Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:38

[1] Men fimm dagar aftaná fór høvuðspresturin Ánanias oman saman við nøkrum av hinum elstu og einum røðumanni, Tertullusi, og hesir bóru fram klagumál fyri landshøvdinganum móti Paulusi.

[2] Og tá ið hann var kallaður fyri, tók Tertullus at klaga hann og segði:

[3] «At vit av tínum ávum njóta miklan frið, og at rættarbøtur í øllum førum og allar staðir verða hesum fólki givnar av tíni umsjón, mætasti Feliks, tað ásanna vit við allari takksemi.

[4] Men fyri at eg ikki skal ónáða teg ov mikið, biði eg, at tú av mildi tíni vilt hoyra okkum nøkur fá orð.

[5] Tað er nú soleiðis, at vit eru komnir eftir, at hesin maður er ein sótt og ein ófriðarkroppur millum allar Jødar um allan heimin og er oddamaður hjá Nasareara-flokkinum.

[6] Hann hevur meira at siga roynt at vanhalga halgidómin; og vit tóku hann tá (og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara.

[7] Men Lýsias herhøvdingin kom til og førdi hann burtur úr hondunum á okkum við stórari valdsgerð,

[8] og hann beyð klagumonnum hansara at koma til tín); og av honum kanst tú, tá ið tú sjálvur sóknast eftir, fáa kunnugleika um alt tað, sum vit klaga hann fyri.»

[9] Men eisini Jødarnir tóku undir og søgdu, at soleiðis var.

[10] Men Paulus svaraði, tá ið landshøvdingin gav honum ábending um, at hann kundi taka til máls: «Við tað at eg veit, at tú í mong ár hevur verið dómari hjá hesum fólki, vil eg við góðum huga verja mál mítt,

[11] tí at tú kanst fáa at vita, at tað ikki eru meira enn tólv dagar síðan eg kom niðan til Jerúsalem fyri at halda bøn.

[12] Og hvørki hittu teir meg í halgidóminum í orðaskifti við nakran, ella at eg eggjaði fólki til uppreist, ei heldur í samkomuhúsunum ella úti um staðin;

[13] og heldur ikki eru teir førir fyri at prógva tað fyri tær, sum teir nú klaga meg fyri.

[14] Men hetta viðgangi eg fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla ein stakflokk, tæni eg soleiðis Guði fedra vára, at eg trúgvi øllum tí, sum stendur í lógini, og tí, sum er skrivað hjá profetunum,

[15] og havi ta vón til Guðs, sum teir sjálvir eisini hava í væntan, at uppreisn skal koma at verða bæði av rættvísum og órættvísum.

[16] Av teirri grund leggi eg mær sjálvum eina við altíð at hava óskadda samvitsku fyri Guði og monnum.

[17] Men tá ið mong ár vóru liðin, kom eg higar at flýggja fólki mínum olmussugávur og at bera fram offur,

[18] og undir hesum viðurskiftum hittu teir meg, tá ið eg hevði reinsað meg í halgidóminum, men uttan nakra mannagongd og uttan nakra óspekt. Men har vóru nakrir Jødar frá Ásiu,

[19] og teir áttu at verið komnir higar fram fyri teg og borið fram klagu, um teir høvdu okkurt at kenna mær um.

[20] Ella lat hesar sjálvar siga, hvørja søk teir hava funnið hjá mær, tá ið eg stóð fyri ráðinum;

[21] uttan tað skuldi so verið hetta eina orðið, sum eg rópaði, tá ið eg stóð millum teirra: «Fyri uppreisn av deyðum standi eg í dag fyri rættinum frammi fyri tykkum!» »

[22] Men Feliks frestaði málinum, av tí at hann visti gjøllari um vegin, og hann segði: «Tá ið Lýsias, herhøvdingin, kemur oman higar, skal eg gera mál tykkara av.»

[23] Og hann beyð høvuðsmonnunum at halda honum í varðhaldi og lata hann fáa náðir og ikki forða nøkrum av hansara egnu at veita honum ein beina.

[24] Tá ið nakrir dagar vóru farnir, kom Feliks við Drusillu, konu síni, sum var av Jøda ætt, og sendi boð eftir Paulusi, og lýddi á talu hansara um trúnna á Krist Jesus.

[25] Men tá ið hann talaði um rættvísi og um fráhald og komandi dóm, varð Feliks illa við og svaraði: «Far nú avstað fyri hesa ferð; men tá ið eg fái stundir, skal eg kalla teg til mín aftur.»

[26] Eisini gjørdi hann sær vón um, at hann skuldi fáa pengar av Paulusi; tí var tað eisini, at hann oftari sendi boð eftir honum og talaði við hann.

[27] Men tá ið tvey ár vóru liðin, fekk Feliks sum eftirmann Porkius Festus; og av tí at Feliks vildi vinna sær tøkk hjá Jødunum, læt hann Paulus eftir í leinkjum.

Ápostlasøgan — Chapters