Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:50

[1] Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara.

[2] Ein hevur ta trúgv, at hann kann eta alt; men hin veiki etur bert urtaføði.

[3] Tann, sum etur, vanvirði ikki tann, sum ikki etur; og tann, sum ikki etur, dømi ikki tann, sum etur. Tí at Guð hevur tikið hann at sær.

[4] Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara? Hann stendur ella fellur fyri sínum egna harra; men hann skal verða standandi, tí at Guð er mentur at lata hann standa.

[5] Ein ger mun á døgum, annar metir allar dagar líkar; ein og hvør veri til fulnar sannførdur í sínum egna huga.

[6] Tann, sum gevur sær far um dagin, ger tað fyri Harranum; og tann, sum etur, ger tað fyri Harranum, tí at hann takkar Guði; og tann, sum ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Guði.

[7] Tí at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum.

[8] Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.

[9] Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi.

[10] Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól.

[11] Tí at skrivað stendur: «So satt sum eg livi, sigur Harrin, fyri mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal lova Guði.»

[12] So skal tá ein og hvør okkara gera Guði roknskap fyri sjálvan seg.

[13] Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, men dømið heldur soleiðis, at tit ikki leggja ástoytingarstein ella meinboga fyri bróður tykkara.

[14] Eg veit tað og eri fullvísur í tí í Harranum Jesusi, at einki er óreint í sjálvum sær; uttan bert fyri tí, sum heldur okkurt óreint; fyri honum er tað óreint.

[15] Tí at fær bróðir tín harm fyri mats tíns skuld, tá gongur tú ikki longur á kærleikans vegi. Før ikki við mati tínum tann til undirgangs, sum Kristus doyði fyri.

[16] Latið tí ikki hitt góða, sum tit eiga, verða til spott.

[17] Tí at Guðs ríki er ikki eting og drekking, men rættvísi og friður og gleði í heilagum anda.

[18] Tí at tann, sum í hesum tænir Kristi, hann er Guði væl toknaður og fullroyndur millum manna.

[19] Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging.

[20] Brót ikki niður Guðs verk fyri mats skuld! Alt er av sonnum reint; men tað er tó ilt fyri tí manni, sum etur sær til ástoytingar.

[21] Tað er beint hvørki at eta kjøt ella drekka vín ella gera nakað, sum bróðir tín stoytir seg á.

[22] Ta trúgv, sum tú hevur, hav hana hjá tær sjálvum fyri ásjón Guðs. Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, sum hann velur.

[23] Men tann, sum ivast, hann er dømdur, um hann etur, av tí at tað ikki er av trúgv; men alt, sum ikki er av trúgv, er synd.

Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja — Chapters