[1] Eg tali sannleika í Kristi, eg ljúgvi ikki, samvitska mín vitnar tað við mær í heilagum anda,
[2] at eg havi stóra sorg og áhaldandi trega í hjarta mínum.
[3] Tí at eg kundi ynskt, at eg sjálvur var burturrikin frá Kristi til bata fyri brøður mínar, ættarmenn mínar eftir holdinum,
[4] men tað eru Ísraelsmenn, sum sonarætturin tilhoyrir og dýrdin og sáttmálarnir og lóggávan og gudstænastan og fyrijáttanirnar,
[5] sum fedrarnir hoyra til og sum Kristus er komin av eftir holdinum, hann sum er Guð yvir øllum lutum, hálovaður allar ævir. Amen.
[6] Men tað er ikki so, sum at Guðs orð hevur svitast; tí at ikki eru allir teir Ísraelsmenn, sum eru komnir av Ísrael,
[7] og heldur ikki eru øll børn, tó at tey eru Ábrahams avkom: men «Í Ísaki skal avkom verða kallað eftir tær.»
[8] Tað er: ikki holdsbørnini eru Guðs børn, men fyrijáttanar-børnini verða roknað fyri avkom.
[9] Tí at hetta er eitt fyrijáttanarorð: «Um hetta mundið komi eg aftur, og tá skal Sára hava ein son.»
[10] Og ikki bert tað; men soleiðis var tað við Rebekku eisini, sum var við barn við einum, Ísaki, faðir okkara.
[11] Tí at áðrenn teir vóru føddir, og áðrenn teir høvdu gjørt nakað gott ella ilt, tá varð, fyri at Guðs útveljingarráðagerð skuldi standa føst, ikki vegna gerninga, men hansara vegna, sum kallar,
[12] sagt við hana: «Hin eldri skal tæna hinum yngra;»
[13] soleiðis sum skrivað stendur: «Jákup elskaði eg, men Esav hataði eg.»
[14] Hvat skulu vit tá siga? Er nøkur órættvísi hjá Guði? Á ongum sinni!
[15] Tí at hann sigur við Móses: «Eg vil miskunna tí, sum eg miskunni, og eg vil eymka tann, sum eg eymki.»
[16] Tað stendur tí ikki til hansara, sum vil, ikki heldur til hansara, sum rennur, men til Guðs, sum veitir miskunn.
[17] Tí at skriftin sigur við Fárao: «Beint av hesi grund reisti eg teg upp, at eg kundi sýna mátt mín á tær, og at navn mítt kundi verða kunngjørt um alla jørðina.»
[18] So miskunnar hann tá tí, sum hann vil, men forherðir tann, sum hann vil.
[19] Tú manst nú vilja siga við meg: «Hvat hevur hann tá enn at klaga um? Tí at hvør kann standa vilja hansara ímót?»
[20] Ja, men hvør ert tá tú, menniskja, sum trætir ímót Guði? Man smíðið kunna siga við smiðin: «Hví gjørdi tú meg so?»
[21] Ella hevur ikki leirkerasmiðurin vald á leirinum, so at hann úr sama deigginum kann gera eitt kerið til sømdar og annað til ósømdar?
[22] Men um nú Guð, tó at hann vildi sýna vreiði sína og kunngera mátt sín, kortini við miklum langmóði hevur várkunnað vreiðinnar ker, sum vóru búgvin til undirgangs,
[23] og til tess at hann kundi kunngera dýrdarríkdóm sín á miskunnarinnar kerum, sum hann frammanundan hevði tilbúgvið til dýrdar?
[24] Og til slík hevur hann eisini kallað okkum, ikki bert av Jødum, men eisini av heidningum.
[25] Soleiðis sum hann eisini sigur hjá Hósea: «Tað, sum ikki er fólk mítt, vil eg kalla fólk mítt, og hana sum ikki er elskað, vil eg kalla elskaða;
[26] og tað skal gangast soleiðis, at á tí staði, har sum tað varð sagt við tey: «Tit eru ikki mítt fólk,» har skulu tey verða kallað børn hins livandi Guðs.»
[27] Men Jesaja rópar yvir Ísrael: «Um so talið á Ísraels børnum var sum havsins sandur, so skal bert leivdin verða frelst;
[28] tí at Harrin ger upp roknskap sín og endar hann í bræði og skal gera hann lidnan á jørðini.»
[29] Og, sum Jesaja áður hevur sagt: «Hevði ikki Harrin Zebaot leivt okkum avkom, tá vóru vit vorðnir eins og Sódoma og tá vóru vit vorðnir líkir Gómorru.»
[30] Hvat skulu vit tá siga? Heidningarnir, sum ikki søktu eftir rættvísi, hava fingið rættvísi, men ta rættvísi, sum er av trúgv;
[31] men Ísrael, sum søkti eftir lóg, sum kundi veita rættvísi, náddi ikki fram til slíka lóg.
[32] Hví var tað? Tí at teir ikki søktu hana av trúgv, men av gerningum. Teir gingu seg á snávingarsteinin,
[33] soleiðis sum skrivað er: «Sí, eg leggi í Sion ein snávingarstein og meinbogaklett, og tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.»