Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:53

[1] Hina fyrru frásøgnina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir bæði at gera og læra,

[2] líka til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin, eftir tað at hann hevði givið ápostlunum, sum hann hevði valt, boð við heilagum anda;

[3] teimum, sum hann eisini sýndi seg fyri livandi aftan á pínslu sína við mongum prógvum, við tað at hann læt teir síggja seg í fjøruti dagar og talaði um tað, sum hoyrir Guðs ríki til.

[4] Og meðan hann var saman við teimum, beyð hann teimum ikki at fara burtur úr Jerúsalem, men at bíða eftir fyrijáttan faðirsins, «sum tit,» segði hann, «hava hoyrt um av mær;

[5] tí at Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda ikki mangar dagar hereftir.»

[6] Og tá ið teir nú vóru saman komnir, spurdu teir hann og søgdu: «Harri, ætlar tú á hesi tíð at endurreisa ríkið fyri Ísrael?»

[7] Hann segði við teir: «Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir ella tímar, sum faðirin hevur ásett í sínum egna valdi.

[8] Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.»

[9] Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra.

[10] Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum,

[11] og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.»

[12] Tá vendu teir aftur til Jerúsalem frá tí fjallinum, sum kallast Oljufjallið, og sum er tætt við Jerúsalem, eina hvíludags gongd haðani.

[13] Og tá ið teir vóru inn komnir, fóru teir upp í ta loftsstovuna, har sum teir vóru vanir at vera, Pætur og Jóhannes og Jákup og Andrias, Filippus og Tummas, Bartolomeus og Matteus, Jákup sonur Alfeusar og Símun Zelotes og Judas sonur Jákups.

[14] Allir hesir vóru samhugaðir áhaldandi í bønini saman við nøkrum kvinnum og Mariu, móður Jesu, og við brøðrum hansara.

[15] Og í hesum døgum stóð Pætur upp millum brøðranna og segði – og har var komin saman ein flokkur av monnum okkurt um stórt hundrað í tali –:

[16] «Góðu menn og brøður! Tað skriftarorðið átti at ganga út, sum heilagur andi hevði talað frammanundan við munni Dávids um Judas, sum gjørdist leiðbeinari hjá teimum, ið tóku Jesus;

[17] tí at hann var taldur við millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu.

[18] (Hesin maður keypti nú eitt jarðarstykki fyri órættarlønina, og hann stoyttist eftir høvdinum og støkk sundur um miðju, og allir innvølirnir komu út.

[19] Og tað varð kunnigt fyri øllum teimum, sum búgva í Jerúsalem, so at tað jarðarstykkið er kallað á teirra egna máli Hakeldama, tað er: blóðjørðin.)

[20] Tí at skrivað stendur í sálmabókini: «Bústaður hans skal oyðin verða, og eingin skal í honum búgva» og «umsjónarstarv hans skal annar taka.»

[21] Tí eigur onkur av teimum monnum, sum hava verið við okkum alla ta tíð, tá ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út ímillum okkara,

[22] líka frá dópi Jóhannesar og til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin frá okkum, at verða vitni um uppreisn hansara saman við okkum.»

[23] Og teir skilaðu tveir til, Jósef, ið kallaður var Barsabbas við tilnavninum Justus, og Mattias.

[24] Og teir hildu bøn og søgdu: «Tú, Harri, sum kennir hjørtuni á øllum, sýn okkum, hvønn av hesum tveimum tú hevur valt

[25] til at taka lut í hesi tænastu og ápostladømi, sum Judas gav frá sær fyri at fara til sín egna stað.»

[26] Og teir kastaðu lut um teir, og luturin fell á Mattias, og hann varð taldur við saman við hinum ellivu ápostlunum.

Ápostlasøgan — Chapters