[1] Men í Antiokíu, í kirkjuliðinum har, vóru nakrir profetar og lærarar, Barnabas og Símun, sum kallast Niger, og Lukíus frá Kýrene og Manaen, fosturbróðir Heródesar fjórðingshøvdinga, og Saul.
[2] Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: «Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!»
[3] Tá fastaðu teir og hildu bøn og løgdu hendurnar á teir og lótu teir fara.
[4] Tá ið teir nú soleiðis vóru sendir út av heilagum anda, fóru teir oman til Selevkíu og sigldu haðan til Kýpern.
[5] Og komnir til Salamis boðaðu teir Guðs orð í samkomuhúsunum hjá Jødum; og teir høvdu eisini Jóhannes við til hjálpar.
[6] Og tá ið teir høvdu farið um alla oynna til Pafos, hittu teir ein gandakall, ein svikaprofet, ein Jøda, Bar-Jesus at navni.
[7] Hann var hjá landshøvdinganum Sergiusi Paulusi, einum skilamanni. Hann kallaði Barnabas og Saul á sín fund og hevði hug at hoyra Guðs orð.
[8] Men Elymas, gandakallurin, – tí at so er navn hansara útlagt, – stóð ímóti teimum og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni.
[9] Men Saul, sum eisini verður kallaður Paulus, varð fyltur av heilagum anda og hugdi hvassliga upp á hann og segði:
[10] «O, tú sum ert fullur av øllum sviki og alskyns illskapi, títt djevuls barn, fíggindi av øllum rættlæti, vilt tú ikki lata av at snúgva beinu vegum Harrans?
[11] Og nú, sí, hond Harrans er yvir tær, og tú skalt verða blindur og ikki síggja sólina eina tíð.» Og í stundini fell yvir hann toka og myrkur, og hann gekk umkring og trilvaði og leitaði eftir fólki at leiða seg.
[12] Tá tók landshøvdingin við trúgv, tá ið hann sá henda tilburð, og hann undraðist stórliga á læru Harrans.
[13] Men teir Paulus sigldu so frá Pafos, og komu til Perge í Pamfýliu. Men Jóhannes skildist frá teimum og vendi aftur til Jerúsalem.
[14] Men teir hildu ferðini fram frá Perge og komu til Antiokíu í Pisidiu og fóru inn í samkomuhúsið hvíludagin og settust niður.
[15] Men eftir upplesturin av lógini og profetunum, sendu fyristøðumenninir fyri samkomuhúsinum boð til teirra og søgdu: «Góðu menn og brøður, um so er at tit hava okkurt áminningarorð til fólkið, so talið!»
[16] Tá reistist Paulus og gav tekin til ljóðs við hondini og mælti: «Tit Ísraels menn og tit, sum óttast Guð, lýðið á!
[17] Guð at hesum fólki, at Ísrael, valdi út fedrar okkara; og hann hevjaði upp fólkið í útlegdini í Egyptalandi og síðan førdi hann tey út haðan við upprættum armi.
[18] Og um fjøruti ár føddi og fostraði hann tey í oyðimørkini.
[19] Og hann oyddi út sjey tjóðir í Kánáanlandi og býtti land teirra sundur í arv millum teirra,
[20] okkurt um fýra hundrað og fimmti ár. Og eftir hetta gav hann teimum dómarar líka til Sámuel profet.
[21] Og síðan bóðu tey um kong, og Guð gav teimum Saul, son Kis, mann av Benjamins ætt, í fjøruti ár.
[22] Men tá ið hann hevði avsett hann, reisti hann teimum Dávid upp til kongs, sum hann eisini vitnaði um og segði: «Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir mínum hjarta, sum gera skal allan vilja mín.»
[23] Av hansara ætt læt Guð, samsvarandi fyrijáttanini, Ísrael fáa ein frelsara, Jesus,
[24] eftir tað at Jóhannes undan komu hansara hevði boðað øllum Ísraels fólki umvendingar dóp.
[25] Men tá ið Jóhannes var um at enda skeið sítt, segði hann: «Hvat halda tit meg vera? – Eg eri tað ikki; men sí, aftan á meg kemur ein annar, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.»
[26] Góðu menn og brøður, ættarmenn Ábrahams, og teir tykkara millum, sum óttast Guð, okkum er orðið um hesa frelsu sent.
[27] Tí at teir, sum búgva í Jerúsalem, og ráðsharrar teirra kendu hann ikki, og við tað at teir dømdu hann, uppfyltu teir tey profetaorðini, sum hvønn hvíludag verða lisin upp.
[28] Og tó at teir onga deyðasøk funnu hjá honum, bóðu teir Pilatus um, at hann skuldi verða dripin.
[29] Men tá ið teir høvdu fullført alt tað, sum er skrivað um hann, tóku teir hann niður av trænum og løgdu hann í grøv.
[30] Men Guð reisti hann upp frá deyðum;
[31] og hann varð sæddur nógvar dagar av teimum, sum høvdu gingið við honum frá Galileu niðan til Jerúsalem, teir sum nú eru vitni hansara fyri fólkinum.
[32] Og vit boða tykkum gleðiboðskapin um ta fyrijáttan, sum fedrunum varð givin, at Guð hevur uppfylt hana fyri okkum, børnum teirra, tá ið hann reisti upp Jesus;
[33] soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálminum: «Tú ert sonur mín, í dag havi eg føtt teg.»
[34] Men um tað, at hann hevur reist hann upp frá deyðum, so at hann ikki meira skal venda aftur til rot, hevur hann talað soleiðis: «Eg vil geva tykkum hinar heilagu og ósvikaligu fyrijáttanir Dávids.»
[35] Tí sigur hann eisini í einum øðrum sálmi: «Ikki skalt tú lata tín heilaga fáa at kenna rot.»
[36] Tí at Dávid sovnaði burtur, eftir tað at hann í síni egnu ætt hevði tænað Guðs ráði, og varð lagdur at fedrum sínum og fekk at kenna rot;
[37] men tann, sum Guð reisti upp, fekk ikki at kenna rot.
[38] Tað veri tí tykkum vituligt, brøður mínir, at í honum er syndafyrigeving boðað tykkum;
[39] og frá øllum tí, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur í honum.
[40] Síggið tí til, at tað ikki skal koma yvir tykkum, sum sagt er hjá profetunum:
[41] «Síggið, tykkara háðarar, og undrist og verðið til einkis, tí at eitt verk geri eg á døgum tykkara, verk sum tit als ikki vildu trúð, um onkur hevði sagt tykkum frá tí.» » –
[42] Men tá ið teir fóru út, bóðu teir um, at hesi orð máttu verða talað til teirra næsta hvíludag.
[43] Og tá ið samkoman var endað, fylgdu mangir av Jødum og av proselýtum, sum óttaðust Guð, við Paulusi og Barnabasi; og teir talaðu til teirra og ámintu teir um at halda fast við náði Guðs.
[44] Men næsta hvíludagin kom at kalla øll bygdin saman at hoyra Harrans orð.
[45] Men tá ið Jødarnir sóu mannamúgvurnar, fyltust teir av ágrýtni og mæltu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði mótmæltu og spottaðu.
[46] Tá tóku Paulus og Barnabas til orða og søgdu beint fram: «Tað var neyðugt, at Guðs orð fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað burtur frá tykkum og ikki meta tykkum sjálvar verdar til hitt æviga lívið, sí, tá venda vit okkum til heidningarnar.
[47] Tí at soleiðis hevur Harrin boðið okkum: «Eg havi sett teg at vera ljós hjá heidningum, at tú skalt vera til frelsu heilt út til ytstu endar jarðarinnar.»»
[48] Men tá ið heidningarnir hoyrdu hetta, gleddust teir og hálovaðu orði Harrans, og teir tóku við trúgv so mangir, sum vóru ætlaðir til ævigt lív.
[49] Og orð Harrans breiddist út um alt landið.
[50] Men Jødarnir østu upp hinar ættstóru kvinnurnar, sum óttaðust Guð, og oddamenninar í staðinum, og birtu í eina atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni.
[51] Men teir ristu dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium.
[52] Men lærusveinarnir fyltust av gleði og heilagum anda.