Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:41

[1] Eg leggi eitt gott orð inn fyri Føbe, systur okkara, sum er tænari hjá kirkjuliðinum í Kenkreu,

[2] at tit taka ímót henni í Harranum, sum tað sømir heilagum, og dugna henni í hvørjum føri, sum hon kann treingja til tykkara; tí at hon hevur verið ein stuðul hjá mongum og hjá mær sjálvum við.

[3] Heilsið Prisku og Akvilasi, starvsfeløgum mínum í Kristi Jesusi,

[4] sum hava sett sítt egna lív í váða fyri lív mítt, og ikki eg einsamallur takki teimum, men eisini øll kirkjulið heidninganna,

[5] og heilsið kirkjuliðinum í húsi teirra. Heilsið Epænetusi, mínum elskaða, sum er frumgróðurin úr Ásiu fyri Krist.

[6] Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum.

[7] Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum, sum eru navngitnir ápostlanna millum, og sum har aftrat hava verið í Kristi undan mær.

[8] Heilsið Ampliatusi, mínum elskaða í Harranum.

[9] Heilsið Urbanusi, starvsfelaga okkara í Kristi, og Stakkysi, mínum elskaða.

[10] Heilsið Appelesi, sum er fullroyndur í Kristi. Heilsið húsfólkunum hjá Aristobuli.

[11] Heilsið Herodioni, skyldmanni mínum. Heilsið teimum húsfólkunum hjá Narkissusi, sum eru í Harranum.

[12] Heilsið Trýfænu og Trýfosu, sum hava arbeitt í Harranum. Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur lagt nógv fyri seg í Harranum.

[13] Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni.

[14] Heilsið Asynkritusi, Flegoni, Hermesi, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum, sum hjá teimum eru.

[15] Heilsið Filologusi og Juliasi, Nerevsi og systur hansara, og Olympasi og øllum heilagum, sum hjá teimum eru.

[16] Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Øll kirkjulið Krists senda tykkum heilsan.

[17] Men eg áminni tykkum, brøður, at geva gætur eftir teimum, sum valda ósemjurnar og meinbogarnar beint ímót teirri læru, sum tit hava lært, og haldið tykkum burtur frá teimum.

[18] Tí at slíkir tæna ikki harra okkara, Kristi, men heldur sínum egna búki, og við fagurlátum og blíðmæltum orðum dára teir hjørtuni í góðvarnum.

[19] Tí at lýdni tykkara er vorðið almanna kunnugt; tí gleðist eg um tykkum; men eg vil, at tit skulu vera vísir viðvíkjandi hinum góða, men fákunnir viðvíkjandi hinum illa.

[20] Men Guð friðarins skal brádliga sundursora Sátan undir fótum tykkara. Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!

[21] Timoteus, starvsfelagi mín, og Lukius og Jason og Sosipater, frændur mínir, lata heilsa tykkum.

[22] Eg, Tertius, sum havi skrivað brævið, sendi tykkum heilsan í Harranum.

[23] Gajus, sum lænir mær og øllum kirkjuliðinum hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin í staðinum, letur heilsa tykkum, og bróðirin Kvartus.

[24] Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen.

[25] Men honum, sum er mentur at styrkja tykkum samsvarandi gleðiboðskapi mínum og boðanini um Jesus Krist eftir opinberingini av tí loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið tagdur um,

[26] men nú er opinberaður og við profetiskum skriftum, eftir fyriskipan hins æviga Guðs, kunngjørdur fyri øllum heidnum fólkum til at vekja trúarlýdni,

[27] hinum eina, alvísa Guði veri fyri Jesu Krists skuld dýrd um aldur og ævir allar! Amen.

Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja — Chapters