Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:58

[1] Og tá ið teir nærkast Jerúsalem og koma til Betfage og Betániu við Oljufjallið, sendir hann tveir av lærusveinum sínum undan og sigur við teir:

[2] «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum; og alt fyri eitt sum tit koma inn í hana, munnu tit finna eitt fyl standa bundið, sum eingin maður enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar.

[3] Og um onkur sigur við tykkum: «Hví gera tit hetta?» so sigið: «Harranum tørvar tað, og hann skal senda tað higar aftur við tað sama.» »

[4] Og teir fóru og funnu fylið bundið uttan fyri dyrnar úti í túninum, og teir loystu tað.

[5] Og nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu við teir: «Hvat gera tit? Loysa tit fylið?»

[6] Men teir søgdu við teir, soleiðis sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir so gera.

[7] Og teir koma við fylinum til Jesus, og teir leggja klæði síni á tað, og hann setti seg upp á tað.

[8] Og mong breiddu kappar sínar á vegin, men onnur leyv, sum tey høvdu slitið á markini.

[9] Og tey, ið gingu undan, og tey, ið fylgdu aftaná, rópaðu: «Hosianna! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!

[10] Vælsignað veri hitt komandi ríki faðirs várs Dávids! Hosianna í hægsta himli!»

[11] Og hann fór inn í Jerúsalem og inn í halgidómin; og tá ið hann hevði hugt at øllum, fór hann út til Betániu við teimum tólv, av tí at tað longu var seint á degi.

[12] Og morgunin eftir, tá ið teir vóru farnir út úr Betániu, kendi hann sær svongd.

[13] Og tá ið hann langt burtur sá eitt fikutræ, ið hevði bløð, fór hann hagar at vita, um hann mundi finna okkurt á tí; men tá ið hann kom at tí, fann hann einki uttan bløð; tí at ikki var fikutíð.

[14] Og hann tók til orða og segði við tað: «Onga tíð á ævini eti nakar frukt av tær meira!» Og lærusveinar hansara hoyrdu hetta.

[15] Og teir koma til Jerúsalem; og hann gekk inn í halgidómin og tók at reka út teir, sum seldu, og teir, sum keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll.

[16] Og ikki gav hann loyvi til, at nakar bar eitt ílát um halgidómin.

[17] Og hann lærdi og segði við teir: «Er ikki skrivað: «Hús mítt skal nevnast eitt bønhús fyri øll fólkasløg?» Men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.»

[18] Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, og teir hugsaðu um, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum; tí at teir ræddust hann, við tað at øll mannamúgvan stóð bilsin av læru hansara.

[19] Og tá ið komið var at kvøldi, fór hann haðani og út um staðin.

[20] Og tá ið teir um morgunin komu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað úr rótini.

[21] Og Pæturi kom hetta í hug, og hann sigur við hann: «Rabbi! hygg fikutræið, sum tú bannaði, er følnað.»

[22] Og Jesus svaraði og sigur við teir: «Havið trúgv á Guð!

[23] Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið,» og ikki ivast í hjarta sínum, men trýr, at so verður, sum hann sigur, tá skal tað verða honum fyri.

[24] Tí sigi eg tykkum: «Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri.

[25] Og tá ið tit standa og halda bøn, tá fyrigevið, um tit hava okkurt ímóti onkrum, at faðir tykkara, sum er í himlunum, eisini má fyrigeva tykkum misgerðir tykkara.» [

[26] Men um tit ikki fyrigeva, tá skal faðir tykkara, sum er í himlunum, heldur ikki fyrigeva misgerðir tykkara.»]

[27] Og teir koma aftur til Jerúsalem; og meðan hann gekk runt í halgidóminum, koma til hansara høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og teir elstu;

[28] og teir søgdu við hann: «Av hvørjum valdi gert tú hetta? Ella hvør hevur givið tær hetta valdið til at gera hetta?»

[29] Men Jesus segði við teir: «Eg vil seta tykkum ein spurning, og svarið tit mær, og tá skal eg siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta:

[30] Dópur Jóhannesar, var hann frá himni ella frá monnum? Svarið mær!»

[31] Og teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Um vit siga: «Frá himni,» so man hann siga: «Hví trúðu tit honum tá ikki?»

[32] Men siga vit: «Frá monnum;»» – tað tordu teir ikki fyri fólkinum, av tí at øll hildu Jóhannes av sonnum fyri ein profet.

[33] Og teir svaraðu Jesusi og siga: «Vit vita ikki.» Og Jesus sigur við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta.»

Evangeliið eftir Markus — Chapters