Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:50

[1] Tí at hesin Melkisedek, Salem-kongur, prestur hins hægsta Guðs, hann sum gekk á fund Ábrahams, tá ið hann vendi aftur frá ósigri konganna, og vælsignaði hann,

[2] sum Ábraham eisini gav tíggjund av øllum, og sum, tá ið navn hansara verður týtt, fyrst er «rættlætis-kongur», tínæst eisini Salem-kongur, tað er «friðar-kongur»,

[3] sum er uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal, og hevur hvørki upphav daga ella enda lívs, men er gjørdur líkur syni Guðs, – hann verður verandi prestur með alla.

[4] Men gáið eftir, hvussu stórur hann er, sum Ábraham, sjálvur ættarfaðirin, gav tíggjund av herfanginum!

[5] Og teir av Levisonum, sum fáa prestatænastuna, hava boð um at taka tíggjund av fólkinum, eftir lógini, tað er av brøðrum sínum, tó at hesir eru útgingnir av lend Ábrahams;

[6] men hesin, sum ikki telur ætt sína frá teimum, tók tíggjund av Ábrahami og vælsignaði tann, sum hevði fyrijáttanirnar.

[7] Men tað kann als ikki mælast ímót, at tað er hitt ringara, sum verður vælsignað av hinum mætara.

[8] Og her taka deyðiligir menn tíggjund; men har tók tann, sum vitnað verður um, at hann livir.

[9] Og gjøgnum Ábraham hevur at kalla sjálvur Levi, sum tekur tíggjund, latið tíggjund;

[10] tí at hann var enn í lend faðirs síns, tá ið Melkisedek gekk á fund hansara.

[11] Hevði nú fullkomileiki verið at fingið við hitt leviska prestadømið – tí at tað er grundin undir lógini, sum fólkið hevur fingið, – hvør tørvur var tað meira á tí, at ein annar prestur skuldi koma upp á Melkisedeks vísi, og ikki verða nevndur á Árons vísi?

[12] Tí at tá ið prestadømið verður broytt, er tað fyri neyðini, at tað eisini verður broyting á lógini.

[13] Tí at tann, sum hetta er sagt um, var av eini aðrari ættargrein, og eingin av henni hevur havt tænastu fyri altarinum.

[14] Tí at tað er almannakunnugt, at harri okkara er upprunnin av Júda, og viðvíkjandi teirri ættargrein hevur Móses einki talað um prestar.

[15] Og tað er enn meira eyðsýnt, tá ið annar prestur kemur upp í líking við Melkisedek,

[16] sum ikki er vorðin tað eftir lóg av holdligum boði, men eftir kraft av óforgongiligum lívi.

[17] Tí at hann fær tann vitnisburð: «Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.»

[18] Tí at væl verður eitt boð, sum áður var galdandi, avtikið, av tí at tað var máttleyst og gagnleyst,

[19] – tí at lógin gjørdi einki fullkomið, – men ein betri vón verður innførd, og við henni nærkast vit Guði.

[20] Og so vist sum tað ikki er hent uttan eið,

[21] – tí at hinir eru vorðnir prestar uttan eið, men hann við eiði frá tí, sum segði við hann: «Harrin svór, og ikki skal hann iðra seg um tað: «Tú ert prestur allar ævir,»» –

[22] so vist er tað eisini ein betri sáttmáli, sum Jesus er vorðin borgsmaður fyri.

[23] Og hinir eru fleiri, sum vórðu prestar, av tí at deyðin forðaði teimum at halda við.

[24] Men hann hevur prestadømi, har sum ikki verður skifti á, av tí at hann verður verandi allar ævir.

[25] Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum.

[26] Okkum høvdi eisini slíkur høvuðsprestur, heilagur, sakleysur, reinur, skildur frá syndarum og hevjaður upp um himnarnar,

[27] ein sum ikki dagliga hevur fyri neyðini, eins og høvuðsprestarnir, at bera fram offur fyrst fyri sínar egnu syndir, síðan fyri syndirnar hjá fólkinum; tí at hetta gjørdi hann eina ferð burturav, tá ið hann ofraði seg sjálvan.

[28] Tí at lógin innsetir til høvuðsprestar menn, sum hava brek; men orðið í tí eiðinum, sum kom aftan á lógina, innsetir son, sum er fullkomin gjørdur allar ævir.

Brævið til Hebreara — Chapters