[1] Men viðvíkjandi hinum andligu gávunum, brøður, vil eg ikki, at tit skulu vera óvitandi.
[2] Tit vita, at meðan tit vóru heidningar, tá vórðu tit drignir at hinum málleysu skurðgudunum, alt sum tit vórðu drignir.
[3] Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar av Guðs anda, sigur: «Bannaður er Jesus!» og eingin kann siga: «Jesus er Harri,» uttan av heilagum anda.
[4] Tað er munur á náðigávum, men andin er hin sami;
[5] og tað er munur á tænastum, og harrin er hin sami;
[6] og tað er munur á kraftargerðum, men Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum.
[7] Men opinbering andans verður einum og hvørjum givin til tað, sum gagnligt er.
[8] Einum verður soleiðis givin við andanum vísdóms tala, øðrum kunnskapar tala eftir hinum sama anda;
[9] øðrum trúgv í sama anda; øðrum gávur til at grøða í hinum eina anda;
[10] øðrum at útinna kraftargerðir; øðrum profetagáva; øðrum at døma um andar; øðrum ymis tungutala; øðrum týðan av tungutalu.
[11] Men alt hetta virkar hin eini og sami andin, sum býtir sundur til ein og hvønn fyri seg eftir vild síni.
[12] Tí at eins og likamið er eitt og hevur mangar limir, men allir limirnir á likaminum, tó at teir eru mangir, kortini eru eitt likam, soleiðis eisini Kristus.
[13] Tí at við einum anda vórðu vit jú allir doyptir til eitt likam, annaðhvørt vit eru Jødar ella Grikkar, trælir ella frælsir; og allir fingu vit ein anda at drekka.
[14] Likamið er jú heldur ikki ein limur, men mangir.
[15] Um fóturin segði: «Við tað at eg eri ikki hond, hoyri eg ikki til likamið,» so heldur hann fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið.
[16] Og um oyrað segði: «Við tað at eg eri ikki eyga, hoyri eg ikki til likamið,» so heldur tað fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið.
[17] Um alt likamið var eyga, hvar varð tá hoyrnin? Um alt var hoyrn, hvar varð tá lukturin?
[18] Men nú hevur Guð sett limirnar, hvønn einstakan av teimum, á likamið, eftir sum honum líkaði.
[19] Men um teir allir vóru ein limur, hvar varð tá likamið?
[20] Men nú eru tað mangir limir, men eitt likam.
[21] Eygað kann ikki siga við hondina: «Eg treingi ikki til tín!» ella høvdið við føturnar: «Eg treingi ikki til tykkara!»
[22] Nei, nógv heldur eru teir limir á likaminum fyri neyðini, sum tykjast okkum at vera hinir veikastu,
[23] og teir, sum tykjast okkum ikki so virðismiklir á likaminum, teir klæða vit við tess størri virðing; og teir limirnir, sum vit blúgvast við, verða viðfarnir við tess størri blúgv;
[24] hinir harímót, sum vit ikki blúgvast við, hava tað ikki neyðugt. Men Guð hevur sett likamið soleiðis saman, at hann gav tí ringara størri æru,
[25] fyri at tað ikki skal vera tvídráttur í likaminum, men fyri at limirnir skulu hava somu umsorgan hvør fyri øðrum.
[26] Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við.
[27] Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg.
[28] Og Guð hevur sett nakrar í kirkjuliðinum í fyrsta lagi til ápostlar, í øðrum lagi til profetar, í triðja lagi til lærarar, síðan kraftargerðir, tínæst gávur til at grøða, til at hjálpa, til at stýra, og ymsar tungutalur.
[29] Munnu allir vera ápostlar? Munnu allir vera profetar? Munnu allir vera lærarar? Munnu allir gera kraftargerðir?
[30] Munnu allir hava gávur at grøða? Munnu allir tala í tungum? Munnu allir týða?
[31] Men tráið eftir hinum størstu náðigávunum! Og eg skal vísa tykkum á ein ólíka betri veg.