Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:31

[2] Eg rósi tykkum fyri tað, at tit í øllum lutum minnast til mín, og at tit halda fast við fyriskipanir mínar, soleiðis sum eg skipaði tykkum fyri.

[3] Men eg vil, at tit skulu vita, at Kristus er høvur hvørs eins mans; men høvur konunnar er maðurin, og høvur Krists er Guð.

[4] Ein og hvør maður, sum heldur bøn ella profeterar og hevur uppi á høvdinum, hann skemmir høvur sítt.

[5] Men ein og hvør kona, sum heldur bøn ella profeterar við berum høvdi, hon skemmir høvur sítt; tí at tað er eitt og tað sama, sum at hon hevði rakað sær.

[6] Um tí konan ikki vil hava um høvdið, tá lat hana eisini klippa sær av høvdinum; men er tað skomm fyri konu at klippa sær ella raka sær av høvdinum, tá havi hon um høvdið!

[7] Tí at maður eigur ikki at hava á høvdinum, við tað at hann er mynd og æra Guðs; men konan er æra mansins.

[8] Tí at ikki er maðurin av konuni; men konan av manninum.

[9] Og ikki heldur varð maðurin skapaður fyri konunnar skuld, men konan fyri mansins skuld.

[10] Av teirri grund eigur konan at hava eitt ráðstekin á høvdi sínum fyri einglanna skuld.

[11] Men í Harranum er tó hvørki kona uttan mann ella maður uttan konu.

[12] Tí at líkasum konan er av manninum, soleiðis er eisini maðurin við konuni; og alt samalt er tað av Guði.

[13] Dømið hjá tykkum sjálvum: Sømir tað konu at biðja til Guðs við berum høvdi?

[14] Lærir ikki sjálv náttúran tykkum, at tá ið maður ber sítt hár, tá er tað skomm fyri hann;

[15] men tá ið kona ber sítt hár, tá er tað æra fyri hana? Tí at hitt síða hárið er givið henni sum eitt slør.

[16] Men hevur einhvør hug at trætast um hetta, tá er slíkt ikki siður hjá okkum, ei heldur hjá kirkjuliðum Guðs.

[17] Men samtíðis sum eg fyriskipi hetta, rósi eg tykkum ikki fyri tað, at tit koma saman, ikki til tað betra, men til tað verra.

[18] Tí at fyrst so hoyri eg, at tað er ósemja tykkara millum, tá ið tit koma saman í kirkjuliðinum, og fyri ein part trúgvi eg tí.

[19] Tí at tað mega eisini vera serflokkar hjá tykkum, so at hini fullroyndu tykkara millum kunnu verða opinlýs.

[20] Tá ið tit so koma saman í felagi, er tað ikki at eta kvøldmáltíð Harrans;

[21] tí at við borðhaldið fær hvør sær sína egnu máltíð frammanundan, og situr so ein svangur, men annar ovfyllir seg.

[22] Hava tit tá ikki hús til at eta og drekka í? Ella vanvirða tit Guðs kirkjulið og gera teimum fyri skommum, sum einki eiga? Hvat skal eg siga við tykkum? Skal eg rósa tykkum? Fyri hetta rósi eg tykkum ikki.

[23] Tí at eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi latið tykkum fáa, at Harrin Jesus, ta náttina sum hann varð svikin, tók breyð,

[24] og takkaði og breyt tað og segði: «Hetta er likam mítt, sum er fyri tykkum; gerið hetta til mínar áminningar!»

[25] Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: «Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum; gerið hetta, so ofta sum tit tað drekka, til mínar áminningar!»

[26] Tí at so ofta sum tit eta hetta breyðið og drekka kalikin, boða tit deyða Harrans, inntil hann kemur.

[27] Hvør sum tess vegna etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverdugliga, hann verður sekur í likami og blóði Harrans.

[28] Men hvør maður viti eftir hjá sær sjálvum, og síðan eti hann av breyðinum og drekki av kalikinum.

[29] Tí at tann, sum etur og drekkur, hann etur og drekkur sær sjálvum til dóms, tá ið hann ikki ger mun á likaminum.

[30] Av teirri orsøk eru so mong ússalig og sjúk tykkara millum, og mong sovna burtur.

[31] Men dømdu vit um okkum sjálv, tá vórðu vit ikki dømd.

[32] Men tá ið vit verða dømd, verða vit revsað av Harranum, fyri at vit ikki skulu verða fordømd saman við heiminum.

[33] Tí, brøður mínir, tá ið tit koma saman at eta, tá bíði hvør eftir øðrum!

[34] Er nakar svangur, tá fái hann sær at eta heima, fyri at samkomur tykkara ikki skulu verða tykkum til dóms. Men um hitt skal eg skipa fyri, tá ið eg komi.

Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna — Chapters