Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:31

[1] Men eitt høvuðsmál í tí, sum her verður talað um, er hetta: Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum er setstur høgrumegin við hásæti hátignarinnar í himnunum,

[2] sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Guð hevur reist og ikki maður.

[3] Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður innsettur til at bera fram gávur og sláturoffur; tað er tí neyðugt, at eisini hesin hevur nakað at bera fram.

[4] Var hann nú á jørðini, hevði hann als ikki verið prestur, við tað at her eru teir, sum frambera gávurnar samsvarandi lógini,

[5] teir sum veita tænastu fyri eini avmynd og einum skugga av hinum himmalska, eftir teirri ávísing, sum Móses fekk frá Guði, tá ið hann ætlaði sær at skipa tjaldbúðina; tí at hann sigur: «Gáa eftir, at tú gert alt eftir fyrimynd, sum tær varð sýnd á fjallinum!»

[6] Men nú hevur hann fingið eina so mikið mætari halgitænastu, sum hann eisini er millumgongumaður fyri einum betri sáttmála, við tað at hann er grundaður á betri fyrijáttanum.

[7] Tí at hevði hin fyrri verið ólastandi, tá hevði ikki verið roynt at fáa stað fyri einum øðrum.

[8] Tí at hann lastar, tá ið hann sigur við teir: «Sí, dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg skal gera nýggjan sáttmála við Ísraels hús og við Júda hús;

[9] ikki eins og sáttmálan, sum eg gjørdi við fedrar teirra á tí degi, tá ið eg tók í hond teirra, fyri at leiða teir út úr Egyptalandi; tí at teir hildu ikki sáttmála mín, og eg hirdi einki um teir, sigur Harrin.

[10] Tí at hetta er sáttmálin, sum eg skal gera við Ísraels hús aftan á teir dagarnar, sigur Harrin: Eg skal geva lógir mínar í huga teirra og skriva tær á hjørtu teirra, og eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt.

[11] Og teir skulu ikki læra ein og hvør samborgara sín og ein og hvør bróður sín og siga: «Kenn Harran!» tí at allir skulu teir kenna meg, frá hinum minsta til hin størsta teirra.

[12] Tí at eg skal verða miskunnsamur móti misgerðum teirra, og eg skal ikki longur minnast syndir teirra.»

[13] Við tað at hann sigur: «nýggjan», hevur hann dømt hin fyrra sum gamlan; men tað, sum verður gamalt og eldist, er tætt við at verða til einkis.

Brævið til Hebreara — Chapters