[1] Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostuls, tilskilaður til at boða gleðiboðskap Guðs,
[2] sum hann frammanundan gav fyrijáttan um við profetum sínum í heilagum skriftum,
[3] um son hansara, sum eftir holdinum er føddur av Dávids ætt,
[4] men eftir anda heilagleikans er veldigliga prógvaður at vera sonur Guðs við uppreisn frá deyðum, Jesus Krist, váran harra,
[5] sum vit hava fingið náði við og ápostladømi til at vekja trúarlýdni millum øll heiðin fólk fyri navns hansara skuld,
[6] – og teirra millum eru eisini tit, Jesu Krists kallaðu, –
[7] til øll tey Guðs elskaðu, sum eru í Róm, tey kallaðu, heilagu: Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og harranum Jesusi Kristi!
[8] Fyrst takki eg Guði mínum fyri Jesu Krists skuld fyri tykkum øll, av tí at trúgv tykkara er tiltikin um allan heimin.
[9] Tí at Guð, sum eg tæni í anda mínum við gleðiboðskapinum um son hansara, er vitni mítt um, hvussu eg uttan íhald havi tykkum í huga,
[10] við tað at eg altíð í bønum mínum biði um, at mær endiliga einaferð mátti eydnast, um Guð vildi lata tað so vera, at koma til tykkara.
[11] Tí at mær leingist eftir at síggja tykkum, fyri at eg kundi givið tykkum einahvørja andliga náðigávu, til tess at tit mega styrkjast,
[12] men tað er, til tess at eg tykkara millum kundi uggast saman við tykkum við felags trúgv okkara, tykkara og míni.
[13] Og eg vil ikki, at tit, brøður, skulu vera óvitandi um, at eg mangar ferðir havi ætlað mær at koma til tykkara, – men havi verið hindraður líka higartil, – fyri at eg kundi fáa einhvønn ávøkst eisini hjá tykkum, líkasum hjá hinum heidningafólkunum.
[14] Bæði hjá Grikkum og barbárum, bæði hjá vísum og fákunnum standi eg í skuld.
[15] Soleiðis eri eg eisini fyri mín part fúsur til at boða gleðiboðskapin eisini fyri tykkum, sum eru í Róm.
[16] Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka.
[17] Tí at rættvísi Guðs verður í honum opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: «Men hin rættvísi skal liva av trúgv.»
[18] Tí at vreiði Guðs verður opinberað av himni yvir alt gudloysi og alla órættferð hjá teimum monnum, sum køva sannleikan við órættferð;
[19] av tí at tað, sum kann vitast um Guð, er eyðsýnt millum teirra, tí at Guð hevur birt teimum tað.
[20] Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum, – so at menn einki skulu hava at orsaka seg við,
[21] tá ið teir, tó at teir kendu Guð, kortini ikki dýrmettu hann sum Guð ella takkaðu honum, men gjørdust fáfongdir í hugsanum sínum, og teirra óskynsama hjarta varð hult í myrkri.
[22] Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir,
[23] og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guðs um við mynd, sum líktist deyðiligum manni, fuglum, ferføttum djórum og skriðkyktum.
[24] Tess vegna gav Guð teir upp í hjartans girndir teirra til óreinsku, so at teir sín ámillum skemdu likam síni,
[25] teir sum skiftu sannleika Guðs um við lygn, og ærdu og dýrkaðu skapningin í skaparans stað, hann sum er hálovaður um allar ævir. Amen.
[26] Tí gav Guð teir upp í skammloysis girndir; tí at bæði konufólk teirra skiftu hin náttúrliga umgang um við hin ímóti náttúruni,
[27] og á sama hátt løgdu eisini mannfólkini av hin náttúrliga umgang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at øðrum, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var.
[28] Og líkasum teir ikki hirdu um at hava kunnugleika um Guð, soleiðis gav Guð teir upp í eitt ringt huglyndi, so at teir gjørdu tað, sum ósømiligt er,
[29] uppfyltir av alskyns órættferð, vándsku, ágirnd, illskapi, fullir av øvund, manndrápi, klandri, sviki, illsinni,
[30] illmælismenn, baktalarar, gudshatarar, yvirgangskroppar, hástórir, orðavargar, svikvísir, foreldrum ólýdnir,
[31] óskynsamir, óálítandi, kærleiksleysir, miskunnarleysir,
[32] menn, sum vita um Guðs rættvísa dóm, at teir, sum slíkt gera, eru sekir til deyða, og tó ikki bert gera hetta, men eisini geva teimum viðhald, sum tað gera.