Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 6:05

[1] Men vit, sum eru sterkir, eiga at bera veikleikarnar hjá teimum máttlítlu og ikki at gera okkum sjálvum til vildar.

[2] Ein og hvør okkara geri næsta sínum til vildar í tí, sum gott er til uppbyggingar.

[3] Tí at Kristus gjørdi ikki heldur sær sjálvum til vildar, men sum skrivað stendur: «Háðorð teirra, sum háða teg, eru fallin á meg.»

[4] Tí at alt tað, sum áður er skrivað, er skrivað okkum til lærdóms, fyri at vit skulu hava vón okkara av tí tolmóði og teirri uggan, sum skriftirnar geva.

[5] Men Guð, sum veitir tolmóðið og ugganina, gevi tykkum, at tit mega sita væl um sátt hvør við annan, soleiðis sum Kristus Jesus vil tað,

[6] til tess at tit samhugaðir við einum munni mega prísa Guði og faðir várs harra Jesu Krists.

[7] Takið tí hvør annan at sær, líkasum eisini Kristus tók tykkum at sær til Guðs æru.

[8] Tí at eg sigi, at Kristus er vorðin tænari fyri umskorin fyri Guðs sannføris skuld, fyri at staðfesta tær fyrijáttanir, sum fedrunum vóru givnar,

[9] men at heidningarnir skulu prísa Guði fyri miskunnar hansara skuld, soleiðis sum skrivað stendur: «Tess vegna vil eg viðkennast teg fólkanna millum og lovsyngja navn títt.»

[10] Og aftur sigur skriftin: «Fegnist, tjóðir, saman við fólki hans!»

[11] Og uppaftur: «Harranum lovið, fólkasløg øll, og lovsyngið hann, tjóðir allar!»

[12] Og aftur sigur Jesaja: «Koma skal rótskot Ísais og tann, sum rísur upp til at ráða yvir heidningum; á hann skulu heidningar vóna.»

[13] Men vónarinnar Guð fylli tykkum við allari gleði og friði í trúnni, so at tit mega vera ríkir í vónini við kraft heilaga andans.

[14] Men eg við, brøður mínir, havi sjálvur ta fullvissu um tykkum, at tit eisini sjálvir eru fullir av góðsku, fyltir við alskyns kunnleika, førir fyri eisini at áminna hvør annan.

[15] Men tó havi eg summar staðir skrivað heldur dirvisliga til tykkara, við tað at eg aftur vildi áminna tykkum eftir teirri náði, sum mær er givin av Guði,

[16] at eg skal vera offurprestur Krists Jesu hjá heidningunum og røkja prestatænastu við gleðiboðskapinum, til tess at heidningarnir mega verða eitt hugnaligt offur, halgað av heilagum anda.

[17] Tí havi eg rós mítt í Kristi Jesusi, av tænastu míni fyri Guði.

[18] Tí at eg vil ikki vága mær at tala um nakað annað enn tað, sum Kristus hevur útint við mær til at føra heidningar til lýdni, í orði og verki,

[19] við kraft av teknum og undurum, við kraft av anda Guðs, so at eg til fulnaðar havi boðað gleðiboðskapin um Krist frá Jerúsalem og allar staðir umkring líka til Illýriu;

[20] men tó á tann hátt, at eg havi sett mær æru í at boða gleðiboðskapin, ikki har sum Kristus áður var nevndur, fyri at eg ikki skuldi byggja á grundvølli hjá øðrum,

[21] men soleiðis sum skrivað stendur: «Teir skulu síggja, sum einki hava fingið kunngjørt um hann, og teir, sum ikki hava hoyrt, skulu skilja.»

[22] Tí er tað, at tað ferð eftir ferð ikki hevur borið til hjá mær at koma til tykkara.

[23] Men nú, tá ið einki er eftir hjá mær at gera í hesum landslutum, og við tað at mær í mong ár hevur longst eftir at koma til tykkara,

[24] ætli eg, tá ið eg fari til Spániu, at koma til tykkara, tí at eg vóni, at eg fái at síggja tykkum á gjøgnumferðini, og at eg av tykkum verði fylgdur á leið hagar, tá ið eg fyrst í nakran mun havi notið hugnað hjá tykkum.

[25] Men nú fari eg til Jerúsalem í ørindum fyri hini heilagu.

[26] Tí at Makedónia og Akkea hava av góðvild síni gjørt eitt samanskot til tey fátæku millum hini heilagu, sum eru í Jerúsalem.

[27] Tey hava gjørt tað av góðvild síni, tey standa eisini í skuld til teirra; tí at hava heidningarnir fingið burtur av andligu ognum teirra, so er tað skylda teirra at tæna teimum í tímiligum førum.

[28] Men tá ið eg havi útrættað hetta og havi flýggjað teimum henda ávøkst upp í hendur, ætli eg at fara haðani og leggja ferðina um bygd tykkara til Spániu,

[29] og eg veit, at tá ið eg komi til tykkara, skal eg koma við fylling av signing Krists.

[30] Men eg áminni tykkum hjartaliga, brøður, fyri várs harra Jesu Krists skuld og fyri andans kærleika skuld til saman við mær at stríða í bønunum til Guðs fyri mær,

[31] at eg má verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Júdeu, og at ørindi míni til Jerúsalem mega verða væl umtókt av hinum heilagu,

[32] fyri at eg, um Guð vil tað so, kann koma til tykkara við gleði og lívgast upp í samveru við tykkum.

[33] Men Guð friðarins veri við tykkum øllum! Amen.

Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja — Chapters