[1] Og eg sá, og sí: Lambið stóð á Sionfjalli, og við tí hundrað og fýrati og fýra túsund, sum høvdu navn tess og navn faðirs tess skrivað á ennum sínum.
[2] Og eg hoyrdi rødd av himni, sum suð av mongum vøtnum og sum dun av harðari toru, og røddin, sum eg hoyrdi, var sum harpuljómur, tá ið harpuleikarar sláa harpur sínar.
[3] Og teir sungu nýggjan song framman fyri hásætinum og framman fyri hinum fýra verunum og hinum elstu; og eingin kundi læra songin uttan hinir hundrað og fýrati og fýra túsund, teir, sum út eru loystir frá jørðini.
[4] Hetta eru teir, sum ikki hava dálkað seg við kvinnum, tí at teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, sum fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru loystir út frá monnum til ein frumgróður hjá Guði og lambinum.
[5] Og í munni teirra var eingin lygn at finna; tí at teir eru lýtaleysir.
[6] Og eg sá annan eingil fljúgva uppi undir miðhimninum; hann hevði ævigan gleðiboðskap at boða teimum, sum á jørðini búgva, og øllum fólkasløgum og ættargreinum og tungumálum og tjóðum;
[7] og hann segði við harðari reyst: «Óttist Guð og gevið honum æru, tí at komin er tími dóms hansara, og tilbiðið tann, sum gjørdi himmalin og jørðina og havið og vatnskeldurnar.
[8] Og uppaftur annar eingil kom aftaná og segði: «Fallin er, fallin er Bábylon hin mikla, sum skonkt hevur øllum fólkasløgum av vreiði-víni hordóms síns.»
[9] Og uppaftur triði eingil kom aftan á teir og segði við harðari reyst: «Um einhvør tilbiður djórið og mynd tess og fær merki á enni sítt ella hond sína;
[10] tá skal hann eisini drekka av vreiði-víni Guðs, sum skonkt er óblandað í vreiði-bikar hansara, og hann skal verða píndur í eldi og svávuli fyri eygunum á heilagum einglum og fyri eygunum á lambinum.
[11] Og roykurin av pínslu teirra stígur upp um aldur og allar ævir, og ikki hava teir hvíld dag og nátt, teir sum tilbiðja djórið og mynd tess, og ein og hvør tann, sum tekur merki navns tess.»
[12] Her ræður um tolmóðina hjá hinum heilagu, teimum sum varðveita Guðs boð og trúnna á Jesus.
[13] Og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: «Skriva: Sælir eru hinir deyðu, sum í Harranum doyggja hereftir! Ja, sigur andin, teir skulu fáa hvíld frá møði síni, tí at gerningar teirra fylgja teimum.»
[14] Og eg sá, og sí: Hvítt skýggj, og á skýinum sat ein, líkur menniskjusyni, og hann hevði gullkrúnu á høvdinum, og í hondini hvassan akurknív.
[15] Og annar eingil kom út úr templinum; hann rópaði við harðari rødd til hansara, sum á skýinum sat: «Ber út akurknív tín og sker; tí at tímin til at skera er komin, tí at akur jarðarinnar er staðin.»
[16] Og tann, sum á skýinum sat, brá akurknívi sínum út um jørðina, og jørðin varð skorin.
[17] Og annar eingil kom út úr templinum á himni, og eisini hann hevði hvassan akurknív.
[18] Og annar eingil kom út frá altarinum, og hann hevði vald yvir eldinum, og hann rópaði við harðari rødd til hansara, sum hevði hin hvassa akurknívin, og segði: «Ber út hvassa akurknív tín, og sker vínberini av víntræi jarðarinnar, tí at vínberini á tí eru staðin!»
[19] Og eingilin brá akurknívi sínum út um jørðina, og skar fruktina av víntræi jarðarinnar og kastaði hana í Guðs stóru vreiði-vínpersu.
[20] Og vínpersan varð troðin uttan fyri staðin, og blóð kom út av vínpersuni, so at tað tók upp undir boygslini á hestunum, so langt sum eitt túsund og seks hundrað stádiur.