[1] Men tá ið teir høvdu ferðast gjøgnum Amfipolis og Appollóniu, komu teir til Tessalóniku, har sum Jødar høvdu samkomuhús.
[2] Og soleiðis sum hann var vanur, fór Paulus inn til teirra, og tríggjar hvíludagar upp í slag talaði hann við teir út av skriftunum,
[3] og týddi og greiddi fyri teimum, at Kristus átti at líða og rísa upp frá deyðum, og, segði hann: «Hesin Jesus, sum eg boði tykkum, hann er Kristus.»
[4] Og nakrir av teimum vórðu sannførdir og fóru í felag við Paulusi og Silasi, og eisini ein stórur flokkur av teimum Grikkum, sum óttaðust Guð, og ikki fáar av teimum hábornastu kvinnunum.
[5] Men yvri kom í Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandaligar menn av teimum, sum ganga og rekast á torgunum, og gjørdu uppstig og loyptu staðin í røring; og teir hildu at húsinum hjá Jasoni og sóknaðust eftir teimum fyri at føra teir út til fólkið.
[6] Men tá ið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar brøður fram fyri býarstýrið og rópaðu: «Menninir, sum hava sett allan mannaheimin í uppreist, teir eru nú eisini komnir higar.
[7] Og Jason hevur tikið móti teimum, og allir hesir menn gera beint móti boðum keisarans, við tað at teir siga, at ein annar er kongur, og tað er Jesus.»
[8] Og teir loyptu ræðslu á mannamúgvuna og býarstýrið, sum hoyrdi hetta.
[9] Og tá ið teir høvdu tikið veður fyri Jason og hinar, lótu teir teir sleppa.
[10] Og við tað sama sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað um náttina til Berøu, og tá ið teir vóru komnir hagar, fóru teir inn í samkomuhúsið hjá Jødum.
[11] Men hesir vóru meira góðviljaðir enn teir í Tessalóniku, og teir tóku móti orðinum við sera góðum huga og rannsakaðu dagliga skriftirnar, um hetta var soleiðis.
[12] Mangir av teimum tóku tá við trúgv og ikki fá av hábornum grikskum kvinnum og monnum.
[13] Men tá ið Jødarnir í Tessalóniku fingu at frætta, at eisini í Berøu varð Guðs orð boðað av Paulusi, komu teir og loyptu eisini her røring og øsing í mannamúgvurnar.
[14] Men alt fyri eitt sendu tá brøðurnir Paulus avstað, at hann skuldi halda leiðini líka at havinum; men bæði Silas og Timoteus vórðu verandi eftir har.
[15] Men teir, sum fluttu Paulus, førdu hann líka til Aten, og tá ið teir høvdu fingið boð við aftur til Silasar og Timoteusar, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara, fóru teir avstað.
[16] Men meðan nú Paulus bíðaði eftir teimum í Aten, gramdist andi hansara so sáran í honum, tá ið hann sá, at staðurin var fullur av skurðgudum.
[17] Hann talaði tí í samkomuhúsinum við Jødarnar og við teir, sum óttaðust Guð, og á torginum hvønn dag við teir, sum hann har hitti við.
[18] Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir søgdu: «Hvat man hasin geiparin hava at siga?» og aðrir hildu fyri: «Hann tykist at vera boðari um ókendar gudar;» av tí at hann boðaði gleðiboðskapin um Jesus og uppreisnina.
[19] Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og søgdu: «Kunnu vit fáa at vita, hvat ið hetta er fyri ein nýggj læra, sum tú talar um?
[20] Tí at tað er nakað undarligt, sum tú letur koma fyri oyruni á okkum; tí vilja vit fáa at vita, hvat ið hetta hevur at týða.»
[21] Men allir Atenmenn og fremmandir, sum búðu har, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra okkurt nýtt.
[22] Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: «Atenmenn, eg síggi, at tit í øllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara.
[23] Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: «Ókunnum gudi.» Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum:
[24] Guð, sum gjørdi heimin og alt, sum í honum er, hann sum er harri himins og jarðar, býr ikki í templum, gjørdum við hondum;
[25] ikki heldur verður honum tænað av mannahondum, sum at honum skuldi verið tørvur á nøkrum, tí at hann sjálvur gevur øllum lív og anda og allar lutir.
[26] Og hann hevur latið øll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra,
[27] so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nøkrum einasta av okkum;
[28] tí at í honum liva vit og rørast vit og eru vit; soleiðis sum eisini nøkur av skaldunum hjá tykkum hava sagt: «Tí at vit eru eisini hans ætt.»
[29] Men við tað at vit eru Guðs ætt, tá mega vit ikki halda, at guddómurin er líkur gulli ella silvuri ella steini, eini mynd, gjørdari av manna hegni og hugsan.
[30] Tá ið nú Guð hevur havt tol við hinum vankunnu tíðunum, so boðar hann nú menniskjunum, at tey øll allar staðir skulu venda um,
[31] við tað at hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil døma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjørt fullvíst fyri øllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum.»
[32] Men tá ið teir hoyrdu um uppreisn av deyðum, spottaðu summir, men summir søgdu: «Vit vilja hoyra frá tær um hetta eina ferð enn.»
[33] So statt fór Paulus burtur frá teimum.
[34] Men nakrir menn, sum hildu sær til hansara, tóku trúgv; teirra millum var eisini Dionýsius, ein av ráðsmonnunum á Areopagos, og ein kona, Damaris at navni, og onnur við teimum.