[1] Og hann fór aftur inn í eitt samkomuhús, og har var ein maður, sum hevði eina visna hond.
[2] Og teir góvu honum væl gætur, um hann mundi grøða hann um hvíludagin, til tess at teir kundu fáa okkurt at klaga hann fyri.
[3] Og hann sigur við mannin, ið hevði ta visnu hondina: «Kom fram higar í miðjuna!»
[4] Og hann sigur við teir: «Er tað loyviligt um hvíludagin at gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella týna?» Men teir tagdu.
[5] Og hann hugdi runt íkring at teimum í vreiði, harmfullur um hjartans harðleika teirra, og sigur við mannin: «Rætt hondina fram!» Og hann rætti hana fram, og hondin á honum varð frísk aftur.
[6] Men Fariseararnir fóru út, og við tað sama gingu teir saman í ráð við Heródesarmenn ímóti honum, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum.
[7] Og Jesus fór við lærusveinum sínum út at vatninum, og stór mannamúgva úr Galileu fylgdi eftir; og úr Júdeu
[8] og úr Jerúsalem og úr Idumeu og úr landinum hinumegin Jórdan og úr bygdaløgunum við Týrus og Sidon komu til hansara stórar mannamúgvur, tá ið tey hoyrdu, hvørji stórverk hann gjørdi.
[9] Og hann segði við lærusveinar sínar, at ein bátur skuldi vera til reiðar til hansara fyri mannamúgvunnar skuld, fyri at tey ikki skuldu troðka seg inn á hann;
[10] tí at hann grøddi mong, so at tey tustu saman um hann, øll tey, sum høvdu plágur, at tey kundu nema við hann.
[11] Og hinir óreinu andarnir fullu til jarðar fyri honum, tá ið teir bóru eyga við hann, og rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!»
[12] Og hann legði teimum ríkan við, at teir ikki skuldu gera hann kunnan.
[13] Og hann gongur niðan á fjallið og kallar til sín teir, sum hann sjálvur vildi; og teir fóru til hansara.
[14] Og hann skilaði tólv til, at teir skuldu vera hjá honum, og at hann kundi senda teir út at prædika
[15] og at hava vald til at reka út illar andar.
[16] Og hann tilskilaði hesar tólv: Símun, sum hann gav navnið Pætur;
[17] og Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður Jákups, – og hann gav teimum báðum navnið Boanerges, tað merkir: torusynir; –
[18] og Andrias og Filippus og Bartolomeus og Matteus og Tummas og Jákup, son Alfeusar, og Taddeus og Símun Kánanearan
[19] og Judas Iskarjot, tann sama, sum sveik hann.
[20] Og hann kemur heim, og aftur kemur ein mannfjøld saman, so at teir ikki kundu so mikið sum fáa matnáðir.
[21] Og tá ið hansara egnu húsfólk hoyrdu hetta, fóru tey út at taka hann, tí at tey søgdu: «Hann hevur mist vitið!»
[22] Og hinir skriftlærdu, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, søgdu: «Beelsebul er í honum!» og «Tað er við høvdinga hinna illu andanna hann rekur út illar andar.»
[23] Og hann kallaði teir til sín og segði til teirra í líknilsum: «Hvussu kann Sátan reka út Sátan?
[24] Og um eitt ríki er komið í ósemju við seg sjálvt, tá kann tað ríkið ikki standa við;
[25] og um eitt hús er komið í ósemju við seg sjálvt, tá man tað húsið ikki kunna standa við.
[26] Og um Sátan hevur sett seg upp ímóti sær sjálvum og er komin í ósemju við seg sjálvan, tá kann hann ikki standa við, men hann er fyri ongum.
[27] Men eingin kann fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan hann fyrst bindur hin sterka, og tá kann hann ræna hús hansara.
[28] Sanniliga sigi eg tykkum: Allar syndir skulu verða mannabørnunum fyrigivnar og allar spottanir, hvussu stórliga tey so munnu spotta;
[29] men tann, sum talar við spotti ímóti heilagum anda, fær onga fyrigeving um allar ævir; men hann skal vera sekur í æviligari synd.»
[30] Tí at teir søgdu: «Ein óreinur andi er í honum.»
[31] Og móðir hansara og brøður hansara koma, og tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til hansara, at tey vildu hitta hann.
[32] Og ein mannfjøld sat rundan um hann, og tey siga við hann: «Hygg, móðir tín og brøður tínir [og systrar tínar] eru uttanfyri og spyrja eftir tær!»
[33] Og hann svaraði teimum og segði: «Hvør er móðir mín og brøður mínir?»
[34] Og í tí hann hugdi rundan um seg at teimum, ið sótu runt íkring hann, sigur hann: «Sí, her er móðir mín og brøður mínir!
[35] Tí at hvør tann, ið ger Guðs vilja, hann er bróðir mín og systir og móðir.»