Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:56

[1] Og fimti eingilin básúnaði, og eg sá stjørnu, sum fallin var av himni oman á jørðina, og henni varð fingin lykilin til avgrundarbrunnin.

[2] Og hon læt upp avgrundarbrunnin, og roykur kom upp úr brunninum, eins og roykur úr stórum ovni, og sólin myrknaði og luftin av roykinum úr brunninum.

[3] Og út úr roykinum komu grashoppur á jørðina, og teimum varð givið vald eins og skorpiónirnar á jørðini hava vald.

[4] Og sagt varð við tær, at tær ikki skuldu skaða grasið á jørðini, ikki heldur nakran grønan gróður, ikki heldur nakað træ, uttan eina tey menniskju, sum ikki hava innsigli Guðs á ennum sínum.

[5] Og teimum varð boðið, at tær ikki skuldu drepa tey, men at tey skuldu verða pínd í fimm mánaðir; og pínan av teimum var sum pínan av skorpión, tá ið hon stingur fólk.

[6] Og á teimum døgum skulu menniskjuni søkja deyðan og ikki finna hann, og tey skulu ynskja sær at doyggja, og deyðin skal flýggja frá teimum.

[7] Og til útsjóndar vóru grashoppurnar líkar hestum, búnum til bardaga, og á høvdum teirra vóru eins og krúnur, líkar gulli, og andlit teirra vóru eins og mannaandlit.

[8] Og tær høvdu hár eins og hár á kvinnum, og tenn teirra vóru eins og leyvutenn.

[9] Og tær høvdu brynjur eins og jarnbrynjur, og veingjadunið frá teimum var eins og dun av vognum, tá ið mangir hestar fara rennandi til bardaga.

[10] Og tær hava halar líkasum skorpiónir, og broddar. Og í hølum teirra er vald teirra til at skaða menniskjuni í fimm mánaðir.

[11] Kong hava tær yvir sær, avgrundareingilin; navn hansara er á hebráiskum Abbadon, og á grikskum hevur hann navnið Ápollýon.

[12] Hitt fyrsta veiið er yvirstaðið; sí, tað koma enn tvey vei eftir hetta!

[13] Og sætti eingilin básúnaði, og eg hoyrdi eina rødd frá teimum fýra hornunum á gullaltarinum, sum er framman fyri Guði;

[14] og hon segði við hin sætta eingilin, sum hevði básúnuna: «Loys hinar fýra einglarnar, sum bundnir eru við ánna miklu, Evfrat.

[15] Og hinir fýra einglarnir vórðu loystir, sum vóru til reiðar til tann tíman og dagin og mánaðin og árið at drepa triðingin av menniskjuni.

[16] Og talið á herliðunum av reiðmonnum var tvær reisur tíggju túsund ferðir tíggju túsund; eg hoyrdi tal teirra.

[17] Og soleiðis sá eg í sjónini hestarnar og teir, sum á teimum sótu, og teir høvdu eldreyðar og svartbláar og svávulsgular brynjur, og høvdini á hestunum vóru eins og høvd á leyvum, og úr munnum teirra gekk út eldur og roykur og svávul.

[18] Í hesum trimum plágum varð triðingurin av menniskjuni dripin, av eldinum og roykinum og svávulinum, sum gekk út úr munnum teirra.

[19] Tí at vald hestanna er í munni teirra og í hølum teirra; tí at halar teirra eru líkir høggormum og hava høvd, og við teimum gera teir skaða.

[20] Og hini menniskjuni, sum ikki vórðu dripin í hesum plágum, vendu ikki um frá handaverkum sínum, so at tey hildu uppat at tilbiðja hinar illu andarnar og skurðgudarnar av gulli og av silvuri og av kopari og av steini og av træi, sum hvørki kunnu síggja ella hoyra ella ganga.

[21] Og tey vendu ikki um frá manndrápum sínum ella frá gandakunstum sínum, ella frá hordómi sínum, ella frá tjóvskapi sínum.

Jóhannesar opinbering — Chapters