[1] Men Saul, sum enn froysti hóttir og manndráp móti lærusveinum Harrans, fór til høvuðsprestin
[2] og bað hann um bræv til Damaskus, til samkomuhúsið har, fyri at hann, um hann hitti nøkur, sum hoyrdu til «vegin», menn ella konur, kundi føra tey í bondum til Jerúsalem.
[3] Men tá ið hann á ferðini var komin nær til Damaskus, ljómaði knappliga eitt ljós av himni um hann;
[4] og hann fell til jarðar og hoyrdi eina rødd siga við seg: «Saul, Saul, hví søkir tú at mær?»
[5] Men hann segði: «Hvør ert tú, Harri?» Og hann svaraði: «Eg eri Jesus, sum tú søkir at.
[6] Men statt upp og far inn í staðin, og har skal tær verða sagt, hvat tú eigur at gera.»
[7] Men menninir, sum vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir; teir hoyrdu fullvæl røddina, men sóu ongan.
[8] Og Saul reistist upp av jørðini; men tá ið hann læt eyguni upp, sá hann einki, og teir leiddu hann við hondunum og fóru við honum inn í Damaskus.
[9] Og tríggjar dagar sá hann einki, og hann hvørki át ella drakk.
[10] Men í Damaskus var ein lærusveinur, sum æt Ánanias, og Harrin segði við hann í eini sjón: «Ánanias!» Og hann segði: «Sí, her eri eg, Harri!»
[11] Men Harrin segði við hann: «Statt upp og far í ta gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsinum hjá Judasi eftir einum manni frá Tarsus, sum eitur Saul; tí, sí, hann biður.
[12] Og hann hevur (í eini sjón) sæð ein mann, sum eitur Ánanias, koma til sín og leggja hendurnar á seg, so at hann kundi fáa sjónina aftur!»
[13] Men Ánanias svaraði: «Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt tínum heilagu í Jerúsalem.
[14] Og her hevur hann í umboði frá høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla navn títt.»
[15] Men Harrin segði við hann: «Far tú, tí at hesin maður er mær eitt útvalt ílat til at bera navn mítt fram fyri heidningar og kongar og Ísraels børn;
[16] tí at eg vil sýna honum, hvussu mikið hann eigur at líða fyri navns míns sakir.»
[17] Og Ánanias fór tá avstað og kom inn í húsið og legði hendurnar á hann og segði: «Saul, bróðir, Harrin hevur sent meg, Jesus, tann sum birtist fyri tær á veginum, sum tú komst, til tess at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur við heilagum anda.»
[18] Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl fra eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur.
[19] Og hann fekk sær mat og styrknaði. Men hann varð nakrar dagar hjá lærusveinunum í Damaskus.
[20] Og við tað sama fór hann at prædika í samkomuhúsunum um Jesus, at hann er sonur Guðs.
[21] Men øll, sum hoyrdu tað, gjørdust stórliga bilsin og søgdu: «Er hetta ikki tann maðurin, sum í Jerúsalem oyddi tey, sum ákallaðu hetta navnið, og var komin higar fyri at føra tey bundin til høvuðsprestarnar?»
[22] Men Saul styrknaði enn meira og hann tepti Jødarnar, sum búðu í Damaskus, við tað at hann prógvaði, at hesin er Kristus.
[23] Men tá ið nógvir dagar vóru lidnir, samráddust Jødarnir um at taka hann av lívi.
[24] Men Saul fekk at vita um svikaráð teirra. Teir hildu eisini vakt um staðarliðini bæði nátt og dag, fyri at teir kundu taka hann av lívi.
[25] Men lærusveinarnir tóku hann á náttartíð og sleptu honum út um múrin, við tað at teir lestu hann niður í eini kurv.
[26] Og tá ið hann kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærusveinarnar; men øll ræddust hann, av tí at tey ikki trúðu, at hann var lærusveinur.
[27] Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar, og hann segði teimum frá, hvussu hann á veginum hevði sæð Harran, og at hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði talað frímóðiga í Jesu navni.
[28] Og hann gekk út og inn hjá teimum í Jerúsalem og talaði frímóðiga í Harrans navni.
[29] Og hann bæði talaði og hevði orðadrátt við Hellenistarnar; og teir høvdu í umbúna at taka hann av døgum.
[30] Men tá ið brøðurnir fingu hetta at vita, førdu teir hann oman til Kesareu og sendu hann haðan til Tarsus.
[31] So hevði nú kirkjuliðið frið um alla Júdeu og Galileu og Sámáriu og varð uppbygt og gekk fram í Harrans ótta og tók til við áminning heilaga andans.
[32] Men tað bar so til, tá ið Pætur ferðaðist um allar staðir, at hann kom eisini oman til hini heilagu, sum búðu í Lýdda.
[33] Og har hitti hann ein mann, Eneas at navni, sum í átta ár hevði ligið á seingini, og var hann lamin.
[34] Og Pætur segði við hann: «Eneas! Jesus Kristus ger teg frískan; statt upp og reið upp hjá tær sjálvum!» Og í stundini stóð hann upp.
[35] Og tey sóu hann, øll tey, sum búðu í Lýdda og Sáron, og tey vendu um til Harrans.
[36] Men í Joppe var ein lærusveinur, ein kvinna, Tabita at navni, sum, tá ið tað er útlagt, merkir hind. Hon var rík av góðum gerðum og olmussugávum, sum hon gav.
[37] Men tað hendi í teimum døgunum, at hon varð sjúk og doyði; og tey tváaðu hana og løgdu hana niðan í loftstovuna.
[38] Men við tað at Lýdda er nær við Joppe, sendu lærusveinarnir, tá ið teir frættu, at Pætur var har, tveir menn til hansara við teirri bøn: «Bíða ikki við at koma til okkara!»
[39] Og Pætur reistist og fór við teimum. Og tá ið hann var komin, fóru tey við honum niðan í loftstovuna, og allar einkjurnar stóðu rundan um hann grátandi og vístu honum allar teir kjólar og tær kápur, sum Hindin hevði gjørt, meðan hon var hjá teimum.
[40] Men Pætur læt tey øll fara út, og hann fell á knæ og helt bøn; og hann vendi sær at líkinum og segði: «Tabita, reis teg upp!» Og hon læt eyguni upp, og tá ið hon sá Pætur, settist hon upp.
[41] Men hann rætti henni hond sína og reisti hana á føtur; og hann rópaði hini heilagu og einkjurnar og leiddi hana fram livandi.
[42] Men hetta frættist um alla Joppe, og mong trúðu á Harran.
[43] Og tað kom so at vera, at hann dvaldist nógvar dagar í Joppe hjá einum, sum æt Símun, einum garvara.