[1] Soleiðis haldi menn okkum fyri tænarar Krists og húshaldarar yvir loyndardómum Guðs.
[2] Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur.
[3] Men mær liggur tað ógvuliga lítið á at verða dømdur av tykkum ella av menniskjuligum dómstóli; ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur.
[4] Tí at eg veit einki við mær sjálvum, men fyri tað eri eg tó ikki rættvísgjørdur; men tann, sum dømir meg, er Harrin.
[5] Dømið tí ikki nakað fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, hann sum eisini skal leiða tað fram í ljósið, sum er fjalt í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna; og tá skal ein og hvør fáa rós sítt av Guði.
[6] Men hetta, brøður, havi eg nýtt um meg sjálvan og Ápollos fyri tykkara skuld, fyri at tit, við at hava okkum sum dømi, mega læra hetta: ikki at fara longur enn skrivað stendur, til tess at eingin tykkara skal blása seg upp fyri einum móti øðrum.
[7] Tí at hvør gevur tær fyrimun? Og hvat hevur tú, sum tú ikki hevur fingið? Men hevur tú nú fingið, hví rósar tú tær tá, sum tú ikki hevði fingið?
[8] Tit eru longu vorðnir mettir; tit eru longu vorðnir ríkir; uttan okkum eru tit vorðnir kongar; ja, gævi satt, at tit vóru vorðnir kongar, so at vit eisini kundu vera kongar saman við tykkum!
[9] Tí at mær tykir, at Guð hevur sett okkum ápostlarnar aftastar, eins og deyðadømdar; tí at vit eru vorðnir heiminum ein skurssjón, bæði einglum og monnum.
[10] Vit eru fávitskutir fyri Krists skuld, men tit eru vitrir í Kristi; vit veikir, men tit sterkir; tit í miklum metum, men vit vanvirdir.
[11] Líka at hesi stund eru vit bæði svangir og tystir og naknir, og vit verða bardir og hava ongan tilhaldsstað;
[12] og vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum; vit verða útspiltir, og vit vælsigna; vit verða forfylgdir, og vit taka tað við toli;
[13] vit verða spottaðir, og vit áminna; vit eru vorðnir sum heimsins gólvsóp, útskot hjá øllum líka til nú.
[14] Ikki skrivi eg hetta tykkum til skammar; men eg áminni tykkum eins og elskaðu børn míni.
[15] Tí at um tit so hava tíggju túsund lærumeistarar í Kristi, hava tit tó ikki mangar fedrar; tí at eg havi í Kristi Jesusi gitið tykkum við gleðiboðskapinum.
[16] Eg áminni tykkum tí: verðið eftirfylgjarar mínir!
[17] Tess vegna sendi eg til tykkara Timoteus, sum er mítt elskaða og trúfasta barn í Harranum, og hann skal minna tykkum á vegir mínar í Kristi, soleiðis sum eg læri allar staðir í hvørjum kirkjuliði.
[18] Men summir hava blást seg upp, í vón um at eg ikki mundi koma til tykkara.
[19] Men eg komi brátt til tykkara, um Harrin vil, og skal tá fáa at kenna ikki orð teirra, sum eru uppblásnir, men kraft teirra.
[20] Tí at Guðs ríki er ikki í orðum, men í kraft.
[21] Hvat vilja tit? Skal eg koma til tykkara við koyrli ella við kærleika og spaklyndis anda?