Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 9:00

[1] Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í,

[2] sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, – uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis.

[3] Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar,

[4] og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar,

[5] og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv;

[6] og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur.

[7] Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum.

[8] Men síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær eins og burði, sum ikki er komin av tíð,

[9] tí at eg eri hin ringasti av ápostlunum og eri ikki verdur at verða kallaður ápostul, við tað at eg forfylgdi Guðs kirkjuliði.

[10] Men av Guðs náði eri eg tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið til ónýtis; nei, eg havi arbeitt meira enn teir allir, tó ikki eg, men Guðs náði við mær.

[11] Annaðhvørt tað so eri eg ella tað eru teir, soleiðis prædika vit, og soleiðis tóku tit við trúnni.

[12] Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til?

[13] Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp;

[14] men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd.

[15] Men vit koma tá eisini at roynast sum lygivitni um Guð, av tí at vit hava vitnað móti Guði, at hann reisti upp Krist, sum hann ikki hevur reist upp, so framt sum deyð ikki rísa upp.

[16] Tí at rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp;

[17] men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara,

[18] og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi.

[19] Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum.

[20] Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.

[21] Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju.

[22] Tí at líkasum øll doyggja í Ádami, soleiðis skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristi.

[23] Men ein og hvør í sínum raði: Kristus sum frumgróðurin, tínæst tey, sum hoyra Kristi til við komu hansara;

[24] síðan kemur endin, tá ið hann letur ríkið til Guð og faðirin, tá ið hann hevur týnt einum og hvørjum harradømi, einum og hvørjum veldi og mátti.

[25] Tí at hann skal vera kongur, til tess hann hevur lagt allar fíggindarnar undir føtur sínar.

[26] Síðsti fíggindin, sum týndur verður, er deyðin;

[27] tí at alt hevur hann lagt undir føtur hansara. Men tá ið hann sigur, at alt er lagt undir, er tað eyðvitað, at hann er undantikin, sum legði alt undir hann.

[28] Men tá ið alt er lagt undir hann, tá skal eisini sonurin sjálvur leggja seg undir tann, sum legði allar lutir undir hann, til tess at Guð má vera alt í øllum.

[29] Hvat gera tá annars tey, sum lata seg doypa fyri hini deyðu? Um deyð yvirhøvur ikki rísa upp, hví lata tey seg tá doypa fyri tey?

[30] Hví seta vit okkum eisini í váða hvønn tíma?

[31] Hvønn dag doyggi eg, so satt sum eg kann rósa mær av tykkum, brøður, í Kristi Jesusi, harra okkara.

[32] Tá ið eg, á manna vísi talað, havi barst við villdjór í Efesus, hvat gagn havi eg tá av tí? Um deyð ikki rísa upp, «tá latum okkum eta og drekka, tí at í morgin doyggja vit!»

[33] Villist ikki! Ringt felag spillir góðar siðir.

[34] Verið rættuliga klárvaknir og syndið ikki! Tí at summir hava ongan kunnleika um Guð; tykkum til skammar sigi eg tað.

[35] Men nú kundi onkur sagt: «Hvussu rísa hini deyðu upp? Og við hvørjum likami koma tey?»

[36] Fákunni tú! Tað, sum tú sáar, verður ikki gjørt livandi, uttan at tað doyr;

[37] og tá ið tú sáar, er tað ikki tað likamið, sum koma skal, tú sáar, men eitt bert frækorn, annaðhvørt tað nú er av hveiti ella onkrum øðrum sáðkorni.

[38] Men Guð gevur tí eitt likam, soleiðis sum hann hevur viljað, og hvørjum slagi av sáðkorni sítt egna likam.

[39] Ikki er alt hold sama hold; men eitt er mannahold, annað er djóra; eitt er fuglahold, annað er fiska.

[40] Og til eru himmalsk likam og jørðisk likam; men ein er dýrdin hjá hinum himmalsku, og onnur hjá hinum jørðisku.

[41] Ein er ljómi sólarinnar, og annar er ljómi mánans og annar ljómi stjarnanna; tí at stjørna brýtur av frá stjørnu í ljóma.

[42] Soleiðis er tað eisini við uppreisnini av deyðum. Tað verður sáað forgongiligt, men rísur upp óforgongiligt.

[43] Tað verður sáað í vanvirðu, men rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, men rísur upp í styrkleika.

[44] Tað verður sáað eitt náttúrligt likam, men rísur upp eitt andligt likam. Er eitt náttúrligt likam til, tá er eisini eitt andligt likam til.

[45] Soleiðis stendur eisini skrivað: «Hin fyrsti maðurin, Ádam, varð livandi sál,» hin seinni Ádam lívgandi andi.

[46] Men hitt andliga er ikki tað fyrsta, men hitt náttúrliga, síðan hitt andliga.

[47] Hin fyrsti maðurin var frá jørð, av mold, hin annar maðurin er frá himni.

[48] Eins og hin jørðiski var, soleiðis eru eisini hini jørðisku; og eins og hin himmalski var, soleiðis eru eisini hini himmalsku.

[49] Og líkasum vit hava borið mynd hins jørðiska, soleiðis skulu vit eisini bera mynd hins himmalska.

[50] Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva Guðs ríki, heldur ikki arvar hitt forgongiliga óforgongiligleikan.

[51] Sí, eg sigi tykkum eitt loyndarmál. Vit skulu ikki allir sovna burtur, men vit skulu allir verða umbroyttir,

[52] í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp, óforgongilig, og vit skulu verða umbroyttir.

[53] Tí at hetta forgongiliga eigur at verða klætt í óforgongiligleika, og hetta deyðuliga eigur at verða klætt í ódeyðuligleika.

[54] Men tá ið hetta forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og hetta deyðuliga er klætt í ódeyðuligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: «Deyðin er uppslúkaður í sigur.»

[55] «Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?»

[56] Men broddur deyðans er syndin, og máttur syndarinnar er lógin.

[57] Men tøkk veri Guði, sum gevur okkum sigurin við harra várum, Jesusi Kristi!

[58] Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!

Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna — Chapters