[1] Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir.
[2] Tí at eg gevi teimum tann vitnisburð, at teir eru vandnir um Guðs sakir, men ikki við skynsemi.
[3] Tí at við tað at teir ikki kendu rættvísi Guðs, og royndu at seta upp sína egnu rættvísi, so góvu teir seg ikki undir rættvísi Guðs.
[4] Tí at Kristus er endin á lógini til rættvísi fyri hvønn tann, sum trýr.
[5] Tí at Móses skrivar, at tann maður, sum ger ta rættvísi, sum er av lógini, skal liva við hana.
[6] Men tann rættvísi, sum er av trúgv, sigur soleiðis: «Sig ikki í hjarta tínum: «Hvør vil fara upp í himin?» – tað er, til at flyta Krist oman, –
[7] ella: «Hvør vil fara niður í undirdýpið?»» – tað er, til at flyta Krist upp frá deyðum.
[8] Men hvat sigur hon? «Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.» Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika.
[9] Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur;
[10] tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.
[11] Tí at skriftin sigur: «Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.»
[12] Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann.
[13] Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.
[14] Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar?
[15] Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: «Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!»
[16] Men ikki vóru øll gleðiboðskapinum lýðin; tí at Jesaja sigur: «Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum?»
[17] So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists.
[18] Men eg sigi: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: «Út um alla jørðina er rødd teirra farin, og til endar heimsins orð teirra.»
[19] Men eg sigi: Skildi tá Ísrael tað ikki? Fyrst sigur Móses: «Eg vil gera tykkum ágrýtnar móti einum fólki, sum ikki er fólk, móti einum skilaleysum fólki vil eg birta vreiði tykkara.»
[20] Men Jesaja troystar sær at siga: «Eg varð funnin av teimum, sum ikki leitaðu eftir mær, eg eri vorðin kunnur fyri teimum, sum ikki spurdu eftir mær.»
[21] Men við Ísrael sigur hann: «Allan dagin rætti eg út hendur mínar móti einum ólýdnum og tvørsintum fólki.»