Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 6:44

[1] Og við tað sama um morgunin hildu høvuðsprestarnir ráðagerð saman við hinum elstu og hinum skriftlærdu, øllum ráðinum, og teir bundu Jesus og fóru burtur við honum og flýddu Pilatusi hann.

[2] Og Pilatus spurdi hann: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði og sigur við hann: «Tú sigur tað.»

[3] Og høvuðsprestarnir bóru upp mangar klagur um hann.

[4] Men Piltaus spurdi hann aftur: «Svarar tú als einki? Sí, hvussu mikið tað er, sum teir klaga teg fyri.»

[5] Men Jesus svaraði ikki aftur longur, so at Pilatus undraðist.

[6] Men um hátíðina var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan, tann, sum tey bóðu um.

[7] Og har var ein, av navni nevndur Barabbas, sum sat fastur saman við ófriðarmonnum, sum í uppreist høvdu gjørt seg sekar í manndrápi.

[8] Og mannamúgvan kom niðan og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum, soleiðis sum hann var vanur.

[9] Men Pilatus svaraði teimum og segði: «Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?»

[10] Tí at hann visti, at tað var av øvund, at høvuðsprestarnir høvdu flýtt honum hann.

[11] Men høvuðsprestarnir østu mannamúgvuna upp, til tess at hann heldur skuldi geva teimum Barabbas leysan.

[12] Men Pilatus tók aftur til orða og segði við tey: «Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?»

[13] Men tey rópaðu aftur ímóti: «Krossfest hann!»

[14] Men Pilatus segði við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu tað, tey vóru ment: «Krossfest hann!»

[15] Og av tí, at Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.

[16] Men hermenninir fóru burtur við honum inn í garðin, tað er inn í borgina, og kalla saman alla manningina.

[17] Og teir lata hann í eina skarlaksskikkju og flætta eina krúnu av tornum og seta niður á hann.

[18] Og teir tóku at heilsa honum: «Heilur og sælur, tú, Jødakongur!»

[19] Og teir slógu hann í høvdið við einum sevleggi og spýttu á hann og fullu á knæ og tilbóðu hann.

[20] Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann.

[21] Og teir noyða ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrene, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar, at bera kross hansara.

[22] Og teir fara við honum út á tann staðin, ið eitur Golgata, tað merkir: ennistaður.

[23] Og teir góvu honum vín at drekka við myrru í; men hann tók ikki við tí.

[24] Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut um tey, hvat hvør teirra skuldi taka.

[25] Men tað var um landsuðurstíð, tá ið teir krossfestu hann.

[26] Og yvirskriftin um sakarmál hansara stóð skrivað omanfyri: Kongur Jødanna.

[27] Og teir krossfesta tveir ránsmenn saman við honum, annan høgrumegin og annan vinstrumegin við hann. [

[28] Og skriftin gekk út, ið sigur: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.»]

[29] Og tey, ið gingu framvið, spottaðu hann, og tey ristu við høvdinum og søgdu: «Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum!

[30] Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!»

[31] Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: «Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga!

[32] Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!» Eisini teir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann fyri háð.

[33] Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns.

[34] Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: «Eloï, Eloï, lama sabaktani?» tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?»

[35] Og nakrir av teimum, ið hjá stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Sí, hann rópar eftir Elia.»

[36] Men ein leyp til og fylti ein svamp við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka og segði: «Bíðið! Latum okkum síggja, um Elia kemur at taka hann niður.»

[37] Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan.

[38] Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum.

[39] Men tá ið herhøvdingin, sum stóð har hjá, beint yvir av honum, sá, at hann gav upp andan á slíkan hátt, segði hann: «Sanniliga var hesin maður sonur Guðs!»

[40] Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme,

[41] tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem.

[42] Og tá ið nú var komið at kvøldi, – og atfangadagur var, tað er dagurin fyri hvíludagin –

[43] kom Jósef úr Arimateu, ein mætur ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði Guðs ríki; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi.

[44] Men Pilatus undraðist um, at hann longu skuldi vera andaður, og hann kallaði tí herhøvdingan til sín og spurdi hann, um hann longu var andaður.

[45] Og tá ið hann hevði fingið tað at vita av herhøvdinganum, læt hann Jósef fáa líkið.

[46] Og hann keypti fínt línklæði og tók hann niður og sveipaði hann í línklæðið og legði hann í eina grøv, sum var høgd inn í ein klett, og hann velti ein stein fyri gravarmunnan.

[47] Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar hann varð lagdur.

Evangeliið eftir Markus — Chapters