Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 6:11

[1] Tá ið Festus hevði tikið við landshøvdingaembæti sínum, fór hann tríggjar dagar aftaná niðan til Jerúsalem frá Kesareu.

[2] Og høvuðsprestarnir og fremstu menn av Jødunum bóru fram fyri hann klagur móti Paulusi,

[3] og bóðu hann um at gera teimum tað til vildar móti honum, at hann skuldi heimta hann til Jerúsalem; tí at teir løgdu tey svikaráðini upp at drepa hann á veginum.

[4] Men Festus svaraði tá, at Paulus var í varðhaldi í Kesareu, og at hann sjálvur ætlaði sær skjótt at fara hagar.

[5] «Teir av tykkum,» segði hann, «sum hava umboð til tess, kunnu tá verða í ferðini oman saman við mær og klaga hann, um tað er nakað illa vorðið við manninum.»

[6] Men tá ið hann hevði steðgað hjá teimum í mesta lagi átta ella tíggju dagar, fór hann oman til Kesareu; og dagin eftir settist hann á dómstólin og beyð, at Paulus skuldi verða førdur fram.

[7] Tá ið hann var komin, stóðu Jødarnir, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, rundan um hann og bóru fram ímót honum mong og tung klagumál, sum teir ikki vóru førir at prógva;

[8] meðan Paulus vardi seg og segði: «Hvørki móti Jødalógini ella móti halgidóminum ella móti keisaranum havi eg forbrotið meg í nøkrum føri.»

[9] Men tá ið Festus vildi vinna sær vælvild hjá Jødum, svaraði hann Paulusi og segði: «Hevur tú hug at fara niðan til Jerúsalem og har fáa dóm av mær í hesi sak?»

[10] Men Paulus segði: «Eg standi fyri dómstóli keisarans, og har eigi eg at fáa dóm. Jødum havi eg ongan órætt gjørt, sum tú eisini fullvæl veitst.

[11] Havi eg órætt, og havi eg gjørt okkurt, sum er deyða vert, tá sigist eg ikki undan at doyggja. Men er einki í tí, sum hesir menn klaga meg fyri, tá kann eingin geva meg upp til teirra bert fyri at gera teimum til vildar. Eg skjóti mál mítt til keisarans.»

[12] Tá samráddist Festus við ráð sítt og svaraði so: «Til keisarans hevur tú skotið mál títt; til keisarans skalt tú fara!»

[13] Men tá ið nakrir dagar vóru lidnir, kom Agrippa kongur og Berenike til Kesareu at vitja Festus.

[14] Og tá ið tey dvaldu har í fleiri dagar, greiddi Festus konginum frá Paulusar sak og segði: «Her er ein maður, sum av Feliksi er latin eftir í leinkjum;

[15] um hann bóru høvuðsprestarnir og hinir elstu hjá Jødum fram klagumál, tá ið eg var í Jerúsalem, og kravdu, at dómur skuldi verða feldur yvir honum.

[16] Eg svaraði teimum, at tað var ikki siður hjá Rómverjum at geva nakran mann upp bert fyri at gera onkrum eftir vild, fyrr enn hin ásakaði hevði havt klagumenninar fyri eygunum á sær og fingið føri til at verja seg móti ásakanini.

[17] Tá ið teir so vóru komnir saman her, bíðaði eg ikki við, men setti meg dagin eftir á dómstólin og beyð at føra mannin fram.

[18] Men tá ið klagumenninir stóðu rundan um hann, bóru teir ikki kærumál fram um nakrar tílíkar illgerðir, sum eg hevði hugsað mær;

[19] men teir høvdu nøkur trætumál við hann um teirra egnu gudsdýrkan og um ein Jesus, sum var deyður, men sum Paulus segði liva.

[20] Men meðan eg nú var í døpurhuga viðvíkjandi rannsóknini av hesum, spurdi eg, um hann vildi fara til Jerúsalem og har fáa dóm í hesum máli.

[21] Men tá ið Paulus skeyt málið til keisarans og kravdi at verða havdur í varðhaldi, inntil hátignin kundi fella dómin, beyð eg, at hann skuldi verða havdur í varðhaldi, inntil eg kann fáa sent hann til keisarans.»

[22] Men Agrippa segði við Festus: «Eg kundi sjálvur havt hug at hoyra mannin.» «Í morgin,» segði hann, «skalt tú fáa at hoyra hann.»

[23] Dagin eftir kom tá Agrippa og Berenike við miklum skreyti, og gingu tey inn í høllina saman við herhøvdingunum og hinum mætastu monnunum í staðinum, og varð Paulus eftir boði Festusar leiddur fram.

[24] Og Festus sigur: «Agrippa kongur, og allir tit menn, sum her hjá okkum eru staddir, her síggja tit tann mann, sum øll fjøldin av Jødum bæði í Jerúsalem og her hevur heitt á meg um og hevur rópað upp í há, at hann ikki átti at liva longur.

[25] Men tað varð mær skilligt, at hann einki hevði gjørt, sum gjørdi hann sekan til deyða; og tá ið hann sjálvur skeyt mál sítt til hátignina, tók eg tey ráð at senda hann.

[26] Men nakað álítandi havi eg ikki at skriva harra mínum um hann; tess vegna havi eg leitt hann fram fyri tykkum og serliga fyri teg, Agrippa kong, fyri at eg, tá ið rannsóknin er liðug, kann hava okkurt at skriva;

[27] tí at tað tykir mær skilaleyst at senda ein fanga og ikki at kunna siga frá teimum søkum, sum honum er kent um.»

Ápostlasøgan — Chapters