Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:24

[1] Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, kom og talaði við meg og segði: «Kom higar, og eg skal sýna tær dómin yvir hina stóru skøkjuna, sum situr yvir mongum vøtnum,

[2] sum kongar jarðarinnar hava horast við, og teir, sum á jørðini búgva, vórðu druknir av hordómsvíni hennara.»

[3] Og hann førdi meg í anda út í oyðimørk, og eg sá kvinnu sita á skarlaksreyðum djóri, alsettum við spottanar-nøvnum, tað hevði sjey høvd og tíggju horn.

[4] Og kvinnan var klædd í purpuri og skarlaki og var skrýdd við gulli og gimsteinum og perlum; hon hevði í hondini gullbikar, fult av andstygdum og óreinskum hordóms hennara.

[5] Og á enni hennara var skrivað navn, ein loyndardómur: «Bábylon hin mikla, móðir at skøkjum og andstygdum á jørðini.»

[6] Og eg sá kvinnuna drukna av blóði teirra heilagu og av blóði Jesu vitna, og eg undraðist stórliga, tá ið eg sá hana.

[7] Og eingilin segði við meg: «Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndardómin við kvinnuni og við djórinum, sum hana ber og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini:

[8] Djórið, sum tú sást, var og er ikki, og tað skal stíga upp úr avgrundini og fara burtur til glatanar; og teir, sum á jørðini búgva, sum ikki hava nøvn síni skrivað í lívsins bók, frá tí at heimurin varð grundaður, skulu undrast, tá ið teir síggja djórið, at tað var, og er ikki, og skal koma.

[9] Her ræður um skynsemi, sum hevur vísdóm. Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á;

[10] og tey eru sjey kongar. Fimm eru falnir, ein er nú uppi, hin er enn ikki komin; og tá ið hann kemur, eigur hann at halda stutt við.

[11] Og djórið, sum var og er ikki, er bæði sjálvt hin áttandi og er av teimum sjey og fer burtur til glatanar.

[12] Og hini tíggju hornini, sum tú sást, eru tíggju kongar, sum enn ikki hava tikið við kongadømi; men teir fáa vald sum kongar ein tíma saman við djórinum.

[13] Hesir hava allir eitt í huga, og mátt sín og vald sítt geva teir djórinum.

[14] Hesir skulu stríða móti lambinum, og lambið skal vinna á teimum, – tí at tað er drottur drotta og kongur konga – og teir, sum eru við tí, hinir kallaðu og útvaldu og trúgvu.»

[15] Og hann sigur við meg: «Vøtnini, sum tú sást, har sum skøkjan situr, eru tjóðir og flokkar og fólkasløg og tungumál.

[16] Og hini tíggju hornini, sum tú sást, og djórið, hesi skulu hata skøkjuna og gera hana oydna og nakna og eta kjøt hennara, og tey skulu brenna hana í eldi.

[17] Tí at Guð hevur givið teimum í hjarta at fullføra ráð sítt og fullføra hitt eina og sama ráðið og geva djórinum ríki teirra, inntil orð Guðs eru framd.

[18] Og kvinnan, sum tú sást, er hin mikli staðurin, sum hevur kongavald yvir kongum jarðarinnar.»

Jóhannesar opinbering — Chapters