Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 8:30

[1] Men ein maður, Ánanias at navni, saman við Saffiru konu síni, seldi ein eigindóm,

[2] og tók nakað av virðinum burtur av, so kona hansara visti tað, og kom við einum parti av tí og legði fyri føturnar á ápostlunum.

[3] Men Pætur mælti: «Ánanias, hví hevur Sátan fylt hjarta títt, so at tú hevur logið fyri hinum heilaga anda og hevur tikið burtur av peningavirðinum fyri jørðina?

[4] Var hon ikki tín, meðan hon var í tíni ogn, og hevði tú ikki ræði á søluvirðinum? Hví hevur tú tá í hjarta tínum sett tær hesa gerð fyri? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum men fyri Guði.»

[5] Men tá ið Ánanias hoyrdi hesi orð, fell hann niður og gav upp andan. Og mikil ótti kom á øll tey, sum hetta hoyrdu.

[6] Men teir ungu menninir stóðu upp og vældu um hann og bóru hann út og jarðaðu hann.

[7] Og okkurt um tríggjar tímar seinni bar tað so til, at kona hansara, sum einki visti um tað, ið hent hevði, kom inn.

[8] Og Pætur segði tá við hana: «Sig mær, seldu tit jørðina fyri hetta virðið?» Men hon segði: «Ja, fyri hetta virðið.»

[9] Tá segði Pætur við hana: «Hví hava tit verið samsint um at freista anda Harrans? Sí, føtur teirra, sum jarðaðu mann tín, eru við dyrnar, og teir skulu bera teg út.»

[10] Men hon fell í stundini niður fyri føturnar á honum og gav upp andan; og tá ið teir ungu menninir komu inn, funnu teir hana deyða, og teir bóru hana út og jarðaðu hana hjá manni hennara.

[11] Og mikil ótti kom á alt kirkjuliðið og á øll tey, sum hetta hoyrdu.

[12] Men fyri hondunum á ápostlunum hendu mong tekin og undur millum fólkið, og teir vóru allir samhugaðir í súlnagong Sálomons.

[13] Men av hinum tordi eingin at fara í felag við teir, men fólkið prísaði teir hátt.

[14] Og fleiri og fleiri, sum trúðu, løgdust til hjá Harranum, ein fjøld bæði av monnum og kvinnum,

[15] so at tey eisini bóru sjúk fólk út á gøturnar og løgdu tey á sengur og legubeinkir, fyri at, um tað so ikki var meira enn skuggin av Pæturi, tá ið hann kom, skuldi skugga á einhvønn av teimum.

[16] Ja, um tað so var úr bygdunum uttan um Jerúsalem, so kom haðan ein mongd saman, og tey høvdu við sær sjúk fólk og slík, sum vóru plágað av óreinum andum; og tey fingu øll heilsuna aftur.

[17] Men høvuðspresturin reistist og allir teir, sum vóru í parti við honum, – tað var Saddukearaflokkurin, – og teir vórðu fullir av ágrýtni;

[18] og teir løgdu hendur á ápostlarnar og settu teir í hitt almenna varðhaldið.

[19] Men eingil Harrans opnaði um náttina dyrnar á fangahúsinum og leiddi teir út og segði:

[20] «Farið og stígið fram og talið í halgidóminum øll hesi lívsins orð til fólkið!»

[21] Og tá ið teir høvdu hoyrt hetta, fóru teir í lýsingini inn í halgidómin og lærdu. Men tá ið so høvuðspresturin kom og teir, sum vóru í parti við honum, kallaðu teir saman ráðið og allar hinar elstu hjá Ísraels børnum og sendu boð í fangahúsið, at teir skuldu koma við teimum.

[22] Men tá ið tænararnir komu hagar, funnu teir teir ikki í fangahúsinum; og teir komu aftur og søgdu frá hesum og mæltu:

[23] «Fangahúsið funnu vit stongt bæði væl og virðiliga og vaktarmenninar standandi fyri durunum; men tá ið vit lótu upp, funnu vit ongan inni.»

[24] Men tá ið teir hoyrdu hesi orð, bæði høvuðsmaðurin fyri halgidóminum og høvuðsprestarnir, vórðu teir ráðvillir um teir, hvat ið mundi fara at verða úr hesum.

[25] Men tá kom ein maður og bar teimum tey tíðindini: «Sí, menninir, sum tit settu í varðhald, teir standa í halgidóminum og læra fólkið.»

[26] Tá fór høvuðsmaðurin avstað við tænarunum eftir teimum og heimtaði teir, men ikki við makt; tí at teir óttaðust fyri fólkinum, at teir skuldu verða steinaðir.

[27] Men tá ið teir vóru komnir við teimum, leiddu teir teir inn fyri ráðið. Og høvuðspresturin spurdi teir og segði:

[28] «Strangliga buðu vit tykkum ikki at læra í hesum navni, og sí, tit hava fylt Jerúsalem við læru tykkara, og tit vilja føra yvir okkum blóðið av hesum manni.»

[29] Men Pætur og ápostlarnir svaraðu og søgdu: «Guði er meir at vera lýðin enn monnum.

[30] Guð fedra vára hevur reist upp Jesus, sum tit hongdu upp á træ og tóku av lívi;

[31] henda hevur Guð hevjað upp við síni høgru hond til høvdinga og frelsara til at veita Ísrael umvending og syndafyrigeving.

[32] Og vit eru vitni um hesar lutir, og heilagi andin, sum Guð hevur givið teimum, sum eru honum lýðin.»

[33] Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teir í hjartað, og teir ráðløgdu um at drepa teir.

[34] Men í ráðinum reistist tá ein Fariseari, Gamaliel at navni, ein lóglærari, sum var í miklum metum hjá øllum fólkinum, og hann beyð, at teir skuldu lata menninar fara útum eina lítla løtu.

[35] Og hann segði við teir: «Tit Ísraels menn, hyggið tykkum væl fyri, hvat tit ætla at gera við hesar menninar!

[36] Tí at nakað herfyri hendi tað, at Tevdas steig fram, sum segði seg sjálvan at vera nakað; og ein flokkur av okkurt um fýra hundrað mans fóru í hóslag við hann; men hann varð dripin, og allir teir, sum góvu seg undir hann, spjaddust og vórðu fyri ongum.

[37] Aftan á hann reis upp Judas frá Galileu, í teirri tíðini, tá ið skattaútskrivingin var, og fekk fólk í fylgi við sær. Hann læt eisini lív, og allir teir, sum góvu seg undir hann, vórðu drivnir hvør frá øðrum.

[38] Og nú sigi eg tykkum: «Latið hesar menn vera og sleppið teimum; tí at um hetta ráð ella hetta verk er av monnum, tá verður tað fyri ongum;

[39] men um tað er av Guði, tá eru tit ikki mentir at gera tað til einkis. Latið ikki tað verða, at tit eru slíkir, sum stríðast móti Guði!» »

[40] Og teir góvu honum viðhald og kallaðu ápostlarnar inn aftur og húðflettu teir og buðu teimum ikki at tala í Jesu navni og lótu teir sleppa.

[41] Teir fóru tá burtur frá ráðinum, glaðir um at teir høvdu verið hildnir verdir at líða vanvirðing fyri navnsins skuld;

[42] og teir lótu ikki av at læra hvønn dag í halgidóminum og heima og at boða gleðiboðskapin um Krist Jesus.

Ápostlasøgan — Chapters