[1] Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir:
[2] «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta.
[3] Og lati eg tey fara fastandi avstað heim til sín, tá munnu tey fáa maktarloysi á veginum, og summi av teimum eru komin langan veg.»
[4] Og lærusveinar hansara svaraðu honum: «Hvaðani skal nakar her í oyðimørk kunna metta hesi við breyði?»
[5] Og hann spurdi teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey.»
[6] Og hann býður mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinum sínum tey, at teir skuldu bera tey um; og teir bóru tey um í mannamúgvuni.
[7] Og teir høvdu nakrar fáar smáfiskar, og hann vælsignaði teir og segði, at teir eisini skuldu verða bornir um.
[8] Og tey fingu sær at eta og vórðu mett; og teir hentaðu upp í sjey tægur av molum, ið vóru til avlops.
[9] Men tey vóru okkurt um fýra túsund. Og hann læt tey fara avstað.
[10] Og við tað sama fór hann aftur í bátin við lærusveinum sínum og kom til bygdarløgini við Dalmanuta.
[11] Og Fariseararnir komu út og tóku at trætast við hann og kravdu av honum eitt tekin av himni fyri at freista hann.
[12] Og hann stundi tungliga í anda sínum og sigur: «Hví krevur henda slektin eitt tekin? Sanniliga sigi eg tykkum: Ikki skal nakað tekin verða givið hesi slekt!»
[13] Og hann fór frá teimum, steig umborð aftur og fór yvir um hinumegin.
[14] Og teir høvdu gloymt at taka breyð við sær, og teir høvdu ikki meira enn eittans breyð við sær á bátinum.
[15] Og hann álegði teimum og segði: «Ansið eftir, varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!»
[16] Og teir hugsaðu við sær sjálvum: «Tað man vera, tí at vit einki breyð hava við.»
[17] Og tá ið hann varð varur við hetta, sigur hann við teir: «Hví hugsa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Skyna tit ikki enn, ella skilja tit ikki? Er hjartað í tykkum hert?
[18] Hava tit eygu og síggja ikki? Og hava tit oyru og hoyra ikki? Og kemur tykkum ikki í hug?
[19] Hina ferðina, tá ið eg breyt hini fimm breyðini sundur til tey fimm túsund, hvussu mangar tægur hentaðu tit tá fullar av molum?» Teir siga við hann: «Tólv.»
[20] «Og hina ferðina, tá ið eg breyt hini sjey breyðini sundur til tey fýra túsund, hvussu mangar fullar tægur hentaðu tit tá uppí av molum?» Og teir siga við hann: «Sjey.»
[21] Og hann segði við teir: «Fata tit ikki enn?»
[22] Og teir koma til Betsajdu. Og tey leiða ein blindan mann til hansara og biðja hann um at nema við hann.
[23] Og hann tók í hondina á hesum blinda manninum og leiddi hann út um bygdina; og hann spýtti í eyguni á honum og legði hendurnar á hann og spurdi hann, um hann sá nakað.
[24] Og hann hugdi upp og segði: «Eg síggi fólkini; tí at eg hómi tey ganga íkring, rætt sum trø.»
[25] So legði hann uppaftur hendurnar á eygu hansara, og tá fekk hann fulla sjón og varð heilt frískur aftur og kundi síggja alt skilliga.
[26] Og hann sendi hann heim til sín og segði: «Tú mást ikki fara inn í bygdina, [og heldur ikki mást tú siga nøkrum í bygdini frá.»]
[27] Og Jesus og lærusveinar hansara fóru út til smábygdirnar uttan um Kesarea Filippi; og á veginum spurdi hann lærusveinar sínar og segði við teir: «Hvønn siga menn meg vera?»
[28] Og teir svaraðu honum og søgdu: «Jóhannes doyparan; og summir: Elia, men summir: ein av profetunum!»
[29] Og hann spurdi teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Pætur svaraði og sigur við hann: «Tú ert Kristus.»
[30] Og hann legði teimum ríkan við, at teir ongum máttu siga hetta um hann.
[31] Og hann tók at læra teir, at menniskjusonurin átti at líða mangt og at verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og at verða sligin í hel og tríggjar dagar aftaná at rísa upp.
[32] Og hetta segði hann beint fram. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum.
[33] Men hann vendi sær við og hugdi upp á lærusveinar sínar og fanst at Pæturi og sigur: «Vík aftur um meg, Sátan! tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.»
[34] Og hann rópaði mannamúgvuna til sín saman við lærusveinum sínum og segði við tey: «Hvør tann, ið vil fylgja aftan á meg, hann skal avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín og fylgja mær.
[35] Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað, men tann, ið missir lív sítt fyri mínar og gleðiboðskaparins sakir, skal bjarga tí.
[36] Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni?
[37] Tí hvat man maður kunna geva sum viðurlag fyri sál sína?
[38] Tí at tann, ið skammast við meg og orð míni í hesi trúleysu og syndafullu slekt, av honum skal menniskjusonurin skammast, tá ið hann kemur í dýrd faðirs síns við heilagum einglum.» Og hann segði við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki vera komið við kraft.»