Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:38

[1] Og eg hoyrdi harða rødd frá templinum siga við hinar sjey einglarnar: «Farið og hellið Guðs vreiði sjey skálir út yvir jørðina!»

[2] Og hin fyrsti fór og helti skál sína á jørðina; og tað komu frekir og ringir sullir á teir menn, sum høvdu merki djórsins og tilbóðu mynd tess.

[3] Og hin annar helti skál sína í havið, og tað varð blóð, sum blóð av deyðum manni, og ein og hvør livandi sál doyði, sum í havinum var.

[4] Og hin triði helti skál sína í áirnar og vatnskeldurnar, og tað varð blóð.

[5] Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: «Rættvísur ert tú, tú sum ert, og tú sum vart, tú hin heilagi, tí at tú hevur dømt soleiðis:

[6] tí at blóð av heilagum og profetum hava teir helt út, og tú hevur givið teimum blóð at drekka; teir eru tess verdir.»

[7] Og eg hoyrdi altarið siga: «Ja, Harrin Guð, tú alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar tínir.»

[8] Og hin fjórði helti skál sína á sólina, og honum varð givið vald til at brenna menniskjuni í eldi.

[9] Og menniskjuni vórðu brend í stórum hita, og tey spottaðu navn Guðs, sum hevur valdið yvir hesum plágum; og tey vendu ikki um, so at tey góvu honum æru.

[10] Og hin fimti helti skál sína á hásæti djórsins; og tess kongaríki myrknaði, og tey bitu seg í tungurnar av pínslu,

[11] og tey spottaðu Guð himmalsins fyri pínslur sínar og fyri sullir sínar, og tey vendu ikki um frá gerningum sínum.

[12] Og hin sætti helti skál sína í ánna miklu, Evfrat; og vatnið í henni tornaði upp, fyri at vegur skuldi verða greiddur fyri kongunum, sum koma frá sólarrenningini.

[13] Og eg sá koma út úr munni drekans og út úr munni djórsins og út úr munni svikaprofetsins tríggjar óreinar andar, eins og paddur;

[14] tí at teir eru djevlaandar, sum gera tekin, og teir fara út til kongarnar í øllum mannaheiminum til at savna teir saman til bardagan á hinum mikla degi Guðs hins alvalda.

[15] Sí, eg komi eins og tjóvur; sælur er tann, sum vakir og varðveitir klæði síni, so at hann ikki skal ganga nakin, og tey skulu síggja skomm hansara! –

[16] Og teir savnaðu teir saman á tann staðin, sum á hebráiskum kallast Harmageddon.

[17] Og hin sjeyndi helti skál sína í luftina, og hørð rødd kom út úr templinum, frá hásætinum og segði: «Tað er gjørt!»

[18] Og tað komu snarljós og røddir og torusláttir, og tað kom mikil landskjálvti, slíkur sum ikki hevur verið, frá tí maður varð til á jørðini, tílíkur landskjálvti, so mikil.

[19] Og staðurin mikli fór í tríggjar lutir, og staðirnir hjá fólkasløgunum fullu. Og minst varð til Bábylon hina miklu hjá Guði at geva henni bikarið við grimdarvreiði-víni sínum.

[20] Og hvør ein oyggj hvarv, og fjøll vóru ikki longur til.

[21] Og stórur heglingur, sum sentnaratungur, fell niður av himni á menniskjuna, og menniskjan spottaði Guð fyri heglingspláguna, tí at ógvuliga stór var plágan av honum.

Jóhannesar opinbering — Chapters