Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:38

[1] Kann nakar av tykkum troysta sær, tá ið hann hevur søk móti einum øðrum, at lata tað koma undir dóm hjá hinum órættvísu og ikki hjá hinum heilagu?

[2] Ella vita tit ikki, at hini heilagu eiga at døma heimin? Men skal heimurin verða dømdur av tykkum, eru tit tá óverdugir at døma í hinum minstu søkum?

[3] Vita tit ikki, at vit eiga at døma einglar? Hvat tá í tímiligum viðurskiftum!

[4] Tá ið tit so hava sakarmál um tímilig viðurskifti, seta tit tá teir menn til dómarar, sum einki eru virdir í kirkjuliðinum?

[5] Tykkum til skammar sigi eg hetta. Er tá ikki ein einasti skilamaður til tykkara millum, sum er førur fyri at skilja trætuna fyri bróður sín?

[6] Men bróðir hevur søk við bróður, og tað fyri vantrúnum!

[7] Annars er tað nú longu ein minkan fyri tykkum, at tit hava sakarmál hvør við annan. Hví líða tit ikki heldur órætt? Hví lata tit ikki heldur verða tikið frá tykkum?

[8] Men tit gera órætt, og tit taka, og tað frá brøðrum!

[9] Ella vita tit ikki, at órættvísir ikki skulu arva Guðs ríki. Villist ikki! Hvørki siðloysingar ella avgudadýrkarar ella horkallar ella teir, sum lata seg brúka til ónáttúrligt ólevnað, ella teir, sum fremja slíkt ólevnað,

[10] ella tjóvar ella gírugir ella drykkjumenn ella illmælismenn ella ránsmenn skulu arva Guðs ríki.

[11] Og hetta vóru tit, summir av tykkum. Men tit vórðu tváaðir, ja, tit vórðu halgaðir, tit vórðu rættvísgjørdir í navni Harrans Jesu Krists og í anda Guðs várs.

[12] Alt er mær loyvt; men ikki alt er gagnligt. Alt er mær loyvt, men eg skal ikki lata nakað fáa vald á mær.

[13] Maturin er fyri búkin, og búkurin fyri matin; men Guð skal gera enda bæði á øðrum og øðrum. Men likamið er ikki fyri hordóm, men fyri Harran, og Harrin fyri likamið.

[14] Og bæði hevur Guð vakt upp Harran, og skal uppvekja okkum við kraft síni.

[15] Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Krists? Skal eg tá taka limir Krists og gera teir til skøkju-limir? Á ongum sinni!

[16] Ella vita tit ikki, at tann, sum heldur seg aftur at skøkjuni, er eitt likam saman við henni? «Tí at tey tvey,» sigur hann, «skulu verða eitt hold.»

[17] Men tann, sum heldur seg aftur at Harranum, er ein andi saman við honum.

[18] Flýggið hordómin! Ein og hvør synd, sum menniskjan annars kann gera, er uttan fyri likamið. Men tann, sum drívur hor, syndar móti sínum egna likami.

[19] Ella vita tit ikki, at likam tykkara er tempul heilaga andans, sum er í tykkum, og sum tit hava frá Guði, og at tit ikki eru tykkara egnu?

[20] Tí at tit eru keyptir dýrt. Ærið tí Guð í likami tykkara!

Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna — Chapters