Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:17

[1] Eftir hetta sá eg fýra einglar, sum stóðu á hinum fýra hornunum á jørðini; teir hildu hinum fýra vindunum á jørðini, fyri at eingin vindur skuldi blása yvir jørðina, heldur ikki yvir havið, heldur ikki yvir nakað træ.

[2] Og eg sá annan eingil stíga upp frá sólarrenningini, og hann helt á innsigli hins livandi Guðs, og hann rópaði við harðari reyst til hinar fýra einglarnar, sum givið var at granda jørðini og havinum,

[3] og segði: «Grandið ikki jørðini, heldur ikki havinum, heldur ikki trøunum, áðrenn vit hava innsiglað tænarar Guðs várs á ennum teirra!»

[4] Og eg hoyrdi talið á hinum innsiglaðu, hundrað og fýrati og fýra túsund vórðu innsiglaðir av øllum ættargreinum Ísraelssona:

[5] Av Júda ættargrein vórðu tólv túsund innsiglaðir; av Rubens ættargrein tólv túsund; av Gáds ættargrein tólv túsund;

[6] av Assers ættargrein tólv túsund; av Naftalis ættargrein tólv túsund; av Manasse ættargrein tólv túsund;

[7] av Símeons ættargrein tólv túsund; av Levi ættargrein tólv túsund; av Issakars ættargrein tólv túsund;

[8] av Sebulons ættargrein tólv túsund; av Jósefs ættargrein tólv túsund, av Benjamins ættargrein tólv túsund innsiglaðir.

[9] Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum;

[10] og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: «Frelsan hoyrir Guði várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.»

[11] Og allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Guð

[12] og søgdu: «Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Guði várum um aldur og allar ævir! Amen.»

[13] Og ein av hinum elstu tók til orða og segði við meg: «Hesir, sum skrýddir eru í teimum longu hvítu klæðunum, hvørjir eru teir, og hvaðan eru teir komnir?»

[14] Og eg segði við hann: «Harri mín, tú veitst tað.» Og hann segði við meg: «Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins.

[15] Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guðs og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann, sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir.

[16] Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur nakar hiti;

[17] tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Guð skal turka hvørt tár av eygum teirra.»

Jóhannesar opinbering — Chapters