[1] Paulus, við Guðs vilja kallaður at vera ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes,
[2] senda heilsan til Guðs kirkjulið, sum er í Korint, tey sum eru halgað í Kristi Jesusi, sum eru kallað, sum eru heilag, saman við øllum teimum, sum ákalla navn várs harra Jesu Krists á einum og hvørjum staði, bæði hjá teimum og hjá okkum.
[3] Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
[4] Eg takki altíð Guði mínum tykkara vegna, fyri ta Guðs náði, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi,
[5] at tit í honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og í øllum kunnleika,
[6] líkasum eisini vitnisburðurin um Krist er staðfestur tykkara millum,
[7] so at tykkum ikki skortar nakra náðigávu, meðan tit vænta opinbering várs harra Jesu Krists,
[8] hann sum eisini skal staðfesta tykkum til endans, so at tit mega vera ólastandi á degi várs harra Jesu Krists.
[9] Trúfastur er Guð, sum tit vórðu kallað við til samfelags við son hansara Jesus Krist, harra okkara.
[10] Men eg áminni tykkum, brøður, fyri navns várs harra Jesu Krists skuld, at tit allir mega vera á einum máli, og at ikki má vera tvídráttur tykkara millum, men at tit mega vera fullkomiliga sameindir í sama huga og í somu hugsan.
[11] Tí at mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at tað er klandur tykkara millum.
[12] Eg meini við hetta, at ein og hvør tykkara sigur: «Eg eri í parti Paulusar», «eg eri í parti Ápollosar», «eg eri í parti Kefasar», «eg eri í parti Krists».
[13] Er tá Kristus býttur sundur? Var tað Paulus, sum varð krossfestur fyri tykkum? Ella var tað til navns Paulusar, tit vórðu doyptir?
[14] Eg takki Guði fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus,
[15] fyri at eingin skal kunna siga, at tað var til mítt navn, tit vórðu doyptir.
[16] Men, tað er rætt, eg doypti eisini húsfólk Stefanasar. Annars veit eg meg ikki hava doypt nakran annan.
[17] Tí at Kristus sendi meg ikki út at doypa, men at boða gleðiboðskapin, ikki í orðavísdómi, til tess at krossur Krists ikki skuldi verða gjørdur til eitt bert eiti.
[18] Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.
[19] Tí at skrivað stendur: «Eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.»
[20] Hvar er vísmaður? Hvar skriftlærdur? Hvar orðakappi í hesum heimi? Hevur Guð ikki gjørt til dárskapar vísdóm heimsins?
[21] Tí at við tað at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi Guð í vísdómi Guðs, líkaði tað Guði við boðanardárskapi at frelsa tey, sum trúgva;
[22] við tað at bæði Jødar krevja tekin og Grikkar søkja vísdóm,
[23] men vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum dárskap,
[24] men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jødum og Grikkum, Krist, Guðs kraft og Guðs vísdóm.
[25] Tí at dárskapurin hjá Guði er vísari enn menniskjan, og veikleikin hjá Guði er sterkari enn menniskjan.
[26] Tí at, brøður, lítið at kallan tykkara, at tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir máttugir, ikki mangir hábornir;
[27] men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi Guð sær út fyri at gera hinar vísu til skammar; og tað, sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út fyri at gera hinar sterku til skammar;
[28] og tað, sum heimurin heldur ringt, og tað, sum vanvirt er, valdi Guð sær út, og tað, sum einki er, fyri at gera tað til einkis, sum er,
[29] til tess at ikki skal nakað hold rósa sær fyri Guði.
[30] Men honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi, sum er vorðin okkum vísdómur frá Guði og rættvísi og halgan og endurloysing,
[31] fyri at, soleiðis sum skrivað stendur: «Tann, sum rósar sær, rósi sær í Harranum.»