Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:44

[1] Og eg, brøður, kundi ikki tala við tykkum sum við andligar, men sum við holdligar, sum við nýføðingar í Kristi.

[2] Mjólk gav eg tykkum at drekka, ikki tuggumat; tí at enn toldu tit tað ikki, ja, tit tola tað heldur ikki enn.

[3] Tí at tit eru enn holdligir. Tí at tá ið øvund og trætnaður er tykkara millum, eru tit tá ikki holdligir og fara at á manna vísi?

[4] Tí at tá ið ein sigur: «Eg eri í parti Paulusar,» og annar: «Eg eri í parti Ápollosar,» eru tit tá ikki menniskjur?

[5] Hvat er tá Ápollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum fingu tykkum til at taka við trúgv, og tað eftir sum Harrin gav hvørjum fyri seg.

[6] Eg setti niður, Ápollos vætti, men Guð gav vøkst.

[7] So er tá hvørki tann nakað, sum setir niður, ella tann, sum vætir, men Guð, sum gevur vøkst.

[8] Men tann, sum setir niður, og tann, sum vætir, eru eitt; men ein og hvør skal fáa sína egnu løn eftir sínum egna arbeiði.

[9] Tí at Guðs starvsfelagar eru vit; Guðs akurlendi, Guðs bygningur eru tit.

[10] Eftir teirri Guðs náði, sum mær er givin, havi eg sum ein kønur húsasmiður lagt grundvøll; men annar byggir omaná; men ein og hvør gevi gætur, hvussu hann byggir omaná.

[11] Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus.

[12] Men um einhvør byggir oman á grundvøllin gull, silvur, dýrar steinar, træ, hoyggj, hálm,

[13] tá skal verkið hjá einum og hvørjum verða eyðsýnt; tí at dagurin skal sýna tað, av tí at hann verður opinberaður við eldi; og hvussu verkið hjá einum og hvørjum er, tað skal eldurin prógva.

[14] Um verkið hjá einumhvørjum, sum hann bygdi omaná, verður standandi, tá skal hann fáa løn.

[15] Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi.

[16] Vita tit ikki, at tit eru Guðs tempul, og at andi Guðs býr í tykkum?

[17] Um einhvør oyðir Guðs tempul, tá skal Guð oyða hann; tí at heilagt er Guðs tempul, og tað eru tit.

[18] Eingin svíki seg sjálvan! Um einhvør tykist vera vísur tykkara millum í hesum heimi, hann verði ein dári, fyri at hann kann verða vísur!

[19] Tí at vísdómurin, sum hoyrir hesum heimi til, er dárskapur hjá Guði; tí at skrivað stendur: «Hann er tann, sum fangar hinar vísu í falsi teirra.»

[20] Og aftur: «Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar.»

[21] Tí rósi eingin sær av menniskjum, tí at alt er tykkara;

[22] hvørt tað so er Paulus, ella Ápollos, ella Kefas, ella heimur, ella lív, ella deyði, ella hitt verandi, ella hitt komandi, alt er tykkara;

[23] men tit eru Krists, men Kristus er Guðs.

Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna — Chapters