[1] Eg sigi tí: Hevur Guð tá rikið fólk sítt burtur frá sær? Á ongum sinni! Tí at eg eri eisini Ísraels maður, av Ábrahams avkomi, av Benjamins ætt.
[2] Guð hevur ikki rikið fólk sítt frá sær, sum hann frammanundan kendi. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur í greinini um Elia, hvussu hann stígur fram fyri Guð við klagu móti Ísrael:
[3] «Harri, profetar tínar hava teir dripið, og altar tíni hava teir rivið niður, og eg eri einsamallur eftir, og mær standa teir eftir lívinum.»
[4] Men hvat sigur Guðs aftursvar til hansara? «Eg leivdi mær sjálvum sjey túsund menn, sum ikki hava boygt knæ fyri Báal.»
[5] Soleiðis er tá eisini í núverandi tíð ein leivd vorðin eftir samsvarandi náði-útveljingini.
[6] Men er tað av náði, tá er tað ikki longur av gerningum, annars verður náðin ikki longur náði.
[7] Hvat tá? Tað, sum Ísrael tráar eftir, hava teir ikki náað; men hini útvaldu hava náað tað, men hinir vórðu forherðaðir;
[8] soleiðis sum skrivað stendur: «Guð gav teimum dovisleiks-anda, eygu til ikki at síggja, og oyru til ikki og hoyra, líka til dagin í dag.»
[9] Og Dávid sigur: «Verði borðhald teirra teimum ein snerra og eitt haft og ein meinbogi og eitt endurgjald!
[10] Blindist eygu teirra, so at teir ikki síggja, og boygg tú altíð bak teirra!»
[11] Eg sigi tí: «Snávaðu teir tá, til tess at teir skuldu falla? Á ongum sinni! Men við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at tað skuldi vekja teir til ágrýtnis.
[12] Men er fall teirra heiminum eitt ríkidømi, og er skaði teirra heidningunum eitt ríkidømi, hvør mikið meira tá, um teir koma allir sum ein.
[13] Men við tykkum, tit heidningar, sigi eg: So satt sum eg nú eri heidningaápostul, virði eg tænastu mína,
[14] um eg kundi vakt ættarmenn mínar til ágrýtnis og frelst onkrar av teimum.
[15] Tí at er burturrekstur teirra ein sáttargerð fyri heimin, hvat verður tá viðtøka teirra annað enn lív av deyðum?
[16] Men er frumgróðurin heilagur, tá er deiggið tað við, og er rótin heilag, tá eru greinirnar tað við.
[17] Men um nú summar av greinunum vórðu brotnar av, og tú, sum ert villoljuviður, varð gróðursettur millum teirra og varð luteigandi við teimum í rót og fiti oljutræsins,
[18] tá rósa tær ikki móti greinunum; men um tú rósar tær, so er tað tá ikki tú, sum bert rótina, men rótin, sum ber teg.
[19] Tú manst tá siga: «Greinirnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur.»
[20] Satt er tað. Fyri vantrúar skuld vórðu tær brotnar av, men fyri trúar skuld stendur tú. Ver ikki hástórur, men óttast!
[21] Tí at spardi Guð ikki hinar náttúrligu greinirnar, tá skal hann ikki heldur spara teg.
[22] Sí tá góðsku Guðs og strangleika: strangleika móti teimum, sum falnir eru, men Guðs góðsku móti tær, um tú verður verandi í góðskuni; annars verður tú eisini høgdur av.
[23] Men hinir skulu eisini verða gróðursettir, um teir ikki halda fram í vantrúnni; tí at Guð er mentur at gróðurseta teir aftur.
[24] Tí at um tú varð høgdur av tí oljutræi, sum av náttúruni er villviður, og ert móti náttúruni gróðursettur í eitt røktað oljutræ, hvør mikið meira skulu tá hesar greinirnar verða gróðursettar í sítt egna oljutræ, sum tær av náttúruni hoyra til!
[25] Tí at eg vil ikki, brøður, at tit einki skulu vita um hetta loyndarmál – til tess at tit ikki skulu halda tykkum sjálvar klókar – at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka til heidningarnir eru komnir inn allir sum ein.
[26] Og so skal alt Ísrael verða frelst, soleiðis sum skrivað stendur: «Frá Sion skal frelsarin koma, hann skal oyða burtur gudloysi frá Jákupi.
[27] Og hetta er sáttmáli mín við teir, tá ið eg taki burtur syndir teirra.»
[28] Viðvíkjandi gleðiboðskapinum eru teir fíggindar fyri tykkara skuld; men viðvíkjandi útveljingini eru teir elskaðir fyri fedranna skuld;
[29] tí at Guð iðrar seg ikki um náðigávur sínar og kallan sína.
[30] Tí at eins og tit áður vóru Guði ólýdnir, men nú hava fingið miskunn við ólýdni teirra,
[31] soleiðis eru teir nú eisini vorðnir ólýdnir, fyri at eisini teir skulu fáa miskunn við teirri miskunn, sum tykkum er veitt;
[32] tí at Guð hevur givið teir allar ólýdninum í vald, fyri at hann kundi miskunna teir allar.
[33] O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Guði! Hvør órannsakandi eru dómar hansara og ósporandi vegir hansara!
[34] Tí at hvør hevur kent hug Harrans? Ella hvør hevur verið ráðgevari hansara?
[35] Ella hvør hevur fyrst givið honum, so at tað skuldi verða honum afturgoldið?
[36] Tí at frá honum og við honum og til hansara eru allir lutir. Honum veri dýrd um ævir allar! Amen.