Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 6:47

[1] «Einglinum hjá kirkjuliðinum í Efesus skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond síni, tann sum gongur millum hinar sjey gullljósastakarnar:

[2] Eg veit um gerningar tínar og arbeiði títt og tolmóð tína, og at tú ikki kanst torga vándar menn; og tú hevur roynt teir, sum siga seg sjálvar vera ápostlar, og eru tað ikki, og tú hevur komist eftir, at teir eru lygnarar;

[3] og tú hevur tolmóð, og tú hevur havt nógv at bera fyri navns míns skuld, og ert ikki vorðin troyttur.

[4] Men tað havi eg móti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika.

[5] Minst tí til, hvaðan tú ert fallin, og vend um, og ger hinar fyrru gerningarnar; annars komi eg á teg og skal flyta ljósastaka tín burtur úr staði sínum, um tú ikki vendir um.

[6] Tó tað skalt tú fáa, at tú hatar gerningar Nikolaitanna, sum eisini eg hati.

[7] Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tí, sum sigrar, honum skal eg geva at eta av lívsins træi, sum er í Guðs páradísi.

[8] Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Smýrnu skalt tú skriva: Hetta sigur hin fyrsti og hin síðsti, tann sum var deyður og livnaði upp aftur:

[9] Eg veit um trongd tína og fátækt tína, – tó at tú er ríkur, – og spottanina frá teimum, sum siga seg sjálvar vera Jødar, og eru tað ikki, men samkomuhús Sátans.

[10] Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt koma at líða! Sí, djevulin skal kasta nakrar av tykkum í fongsil, fyri at teir skulu verða freistaðir, og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver tú trúgvur líka til deyða, og eg skal geva tær lívsins krúnu!

[11] Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tann, sum sigrar, hann skal als ikki verða sakaður av hinum øðrum deyðanum.

[12] Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Pergamos skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum hevur hitt tvíeggjaða, hvassa svørðið:

[13] Eg veit, hvar tú býrt, har sum hásæti Sátans er. Og tú heldur fast við navn mítt, og tú avnoktaði ikki trúgv mína, enntá ikki á teimum døgum, tá ið Antipas var mítt trúgva vitni, hann sum var tikin av lívi hjá tykkum, har sum Sátan býr.

[14] Men eg havi eitt sindur móti tær, at tú hevur hjá tær slíkar, sum halda fast við læru Bileams, hann sum lærdi Bálak at kasta meinboga fyri Ísraelsmenn, so at teir ótu skurðgudaoffur og drivu hor.

[15] Soleiðis hevur tú eisini slíkar, sum á líkan hátt halda fast við læru Nikolaitanna.

[16] Vend um! Annars komi eg brádliga á teg, og skal berjast við teir við svørði muns míns.

[17] Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tí, sum sigrar, honum skal eg geva av hinum fjalda «manna», og eg skal geva honum hvítan stein, og á steinin nýtt navn, skrivað sum eingin kennir uttan tann, sum fær tað.

[18] Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Týatíru skalt tú skriva: Hetta sigur sonur Guðs, sum hevur eygu sum eldsloga, og føtur hansara líkjast skínandi málmi:

[19] Eg veit um gerningar tínar og um kærleika tín og trúgv og tænastu og tolmóð tína, og hinar seinnu gerningar tínar, sum eru fleiri enn hinir fyrru.

[20] Men eg havi móti tær, at tú tolir Jesabel, konuna, sum sigur seg sjálva vera profetakvinnu, og lærir og villleiðir tænarar mínar til at dríva hor og eta skurðgudaoffur.

[21] Og eg havi givið henni frest, at hon kundi venda um, og hon vil ikki venda um frá hordómi sínum.

[22] Sí, eg kasti hana á sjúkralegu, og teir, sum horast við henni, í stóra trongd, um teir ikki venda við frá gerningum sínum.

[23] Og børnum hennara skal eg forkoma við deyða, og øll kirkjuliðini skulu vita, at eg eri tann, sum rannsakar nýru og hjørtu, og eg skal gjalda tykkum, einum og hvørjum, eftir gerningum tykkara.

[24] Men tykkum sigi eg, hinum sum eru í Týatíru, øllum teimum, sum ikki hava hesa læruna, av tí at tey ikki kenna dýpdir Sátans, – sum tey siga, –: Eg leggi ikki aðra byrði á tykkum,

[25] uttan tað at tit halda fast við tað, sum tit hava, til eg komi.

[26] Og tann, sum sigrar og varðar um gerningar mínar líka til enda, – honum skal eg geva vald yvir fólkasløgunum.

[27] Og hann skal stýra teimum við jarnstavi, – eins og leirker verða sundurbrotin –, líkasum eg eisini havi fingið tað frá faðir mínum;

[28] og eg skal geva honum morgunstjørnuna.

[29] Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum!»

Jóhannesar opinbering — Chapters