[1] Tí hevur tú onga avsakan, maður, hvør tú so ert, sum dømir. Tí at við tað at tú dømir annan, fordømir tú sjálvan teg; tí at tú, sum dømir, gert sjálvur tað sama.
[2] Men vit vita, at Guðs dómur, samsvarandi við sannleika, er yvir teimum, sum slíkt gera.
[3] Men hugsar tú tað, maður, sum dømir teir, sum slíkt gera, og gert sjálvur tað sama, at tú skalt sleppa undan Guðs dómi?
[4] Ella vanvirðir tú ríkidømið av góðsku hansara og tolmóði og langmóði, og veitst ikki, at Guðs góðska leiðir teg til umvendingar?
[5] Men við harðlyndi tínum og við iðrunarleysa hjarta tínum savnar tú tær sjálvum vreiði á vreiðinnar degi, tá ið Guðs rættvísi dómur verður opinberaður,
[6] hann sum skal gjalda einum og hvørjum eftir gerningum hansara,
[7] teimum, sum við bindindi í góðum verki søkja dýrd og heiður og ódeyðiligleika, ævigt lív;
[8] men teimum, sum lata seg leiða av eginvild og eru sannleikanum ólýðin, men órættvísini lýðin, vreiði og illvild.
[9] Trongd og angist kemur yvir eina og hvørja mannasál, sum ger tað, ið ilt er, bæði yvir Jøda fyrst og síðan Grikka.
[10] Men dýrd og heiður og friður verður einum og hvørjum fyri, sum ger tað, ið gott er, bæði Jøda fyrst og síðan Grikka.
[11] Tí at hjá Guði er ikki mannamunur.
[12] Tí at øll tey, sum hava syndað uttan lóg, skulu eisini verða týnd uttan lóg; og øll tey, sum hava syndað undir lóg, skulu verða dømd av lóg.
[13] Tí at ikki eru tey, sum hoyra lógina, rættvís fyri Guði; men tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd.
[14] Tí at tá ið heidningarnir, sum ikki hava lóg, av náttúruni gera tað, sum lógin býður, tá eru teir, tó at teir ikki hava lóg, sær sjálvum lóg;
[15] teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra, við tað at samvitska teirra ber sín vitnisburð og hugsanirnar sín ámillum ásaka ella eisini avsaka hvør aðra –
[16] á tí degi, tá ið Guð skal døma tað, ið dult er hjá menniskjunum, samsvarandi gleðiboðskapi mínum við Jesusi Kristi.
[17] Men um tú kallar teg Jøda og styðjar teg til lóg og rósar tær av Guði,
[18] og veitst vilja hansara og dugir at meta teir ymissu lutirnar, við tað at tú ert upplærdur av lógini,
[19] og lítur tær sjálvum til at vera vegleiðari hjá blindum, ljós hjá teimum, sum eru í myrkri,
[20] uppalari hjá fákunnum, lærari hjá óvitugum, við tað at tú hevur hitt rætta sniðið á kunnleikanum og sannleikanum í lógini, –
[21] tú, sum soleiðis lærir annan, lærir tú ikki teg sjálvan? Tú, sum prædikar, at tey skulu ikki stjala, stjelur tú?
[22] Tú, sum sigur, at tey skulu ikki dríva hor, drívur tú hor? Tú, sum hevur andstygd fyri skurðgudum, rænir tú skurðgudatempul?
[23] Tú, sum rósar tær av lóg, vanvirðir tú Guð við at gera lógbrot?
[24] Tí at, sum skrivað stendur: «Navn Guðs verður fyri tykkara skuld spottað heidninganna millum.»
[25] Tí at víst er umskering gagnlig, um tú heldur lógina; men um tú ert lógbrótari, tá er umskering tín vorðin yvirhúð.
[26] Um tí hin óumskorni heldur boðorðini í lógini, skal tá ikki yvirhúð hansara verða roknað sum umskering?
[27] Og man ikki tann, sum av náttúruni er óumskorin, men heldur lógina, døma teg, sum við bókstavi og umskering er lógbrótari?
[28] Tí at ikki tann er Jødi, sum er tað í útsjónd, og ikki heldur er tað umskering, sum er tað í útsjónd, í holdi.
[29] Men tann er Jødi, sum er tað í loyndum, og umskeringin er umskering hjartans í anda, ikki í bókstavi; og rós hansara er ikki av monnum, men av Guði.