[1] Opinbering Jesu Krists, sum Guð gav honum, til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt fer at henda. Og hann sendi boð við eingli sínum og sýndi tað í teknum fyri Jóhannesi, tænara sínum,
[2] sum hevur vitnað um Guðs orð og um vitnisburð Jesu Krists, alt tað sum hann sá.
[3] Sælur er tann, sum lesur, og teir, sum hoyra orð profetadómsins og varðveita tað, sum skrivað er í honum, tí at tíðin er í nánd.
[4] Jóhannes til hini sjey kirkjuliðini, sum eru í Ásiu: Náði veri við tykkum og friður frá honum, sum er, og sum var og sum kemur, og frá hinum sjey andunum, sum eru framman fyri hásæti hansara,
[5] og frá Jesusi Kristi, honum, sum er hitt trúgva vitnið, honum, sum er hin frumgitni av teimum deyðu, og honum, sum er høvdingi yvir kongum jarðarinnar; honum, sum elskaði okkum og loysti okkum frá syndum okkara við blóði sínum,
[6] og gjørdi okkum til kongaríki og til prestar hjá Guði og faðir sínum. Honum veri dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir! Amen.
[7] Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og eisini teir, sum stungu hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen.
[8] Eg eri Alfa og Omega, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi.
[9] Eg, Jóhannes, bróðir tykkara og felagi í trongdini og kongaríkinum og tolmóðini í Jesusi, var á oynni, sum eitur Patmos, fyri Guðs orðs og Jesu vitnisburðar sakir.
[10] Eg varð burtur ryktur í andanum Harrans dag, og eg hoyrdi aftan fyri meg hart mál, sum var tað frá einum lúðri,
[11] sum segði: «Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað hinum sjey kirkjuliðunum, til Efesus, og til Smýrnu, og til Pergamos, og til Týatíru, og til Sardes, og til Filadelfiu og til Laodikeu.
[12] Og eg vendi mær við til at síggja, hvat tað var fyri mál, sum talaði við meg; og tá ið eg vendi mær við, sá eg sjey gullljósastakar,
[13] og millum ljósastakanna einhvønn, líkan einum menniskjusyni, klæddan í fótsíðum kyrtli og spentan við gullbelti um bringuna;
[14] men høvur hansara og hár var hvítt, som hvít ull, sum mjøll; og eygu hansara sum eldslogi;
[15] og føtur hansara líktust skínandi málmi, sum verður gløddur í ovni, og rødd hansara var sum ljóð av mongum vøtnum.
[16] Og hann hevði í høgru hond síni sjey stjørnur, og úr munni hansara gekk út tvíeggjað, hvast svørð; og ásjón hansara var sum sólin, tá ið hon skínur í magni sínum.
[17] Og tá ið eg sá hann, fall eg niður fyri føtur hansara, sum var eg deyður, og hann legði høgru hond sína á meg og segði:
[18] «Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti og hin síðsti og hin livandi; og eg var deyður, men sí, eg eri livandi um aldur og allar ævir; og eg havi lyklar deyðans og heljar.
[19] Skriva nú tað, sum tú sást, bæði tað, sum er, og tað, sum henda skal eftir hetta,
[20] loyndardómin um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond míni, og hinar sjey gullljósastakarnar. Tær sjey stjørnurnar eru einglar hjá hinum sjey kirkjuliðunum, og teir sjey ljósastakarnir eru sjey kirkjulið.»