Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:50

[1] Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til.

[2] Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum.

[3] Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: «Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum.

[4] Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.»

[5] Og tann, sum í hásætinum sat, segði: «Sí, eg geri allur lutir nýggjar!» Og hann sigur: «Skriva! Tí at hesi orð eru trúgv og sonn.»

[6] Og hann segði við meg: «Tað er hent. Eg eri Alfa og Omega, upphavið og endin. Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnsins fyri einki.

[7] Tann, sum sigrar, skal arva hetta, og eg skal vera Guð hansara, og hann skal vera sonur mín.

[8] Men hinir ræddu og ótrúgvu og andstyggiligu og manndráparar og horkallar og gandakallar og skurðgudadýrkarar og allir lygnarar, lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli, tað er hin annar deyðin.»

[9] Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, sum vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom til mín og talaði við meg og segði: «Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina, vív lambsins!»

[10] Og hann flutti meg í anda niðan á stórt og høgt fjall, og hann vísti mær staðin heilaga, Jerúsalem, sum steig niður av himni frá Guði,

[11] og hevði dýrd Guðs; ljómi hansara var líkur dýrasta steini, sum krystalskærur jaspissteinur.

[12] Hann hevði stóran og høgan múr, og hevði tólv portur, og við portrini tólv einglar, og nøvn skrivað á, sum eru nøvnini á hinum tólv ættargreinum Ísraelssona:

[13] móti eystri trý portur, og móti norðri trý portur, og móti suðri trý portur, og móti vestri trý portur.

[14] Og múrurin um staðin hevði tólv grundarsteinar, og á teimum tólv nøvn teirra tólv ápostla lambsins.

[15] Og tann, sum talaði við meg, hevði eitt mát, ein gullstav, til at mála staðin við og portur hansara og múr hansara.

[16] Og staðurin liggur í fýrhyrningi, og longdin á honum er javnstór við breiddina. Og hann máldi staðin við stavinum, tólv túsund stádiur; longd og breidd og hædd hansara eru javnar.

[17] Og hann máldi múrin um hann, hundrað og fýrati og fýra alin, eftir mannamáti, sum er einglamát.

[18] Og tilfarið í múrinum um hann var jaspis, og staðurin var reint gull, sum líknaði skærum glari.

[19] Grundarsteinarnir í staðarmúrinum vóru prýddir við alskyns gimsteinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd,

[20] fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryll, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametýst.

[21] Og hini tólv portrini vóru tólv perlur, og hvørt portrið fyri seg var úr einari perlu; og gøtan í staðinum var reint gull, sum skyggið glar.

[22] Og tempul sá eg ikki í honum; tí at Harrin Guð hin alvaldi, er tempul hansara, og lambið.

[23] Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara.

[24] Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara.

[25] Og portur hansara skulu onga tíð verða latin aftur um dagin, tí at nátt skal ikki verða har.

[26] Og menn skulu bera dýrd og æru fólkaslaganna til hansara.

[27] Og als einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins.

Jóhannesar opinbering — Chapters