[1] Men viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, tá er tað gott fyri mann ikki at nema kvinnu.
[2] Men fyri hordómanna skuld havi ein og hvør maður sína egnu konu, og ein og hvør kvinna havi sín egna mann.
[3] Maðurin geri konuni skyldu sína, og somuleiðis eisini konan manninum.
[4] Konan hevur ikki vald yvir sínum egna likami, men maðurin; og somuleiðis hevur heldur ikki maðurin vald yvir sínum egna likami, men konan.
[5] Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum, uttan at tað so er í samráði fyri eina tíð, fyri at tit kunnu hava náðir til bønahalds, og komið so saman aftur, fyri at Sátan ikki skal freista tykkum, við tað at tit ikki kunnu vera fráhaldandi.
[6] Men hetta sigi eg sum eini eirindi, ikki sum eini boð.
[7] Men tað ynski eg, at allar menniskjur vóru, eins og eg eri sjálvur; men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Guði, ein so, og annar so.
[8] Men við hinar ógiftu og við einkjurnar sigi eg, at tað er gott fyri tey, um tey verða verandi, eins og eg eri.
[9] Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, tá gifti tey seg; tí at betri er at gifta seg enn at brenna av girnd.
[10] Men teimum, sum eru gift, bjóði eg, tó ikki eg, men Harrin, at konan ikki má skiljast frá manninum, –
[11] men er hon skild frá honum, skal hon verða verandi ógift ella sameinast við mannin – og at maðurin ikki má lata konuna fara frá sær.
[12] Men við hini sigi eg, ikki Harrin: Um onkur bróðir hevur vantrúna konu, og hon hevur hug at búgva saman við honum, tá skal hann ikki lata hana fara frá sær;
[13] og ein kona, sum hevur vantrúnan mann, og hann hevur hug at búgva saman við henni, skal ikki lata mannin fara frá sær.
[14] Tí at hin vantrúni maðurin er halgaður í konuni, og hin vantrúna konan er halgað í bróðurinum; tí at annars vóru børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.
[15] Men vil hin vantrúni fara, so lat hann fara; tí at hvørki bróðirin ella systirin eru trælabundin í slíkum lutum; men í friði hevur Guð kallað okkum.
[16] Tí at hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín? Ella hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína?
[17] Bert at ein og hvør má gera soleiðis, sum Harrin hevur givið honum í lut, sum Guð hevur kallað hann. Og soleiðis skipi eg fyri í øllum kirkjuliðunum.
[18] Er nakar kallaður sum umskorin, tá dragi hann ikki yvirhúð yvir; er nakar kallaður sum óumskorin, tá lati hann seg ikki umskera!
[19] Umskeringin hevur einki at týða, og yvirhúðin hevur einki at týða, men tað at halda Guðs boð.
[20] Ein og hvør verði verandi í teirri støðu, sum hann varð kallaður í!
[21] Ert tú kallaður sum trælur? Ber ikki sút um tað! Men um enn tú eisini kanst verða frælsur, tá ger tær tess meira gott úr tí.
[22] Tí at tann trælur, sum er kallaður í Harranum, er frímaður Harrans; á sama hátt er tann, sum kallaður er sum frælsur maður, trælur Krists.
[23] Tit eru keyptir dýrt; verðið ikki mannatrælir!
[24] Brøður, ein og hvør verði verandi hjá Guði í tí standi, sum hann varð kallaður í!
[25] Men viðvíkjandi moyggjunum havi eg einki boð frá Harranum; men eg seti fram mína meining sum tann, ið fingið hevur ta náði av Harranum at vera trúsagdur.
[26] Eg haldi tá, at tað er gott vegna ta neyð, sum nú er fyri hond, – at tað er gott fyri menniskju at vera soleiðis.
[27] Ert tú bundin til konu? Royn tá ikki at verða leysur. Ert tú leysur av konu? Søk tær tá ikki konu.
[28] Men um tú eisini giftist, syndar tú ikki; og um ein moyggj giftist, syndar hon ikki; men trongd vilja slík fáa fyri hold sítt, men eg vil spara tykkum.
[29] Men hetta sigi eg, brøður, at tíðin er stutt, so at hereftir skulu bæði teir, sum hava konur, vera, sum høvdu teir onga,
[30] og teir, sum gráta, sum grótu teir ikki, og teir, sum eru glaðir, sum vóru teir ikki glaðir, og teir, sum keypa, sum fingu teir einki at eiga,
[31] og teir, sum nýta heimin, sum nýttu teir hann ikki. Tí at skapilsið á hesum heimi forferst.
[32] Men eg vil, at tit skulu ikki vera stúrnir. Hin ógifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, hvussu hann kann toknast Harranum.
[33] Men hin gifti maðurin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hann kann toknast konuni.
[34] Og tað er eisini munur á konuni og moynni. Hin ógifta moyggin hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir Harranum til, fyri at hon má vera heilag bæði viðvíkjandi likami og anda; men hin gifta konan hevur umsorgan fyri tí, sum hoyrir heiminum til, hvussu hon kann toknast manninum.
[35] Men hetta sigi eg tykkum sjálvum at gagni, ikki fyri at kasta eina snerru fyri tykkum, men fyri at fremja sømd og støðugt fasthaldni við Harran.
[36] Men um onkur heldur, at hann ger ógiftu dóttur síni til skammar, um hon situr ungdómsárini av sær, og tað má so vera, tá geri hann tað, sum honum sýnist, hann syndar ikki; giftist tey!
[37] Tann harímóti, sum er staðfastur í hjarta sínum og ikki er noyddur til tess, men hevur fult ræði á sínum egna vilja og hevur sett sær tað fyri í sínum egna hjarta at halda dóttur sína ógifta, hann ger væl;
[38] so at bæði tann maðurin ger væl, sum giftir dóttur sína burtur; og tann, sum ikki giftir hana burtur, ger betur.
[39] Konan er bundin, so leingi sum maður hennara er á lívi; men doyr maðurin, er hon leys, so at hon kann gifta seg við hvørjum, hon vil; bert at tað verður gjørt í Harranum.
[40] Men sælari er hon, um hon verður verandi sum hon er, eftir míni meining. Men eg haldi meg eisini hava Guðs anda.