein óreinan anda – kom hon og fell honum til fóta.

[26] Men konan var griksk (tað er: heiðin, ættað úr Sýrofønikíu); og hon bað hann um at reka hin illa andan út úr dóttur síni.

[27] Og hann segði við hana: «Lat fyrst børnini eta seg mett; tí at tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.»

[28] Men hon svaraði og sigur við hann: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó undir borðinum av molunum hjá børnunum.»

[29] Og hann segði við hana: «Fyri hatta orðið kanst tú fara heim aftur. Hin illi andin er farin út úr dóttur tíni.»

[30] Og hon fór avstað, heim til hús hjá sær sjálvari, og fann barnið liggjandi í seingini, og hin illi andin var út farin.

[31] Og hann fór avstað aftur úr bygdarløgunum við Týrus og ferðaðist gjøgnum Sidon til vatnið í Galileu mitt gjøgnum bygdarløgini í Dekapolis.

[32] Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala, og tey biðja hann um at leggja hondina á hann.

[33] Og hann tók hann burtur frá einsæris úr mannfjøldini og stakk fingrarnar inn í oyru hansara og spýtti og nam við tungu hansara.

[34] Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: «Effata!» – tað er: Opna teg!

[35] Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið.

[36] Og hann álegði teimum ikki at siga nøkrum frá, men tess meira hann álegði teimum tað, tess meira boðaðu tey frá.

[37] Og tey vóru heilt ovfarin av bilsni og søgdu: «Alt hevur hann gjørt væl, eisini deyv letur hann hoyra og málleys tala.»

Evangeliið eftir Markus — Chapters