Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 8:33

[1] Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.

[2] Tí at fyri hana fingu hinir gomlu góðan vitnisburð.

[3] Við trúgv fata vit, at heimurin er skipaður við Guðs orði, so at tað, sum sæst, ikki er vorðið til av tí, sum er til sjóndar.

[4] Við trúgv bar Ábel fram fyri Guð betri offur enn Káin; og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur, við tað at Guð bar vitnisburð yvir gávum hansara, og við henni talar hann enn, tó at hann er deyður.

[5] Við trúgv varð Enok tikin burtur, at hann ikki skuldi fáa deyðan at síggja, og hann var ikki longur at finna, av tí at Guð hevði tikið hann burtur; tí at áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann fingið tann vitnisburð, at hann hevði toknast Guði.

[6] Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum; tí at tann, sum kemur fram fyri Guð, eigur at trúgva, at hann er til, og at hann lønar teimum, sum leita til hansara.

[7] Við trúgv var tað, at Nóa, tá ið hann hevði fingið ávísing frá Guði um tað, sum enn ikki var at síggja, í gudsótta smíðaði ørk til bjargingar fyri húsfólk sítt, og við henni fordømdi hann heimin, og varð arvingi til rættvísina samsvarandi trúgv.

[8] Við trúgv var Ábraham lýðin, tá ið hann varð kallaður at fara burtur til ein stað, sum hann skuldi fáa í arv, og hann fór burtur, tó at hann ikki visti, hvar hann skuldi koma.

[9] Við trúgv varð hann útlendingur í landi fyrijáttanarinnar, sum var tað í fremmandum landi, og búði í tjøldum saman við Ísaki og Jákupi, sum vóru samarvingar við honum til hina somu fyrijáttan.

[10] Tí at hann væntaði tann stað, sum stendur á fastari grund, og sum Guð er byggingarmeistari og smiður at.

[11] Við trúgv fekk eisini sjálv Sára kraft til at barnast, og tað tó at hon var komin yvir tann aldur, tí at hon helt tann trúfastan, sum hevði fyrijáttað tað.

[12] Tí varð tað eisini av einum, og tað einum ellismerktum, gitin ein slík mongd, sum stjørnur eru á himni og sandkorn við sjóvarstrond, sum eingin er førur at telja.

[13] Í trúgv doyðu allir hesir, uttan at teir høvdu ognast fyrijáttanirnar; men teir sóu tær og heilsaðu teimum langt burtur frá og ásannaðu, at teir vóru fremmandir og útlendingar á jørðini.

[14] Tí at teir, sum slíkt siga, sýna jú týðuliga, at teir tráa at einum fedralandi.

[15] Og høvdu teir hugsað um tað fedralandið, sum teir vóru farnir frá, tá høvdu teir havt tíð til at venda við aftur hagar.

[16] Men nú tráa teir eftir einum betri, tað er einum himmalskum; tí skammast Guð ikki við teir, at kallast Guð teirra; tí at hann hevur bygt stað til teirra.

[17] Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, tá ið hann varð royndur, ja, sín einborna ofraði tann, sum fingið hevði fyrijáttanirnar,

[18] hann, sum sagt hevði verið við: «Í Ísaki skal avkom verða kallað eftir tær;»

[19] tí at hann hugsaði um, at Guð var mentur eisini at vekja upp frá deyðum, og hann fekk hann líkasum aftur haðan at kalla.

[20] Við trúgv vælsignaði Ísakur Jákup og Esav viðvíkjandi tí, sum koma skuldi.

[21] Við trúgv vælsignaði Jákup, tá ið hann var komin til deyða, báðar synir Jósefs, og legði seg fram á stavknapp sín og bað.

[22] Við trúgv talaði Jósef á deyðastrá um burturferð Ísraelsbarna og gav boð um bein síni.

[23] Við trúgv varð Móses, tá ið hann var føddur, krógvaður í tríggjar mánaðir av foreldrum sínum, av tí at tey sóu, at tað var so vænt eitt barn, og tey ræddust ikki boð kongsins.

[24] Við trúgv vrakaði Móses, tá ið hann var tilkomin, tað at vera kallaður dóttursonur Fáraos,

[25] og valdi heldur at tola ilt saman við fólki Guðs, enn at hava eina stutta syndanjóting,

[26] við tað at hann helt vanvirðing Krists fyri størri ríkidømi enn gripir Egyptalands; tí at hann hugdi fram móti lønini.

[27] Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og óttaðist ikki kongsins vreiði; tí at hann helt á, eins og sá hann hin ósjónliga.

[28] Við trúgv helt hann páskir og rýddi blóðið, fyri at tann, sum oyddi hinar frumgitnu, ikki skuldi nema teir.

[29] Við trúgv gingu teir gjøgnum Reyðahavið sum um turt land; men tá ið Egyptar royndu tað sama, druknaðu teir.

[30] Við trúgv rapaðu Jeriko-múrar, tá ið teir høvdu verið umgingnir í sjey dagar.

[31] Við trúgv slapp skøkjan Ráhab undan at umkomast saman við hinum ólýdnu, tí at hon hevði tikið ímót njósnarunum við friði.

[32] Og hví skal eg tala longur? Tíðin mundi ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Bárak, Samson, Jefta og Dávid og Sámuel og profetunum,

[33] sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu fyrijáttanir, byrgdu munnin á leyvum,

[34] sløktu eldsmegi, komust undan svørðseggjum, vórðu sterkir aftan á veikleika, gjørdust veldigir í stríði, fingu fíggindaherar at víkja.

[35] Konur fingu sínar deyðu aftur, við tað at teir risu upp. Aðrir vórðu lagdir á pínubonk, og tóku ikki móti útloysingini, fyri at teimum kundi lutast ein betri uppreisn.

[36] Aðrir fingu at royna háðir og húðfleingjur, ja, hartil bæði fjøtur og fongsul;

[37] teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, teir vórður freistaðir, teir vórðu dripnir við svørði, teir flakkaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum, neyðstaddir, attrongdir, illa viðfarnir, –

[38] heimurin var teimum ikki verdur – teir reikaðu um oyðimerkur og fjøll, og hildu til í hellum og jarðholum.

[39] Og tó at allir hesir fingu góðan vitnisburð fyri trúgv sína, ognaðust teir kortini ikki fyrijáttanina;

[40] av tí at Guð frammanundan hevði tilætlað okkum nakað betri, fyri at teir ikki skuldu verða fullkomnir uttan okkum.

Brævið til Hebreara — Chapters