[1] Men um tveir dagar vórðu páskir og hátíð hinna ósúrgaðu breyða. Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir við svikum kundu fáa vald á honum og taka hann av døgum.
[2] Tí at teir søgdu: «Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreistur millum fólkið.»
[3] Og meðan hann var í Betániu, inni hjá Símuni hinum spitalska, og sat til borðs, kom har ein kvinna við eini alabastur-krukku av reinari, sera dýrabarari nardus-salvu; og hon breyt alabastur-krukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvur hansara.
[4] Men har vóru nakrir, ið ilskaðust og hildu hvør við annan: «Hvat skal henda salvan verða spilt burtur til?
[5] Tí at henda salvan kundi verið seld fyri meir enn trý hundrað denarar og givin fátækum.» Og teir deildu hana.
[6] Men Jesus segði: «Latið hana fáa frið! Hví gera tit henni ónáðir? Hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær.
[7] Tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum, og tit kunnu gera væl ímóti teimum, nær tit vilja; men meg hava tit ikki altíð.
[8] Hon gjørdi tað, sum hon kundi; hon hevur frammanundan salvað likam mítt til jarðarferðina.
[9] Og sanniliga sigi eg tykkum, hvar sum helst um allan heimin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.»
[10] Og Judas Iskarjot, ein av teimum tólv, fór til høvuðsprestarnar til tess at geva hann upp í hendur teirra.
[11] Men tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fegnir, og teir lovaðu at geva honum pening; og hann royndi nú at fáa føri til at svíkja hann.
[12] Og tann fyrsta dagin av hátíð hinna ósúrgaðu breyða, tá ið tey drópu páskalambið, siga lærusveinar hansara við hann: «Hvar vilt tú, at vit skulu fara og gera alt til reiðar, at tú kanst eta páskalambið?»
[13] Og hann sendir tveir av lærusveinum sínum avstað og sigur við teir: «Farið inn í staðin, og ein maður, ið ber eina krukku av vatni, skal møta tykkum; fylgið honum.
[14] Og har sum hann fer inn, har skulu tit siga við húsbóndan: «Meistarin sigur: Hvar er herbergi mítt, har sum eg kann eta páskalambið saman við lærusveinum mínum?»
[15] Og hann man tá vísa tykkum ein stóran sal, borðreiddan og ruddaðan, og har skulu tit gera tað til til okkara.»
[16] Og lærusveinarnir fóru avstað og komu inn í staðin og funnu alt, soleiðis sum hann hevði sagt teimum, og teir gjørdu páskalambið til.
[17] Og tá ið kvøldið var komið, kemur hann við teimum tólv.
[18] Og meðan teir sótu til borðs og fingu sær at eta, segði Jesus: «Sanniliga sigi eg tykkum: Ein tykkara man svíkja meg, ein, ið fær sær at eta við mær.»
[19] Teir tóku at harmast og søgdu við hann, ein fyri og annar eftir: «Man tað vera eg?»
[20] Men hann segði við teir: «Ein av teimum tólv, tann, ið drepur hondina í fatið við mær.
[21] Tí at menniskjusonurin fer fullvæl burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av; betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur!»
[22] Og meðan teir fingu sær at eta, tók hann breyð, vælsignaði og breyt tað og gav teimum tað og segði: «Fáið tykkum, hetta er likam mítt!»
[23] Og hann tók ein kalik, takkaði og gav teimum, og teir drukku allir úr honum.
[24] Og hann segði við teir: «Hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum.
[25] Sanniliga sigi eg tykkum, at eg skal onga tíð meira drekka av frukt víntræsins, inntil tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja í Guðs ríki.»
[26] Og tá ið teir høvdu sungið lovsangin, fóru teir út til Oljufjallið.
[27] Og Jesus sigur við teir: «Allir munnu tit fáa meinboga av mær, tí at skrivað stendur: Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.
[28] Men eftir tað, at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.»
[29] Men Pætur segði við hann: «Um so allir fáa meinboga, so skal eg ikki.»
[30] Og Jesus sigur við hann: «Sanniliga sigi eg tær: Í dag, í hesi nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær reisur, skalt tú hava avnoktað meg tríggjar ferðir.»
[31] Men hann tók enn treystligari til orða: «Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.» Sama søgdu allir hinir.
[32] Og teir koma í ein urtagarð, sum kallaðist Getsemane, og hann sigur við lærusveinar sínar: «Setist her, meðan eg haldi bøn.»
[33] Og hann tekur Pætur og Jákup og Jóhannes við sær; og ótti og angist kom á hann.
[34] Og hann sigur við teir: «Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið!»
[35] Og hann gekk eitt sindur longur fram og fell til jarðar og bað, at tann tímin mátti fara um hann, um tað var gjørligt.
[36] Og hann segði: «Abba, faðir! Alt er gjørligt hjá tær. Tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt.»
[37] Og hann kemur og hittir teir sovandi; og hann sigur við Pætur: «Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vaka ein tíma?
[38] Vakið og biðið, at tit mega ikki falla í freisting. Andin er fúsur, men holdið er veikt.»
[39] Og uppaftur fór hann burtur og helt bøn og segði somu orðini.
[40] Og hann kom aftur og hitti teir aftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni; og teir vistu ikki, hvat teir skuldu svara honum.
[41] Og hann kemur triðju ferð og sigur við teir: «Sova tit enn og hvíla tykkum? Tað er nóg mikið. Tímin er komin; sí, menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur.
[42] Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd!»
[43] Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, kemur Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og teimum elstu.
[44] Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: «Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann og farið tryggiliga avstað við honum.»
[45] Og tá ið hann kom, fer hann alt fyri eitt til hansara og sigur: «Rabbi!» og kysti hann.
[46] Men teir løgdu hendur á hann og tóku hann.
[47] Men ein av teimum, sum hjá stóðu, dró svørð sítt og sló eftir sveininum hjá høvuðsprestinum og høgdi oyrað av honum.
[48] Og Jesus tók til orða og segði við teir: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg.
[49] Dag og dagliga var eg hjá tykkum í halgidóminum og lærdi, og tit tóku meg ikki; tó hetta hendir, til tess at skriftirnar skulu ganga út.»
[50] Og teir fóru frá honum allir og rýmdu.
[51] Og ein ungur maður fylgdist við honum, og hann hevði sveipað eitt línklæði uttan um sín bera kropp. Og teir tóku hann.
[52] Men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin burtur.
[53] Og teir førdu Jesus til høvuðsprestin; og hjá honum koma allir høvuðsprestarnir og teir elstu og hinir skriftlærdu saman.
[54] Og Pætur fylgdi honum langt aftaná líka inn í borgargarðin hjá høvuðsprestinum, og hann sat har hjá sveinunum og vermdi seg við eldin.
[55] Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; men teir funnu einki.
[56] Tí at mangir søgdu rangan vitnisburð ímóti honum; men vitnisburðir teirra komu ikki á samt.
[57] Og nakrir stóðu upp og bóru rangan vitnisburð ímóti honum og søgdu:
[58] «Vit hoyrdu hann siga: Eg skal bróta niður hetta templið, sum er gjørt við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.»
[59] Men heldur ikki um hetta kom vitnisburður teirra á samt.
[60] Og høvuðspresturin reistist og steig fram mitt ímillum teirra og spurdi Jesus og segði: «Svarar tú als einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?»
[61] Men hann tagdi og svaraði einki. Høvuðspresturin spurdi hann uppaftur og sigur við hann: «Ert tú Kristus, sonur hins hálovaða?»
[62] Men Jesus segði: «Eg eri tað; og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.»
[63] Men høvuðspresturin skræddi klæði síni sundur og sigur: «Nýtist okkum nú vitni longur?
[64] Tit hava hoyrt gudsspottanina. Hvat halda tit?» Men teir dømdu hann allir at vera sekan til deyða.
[65] Og summir fóru at spýta á hann; og teir bundu fyri eyguni á honum og slógu hann við knýttum nevum í andlitið og søgdu við hann: «Profetera!» Og sveinarnir tóku ímóti honum við sløgum undir vangan.
[66] Og meðan Pætur var niðri í borgargarðinum, kemur ein av arbeiðiskonunum hjá høvuðsprestinum;
[67] og tá ið hon sær Pætur sita og verma seg, hyggur hon at honum og sigur: «Tú vart eisini við Nasareinginum, hesum Jesusi.»
[68] Men hann noktaði fyri tí og segði: «Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur.» Og hann fór út í forgarðin, og tá gól hanin.
[69] Og tá ið arbeiðiskonan sá hann, fór hon aftur at siga við teir, ið hjá vóru staddir: «Hesin er ein av teimum.»
[70] Men hann noktaði uppaftur. Og eina løtu seinni søgdu teir, ið har stóðu, aftur við Pætur: «Víst ert tú ein av teimum; tí at tú ert jú eisini Galileingur.»
[71] Men hann tók at banna og svørja: «Eg kenni ikki henda mannin, sum tit tala um.»
[72] Og í sama viðfangi gól hanin aðru ferð. Tá kom Pæturi í hug tað orðið, sum Jesus hevði sagt við hann: «Áðrenn hanin hevur galið tvær reisur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann skar í grát.