Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 7:57

[1] Og Saul hevði góðan hugnað í lívláti hansara. Men tann dagin kom í ein stór atsókn móti kirkjuliðinum í Jerúsalem; og øll vórðu spjødd út um bygdir í Júdeu og Sámáriu, uttan ápostlarnir.

[2] Men nakrir menn, sum óttaðust Guð, gróvu Stefan og hildu mikla harmaklagu yvir honum.

[3] Men Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór hús úr húsi og dró haðan bæði menn og konur og koyrdi tey í fangahús.

[4] Men tey, sum nú spjødd vóru umkring, fóru víða hvar og boðaðu orð gleðiboðskaparins.

[5] Men Filippus kom tá oman í bygdina í Sámáriu og prædikaði Krist fyri teimum.

[6] Og samhugað gav fólkið gætur eftir orðum Filippusar, tá ið tey hoyrdu tey og sóu tey tekin, sum hann gjørdi;

[7] tí at tað vóru mong, sum høvdu óreinar andar; teir fóru út úr teimum, rópandi við harðari rødd, og mong lamin og vanfør vórðu lekt.

[8] Og har varð stór gleði í teirri bygdini.

[9] Men ein maður, Símun at navni, var frammanundan har í bygdini; hann hevði gand fyri og gjørdi fólkið í Sámáriu bilsið, við tað at hann segði seg sjálvan vera nakað stórt.

[10] Øll góvu sær far um hann, bæði smá og stór, og søgdu: «Hesin maður er tann Guðs kraft, sum kallast mikil.»

[11] Men tey góvu sær far um hann av teirri orsøk, at hann í langa tíð hevði gjørt tey bilsin við sínum gandakunstum.

[12] Men tá ið tey nú trúðu Filippusi, sum boðaði teimum gleðiboðskapin um Guðs ríki og Jesu Krists navn, lótu tey seg doypa bæði menn og konur.

[13] Men Símun trúði eisini sjálvur við, og tá ið hann var doyptur, helt hann seg støðugt aftur at Filippusi; og tá ið hann sá tey tekin og tær stóru kraftargerðir, sum gjørd vórðu, undraðist hann.

[14] Men tá ið ápostlarnir, teir sum vóru í Jerúsalem, hoyrdu, at Sámária hevði tikið við Guðs orði, sendu teir til teirra Pætur og Jóhannes.

[15] Teir fóru oman hagar og bóðu fyri teimum um, at tey máttu fáa heilagan anda;

[16] tí at enn var hann ikki fallin á nakran teirra, men tey vóru eina doypt til navns Harrans Jesu.

[17] Síðan løgdu teir hendurnar á tey, og tey fingu heilagan anda.

[18] Men tá ið Símun sá, at heilagi andin varð givin, í tí at hendur ápostlanna vórðu álagdar, bar hann teimum pening og segði:

[19] «Gevið eisini mær handa mátt, so at hvør tann, sum eg leggi hendurnar á, kann fáa heilagan anda!»

[20] Men Pætur segði við hann: «Illa veri silvuri tínum úr og tær sjálvum tillíka, av tí at tú hugsaði at kunna vinna Guðs gávu fyri pening!

[21] Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði; tí at hjarta títt er ikki rætt fyri Guði.

[22] Vend tí huga tínum frá hesum illskapi tínum, og bið Harran um, at hjartans ætlan tín kortini má verða tær fyrigivin;

[23] tí at eg síggi, at tú ert staddur í beiskleikagalli og órættvísi-fjøtri.»

[24] Men Símun svaraði og segði: «Biðið tit fyri mær til Harrans, fyri at einki skal koma yvir meg av tí, sum tit hava sagt!»

[25] Tá ið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir avstað aftur til Jerúsalem og boðaðu gleðiboðskapin í nógvum bygdum hjá Sámáriubúgvum.

[26] Men eingil Harrans talaði til Filippusar og segði: «Statt upp og far suður eftir og gakk eftir tí veginum, sum gongur oman frá Jerúsalem til Gasa!» – Tað er ein oyðivegur. –

[27] Og hann stóð upp og fór. Og sí, har var ein maður úr Etiópiu, hirðmaður og høvdingi hjá Kandake, drotning Etiópiumanna, sum hevði allar dýrgripir hennara í varðveitslu; hann var komin til Jerúsalem at halda bøn.

[28] Og hann var nú á heimferðini og sat í vagni sínum og las Jesaja profet.

[29] Men andin segði við Filippus: «Far og halt teg aftur at hesum vagni!»

[30] Men Filippus fór rennandi hagar og hoyrdi hann lesa Jesaja profet; og hann segði: «Skilir tú tað, sum tú lesur?»

[31] Men hann segði: «Hvussu skal eg kunna tað, uttan at onkur leiðbeinir meg?» Og hann bað Filippus stíga upp og seta seg hjá sær.

[32] Men tað stykkið av skriftini, sum hann var við at lesa, var hetta: «Sum ein seyður varð hann leiddur til skurðar, og eins og lamb er tigandi móti tí, sum klippir tað, soleiðis letur hann ikki upp munn sín.

[33] Í neyðarstandinum varð dómur hansara avtikin; hvør kann siga frá ætt hansara, við tað at lív hansara er tikið burtur av jørðini?»

[34] Men hirðmaðurin tók til orða og segði við Filippus: «Sig mær, um hvønn sigur profeturin hetta? um seg sjálvan ella um onkran annan?»

[35] Og Filippus læt upp munn sín, og í tí hann tók undir við hesum skriftorði, fór hann at boða honum gleðiboðskapin um Jesus.

[36] Og sum teir fóru fram eftir veginum, komu teir at nøkrum vatni, og hirðmaðurin segði: «Hygg, her er vatn; hvat forðar mær at verða doyptur?» (

[37] Og Filippus segði: «Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða.» Men hann svaraði og segði: «Eg trúgvi, at Jesus Kristus er sonur Guðs.»)

[38] Og hann beyð, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, bæði Filippus og hirðmaðurin, og hann doypti hann.

[39] Men tá ið teir komu upp úr aftur vatninum, rykti andi Harrans Filippus burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki meira; tí at glaður fór hann veg sín.

[40] Men Filippus varð funnin í Asdod, og hann ferðaðist um og boðaði gleðiboðskapin í øllum bygdunum, líka til hann kom til Kesareu.

Ápostlasøgan — Chapters