Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 8:37

[1] Men tá ið tað var avgjørt, at vit skuldu sigla til Itáliu, flýddu teir bæði Paulus og nakrar aðrar fangar einum høvuðsmanni, sum æt Július, úr herflokki keisarans.

[2] Vit fóru tá umborð á eitt skip frá Adramýttium, sum skuldi leggja at í bygdunum fram við Ásiustrondunum, og løgdu í havið; og Aristarkus, ein makedóniskur maður úr Tessalóniku, var í ferðini við okkum.

[3] Og dagin eftir løgdu vit at í Sidon, og Július, sum var beinasamur móti Paulusi, gav honum loyvi at fara at finna vinir sínar og njóta blíðskap teirra.

[4] Haðan fóru vit avstað og sigldu inn undir Kýpern, av tí at tað var mótvindur.

[5] Og tá ið vit høvdu siglt um havið við Kilikíu og Pamfýliu, komu vit til Mýru í Lýkíu.

[6] Og har rakti høvuðsmaðurin við eitt skip frá Aleksandriu, sum skuldi sigla til Itáliu, og hann setti okkum umborð í tað.

[7] Í nógvar dagar gekk nú spakuliga við siglingini, og tað var alt tað, at vit vunnu fram at Knidus; og við tað at vit høvdu ólagaligan vind, hildu vit inn undir Kretu við Salmone.

[8] Og tað var so, at vit vunnu framum har og komu til ein stað, sum kallast «Góðu havnir», tætt við bygdina Laseu.

[9] Men tá ið long tíð var liðin, og sjóferðir longu fóru at verða hættisligar, við tað at eisini føstan longu var farin, ávaraði Paulus teir og segði við teir:

[10] «Góðu menn, eg síggi, at sjóferðin fer at verða ein váðaferð og til stóran skaða ikki bert fyri farmin og skipið, men eisini fyri okkara egna lív.»

[11] Men høvuðsmaðurin hevði betri álit á stýrimanninum og skiparanum enn á tí, sum Paulus segði.

[12] Og tá ið havnin var ólagalig til vetrarlegu, tóku teir flestu tey ráð at leggja til havs haðan, um teir kundu verða førir at vinna fram til Føniks og taka vetrarlegu har; hetta er ein havn á Kretu, sum vendir móti útsynningi og útnyrðingi.

[13] Og tá ið nú kom makligur vindur av suðri, hildu teir seg kunna útinna ætlan sína og lættu akker og sigldu fram við Kretu, tætt í landi.

[14] Men áðrenn langt um leið, brast hann á niður av oynni við glaðustroki, sum kallað er Evrakvilo.

[15] Og tá ið skipið fell av og ikki kundi liggja upp móti vindinum, hildu vit undan og lótu reka.

[16] Og tá ið vit rendu inn undir eina lítla oyggj, sum kallast Klauda, var tað við neyð, at vit fingu bjargað bátinum.

[17] Tá ið teir høvdu drigið hann inn, tóku teir tað til ráða at royna at bjarga og løgdu tog um skipið; og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu dríva suður í Sýrtuna, strikaðu teir seglini og lótu so reka.

[18] Og tá ið vit vóru illa staddir av harðveðrinum, kastaðu teir dagin eftir farmin fyri borð;

[19] og triðja dagin kastaðu teir við egnum hondum skipsgreiðurnar út.

[20] Men tá ið hvørki sól ella stjørnur vóru at síggja í fleiri dagar, og ódnin, sum leikaði í, ikki var lítil, tá var at endanum eingin vón eftir um tað, at vit kundu verða bjargaðir.

[21] Og tá ið teir leingi høvdu verið matleysir, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði: «Góðu menn, tit áttu at hava fylgt mínum ráði og ikki verið farnir frá Kretu og verið slopnir frá hesi váðaferð og hesum skaða.

[22] Og nú ráði eg tykkum at hava gott treyst; tí at ikki ein sál av tykkum skal umkomast, men skipið skal farast;

[23] tí at á hesi nátt stóð hjá mær ein eingil frá tí Guði, sum eg tilhoyri, sum eg eisini tæni,

[24] og segði: «Óttast ikki, Paulus; fyri keisaran eigur tú at koma; og sí, Guð hevur miskunnsamliga givið tær allar teir, sum eru í sjóferðini við tær.»

[25] Havið tí gott treyst, menn, tí at eg líti á Guð, at tað fer at gangast soleiðis, sum sagt er við meg.

[26] Men vit fara at stranda á eini oyggj.»

[27] Men tá ið fjúrtanda náttin var komin og vit rókust um úti á Adriahavinum, hildu skipsmenninir seg um miðju nátt hava varhuga av, at teir nærkaðust landi.

[28] Og tá ið teir skattaðu dýpið, fingu teir tjúgu favnar; og tá ið teir vóru komnir eitt sindur longur haðan ífrá og uppaftur skattaðu dýpið, fingu teir fimtan favnar.

[29] Og av tí at teir óttaðust fyri, at vit skuldu koma upp á sker, kastaðu teir fýra akker út afturi í bak og ynsktu eftir, at dagur skuldi koma.

[30] Men tá ið skipsmenninir royndu at rýma burtur frá skipinum og koyrdu bátin á sjógvin og lótust at vilja leggja akker út í frammi,

[31] segði Paulus við høvuðsmannin og hermenninar: «Um hesir menninir ikki verða verandi á skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir.»

[32] Tá høgdu hermenninir togini á bátinum av og sleptu honum.

[33] Men inntil tað tók at lýsa fyri degi, áminti Paulus allar at fáa sær mat og segði: «Í dag er tað fjúrtandi dagurin, sum tit hava bíðað matleysir, og einki fingið at eta.

[34] Tí biði eg tykkum fáa tykkum at eta; tí at hetta er tykkum til bjargingar. Tí at ikki skal hár á høvdi skalast á nøkrum tykkara.»

[35] Og tá ið hann hetta hevði sagt, tók hann breyð og takkaði Guði, so allir sóu, og breyt tað og fór at eta.

[36] Tá ressaðust allir við og fingu sær eisini at eta.

[37] Og til samans vóru vit á skipinum tvey hundrað og seks og sjúti sálir.

[38] Og tá ið teir høvdu etið seg mettar, lættu teir um skipið við at kasta kornið á sjógvin.

[39] Og tá ið dagur kom, kendu teir ikki landið, men teir sóu eina vík, har sum fjøruslætt var, og teir gjørdu av at seta skipið á land har, um tað kundi vera gjørligt hjá teimum.

[40] Og teir gjørdu leyst frá akkerunum og sleptu teimum í sjónum, samtíðis loystu teir stýrisbondini og vundu upp ráseglið fyri vindin og hildu inn á fjøruna.

[41] Men teir komu á eitt riv, har sum djúpt var báðumegin, og skipið tók botn, og tað stóð í frammi og vikaðist ikki, men í bak var tað sundurbrotið av brimganginum.

[42] Nú var tað ætlan hjá hermonnunum at drepa fangarnar, fyri at eingin skuldi svimja burtur og rýma.

[43] Men høvuðsmaðurin, sum vildi bjarga Paulusi, forðaði teimum í hesi ætlan teirra og beyð, at teir, sum dugdu at svimja, skuldu leypa á sjógvin og fyrstir sleppa sær á land,

[44] og at hinir skuldu bjarga sær, summir á plonkum, summir á skipssprekum. Og soleiðis gekk tað til, at allir vórðu bjargaðir á land.

Ápostlasøgan — Chapters