Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:05

[1] Og stórt tekin kom til sjóndar á himni: kvinna klædd í sólini, og mánin var undir fótum hennara, og á høvdi hennara var krúna av tólv stjørnum.

[2] Og hon var við barn, og hon rópaði í barnsneyð og í føðingarverkjum.

[3] Og annað tekin kom til sjóndar á himni, og sí: stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn, og á høvdunum sjey krúnur.

[4] Og hali hansara tók triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær oman á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, sum komin var at eiga barn, fyri at gloypa barni hennara, tá ið hon hevði átt tað.

[5] Og hon føddi son, sveinsbarn, sum stýra skal øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð ript burtur til Guðs og til hásætis hansara.

[6] Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina, har sum hon hevur stað gjørdan til av Guði, til tess at tey skulu føða hana har í eitt túsund og tvey hundrað og seksti dagar.

[7] Og stríð kom í á himni: Mikael og einglar hansara stríddust móti drekanum, og drekin stríddist og einglar hansara.

[8] Og teir vóru við undirlutan, og staður teirra varð heldur ikki longur at finna á himni.

[9] Og hin stóri drekin varð stoyttur oman, hin gamli ormurin, sum kallast djevul og Sátan, hann sum villleiðir allan mannaheimin, – hann varð stoyttur oman á jørðina, og einglar hansara vórðu stoyttir oman við honum.

[10] Og eg hoyrdi harða rødd á himni, sum segði: «Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara; tí at klagari brøðra vára er stoyttur oman, hann sum klagaði teir fyri Guði várum dag og nátt.

[11] Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins og vegna orð vitnisburðar síns, og ikki var teimum lívið so kært, at deyði øgdi teir.

[12] Fegnist tí, himnar, og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.»

[13] Og tá ið drekin sá, at hann var stoyttur oman á jørðina, elti hann kvinnuna, sum hevði átt sveinsbarnið.

[14] Og kvinnuni vórðu givnir veingirnir tveir av hini miklu ørnini, fyri at hon skuldi fljúgva út í oyðimørkina á stað sín, har sum hon fær føðslu sína tíð og tíðir og hálva tíð, langt burtur úr eygsýni ormsins.

[15] Og ormurin sprændi vatn út úr munni sínum aftan á kvinnuna, eins og eina á, fyri at skola hana burtur við streyminum.

[16] Og jørðin kom kvinnuni til hjálpar, og jørðin opnaði munn sín og svølgdi ánna, sum drekin sprændi út úr munni sínum.

[17] Og drekin gjørdist kvinnuni vreiður og fór burtur fyri at taka upp stríð móti hinum av avkomi hennara, teimum sum varðveita Guðs boð og hava Jesu vitnisburð.

[18] Og hann tók støðu á sandinum við havið.

Jóhannesar opinbering — Chapters