[1] Tí at tá ið lógin hevur bert ein skugga av hinum komandi góðu lutunum, men ikki sjálvt líkið á lutunum, kann hon aldri við somu ofrunum hvørt ár, sum teir í heilum bera fram, gera teir fullkomnar, sum koma fram við teimum.
[2] Mundu teir ikki annars hava hildið uppat at bera tey fram, av tí at samvitskan hjá hinum ofrandi ikki longur var sær vitandi um syndir, tá ið teir eina ferð vóru reinsaðir?
[3] Men við ofrunum verður árliga árs mint á syndirnar.
[4] Tí at tað er ómøguligt, at blóð av tarvum og bukkum kann taka burtur syndir.
[5] Tí er tað, at hann, tá ið hann kemur í heimin, sigur: «Sláturoffur og gávu vildi tú ikki hava; men eitt likam hevur tú búgvið til mín;
[6] brennioffur og syndaoffur hugnaðu tær ikki.
[7] Tá segði eg: «Sí, eg eri komin – í bókarulluni er skrivað um meg – til at gera vilja tín, Guð».»
[8] Meðan hann fyrst sigur: «Sláturoffur og gávu og brennioffur og syndaoffur vildi tú ikki hava, og tey hugnaðu tær ikki,» – og tey verða tó framborin samsvarandi lógini, –
[9] hevur hann tínæst sagt: «Sí, eg eri komin til at gera vilja tín.» Hann tekur hitt fyrra av, fyri at staðfesta hitt seinna.
[10] Og í hesum vilja eru vit halgaðir við ofring av likami Jesu Krists eina ferð fyri allar.
[11] Og ein og hvør prestur stendur dags dagliga og ger tænastu og ber fram fleiri ferðir hini somu ofrini, sum tó aldri kunnu taka burtur syndir;
[12] men hesin hevur borið fram eittans offur fyri syndir, og er so setstur með alla við høgru hond Guðs,
[13] og bíðar síðan bert eftir, at fíggindar hansara skulu verða lagdir sum skammul fyri føtur hansara.
[14] Tí at við eittans ofri hevur hann með alla gjørt teir fullkomnar, sum verða halgaðir.
[15] Men eisini heilagur andi vitnar fyri okkum; tí at aftan á at hann hevur sagt:
[16] «Hetta er sáttmálin, sum eg skal gera við teir eftir teir dagarnar,» sigur Harrin: «Lógir mínar skal eg geva í hjørtu teirra, og í huga teirra skal eg skriva tær;
[17] og syndir teirra og misgerðir teirra skal eg ikki longur minnast til.»
[18] Men har sum er fyrigeving fyri tær, har tørvar ikki longur offur fyri synd.
[19] Tá ið vit nú, brøður, í Jesu blóði hava treyst at ganga inn í halgidómin,
[20] hagar hann vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið, tað er hold hansara,
[21] og tá ið vit hava stóran prest yvir húsi Guðs,
[22] tá latum okkum ganga fram fyri Guð við sonnum hjarta, við fullari trúarvissu, tá ið vit hava fingið hjørtu okkara reinsað frá ringari samvitsku, og hava fingið likamið tváað við reinum vatni;
[23] latum okkum halda óvikuliga fast við játtingina av vón okkara; tí at trúfastur er tann, sum fyrijáttanina hevur givið;
[24] og latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so at vit birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar,
[25] og ikki skilja okkum frá okkara egnu samkoming, soleiðis sum siður er hjá summum, men áminna hvør annan; og hetta so mikið meira, sum tit síggja, at dagurin nærkast.
[26] Tí at synda vit við vilja, eftir tað at vit hava fingið kunnleika um sannleikan, er ikki longur nakað offur fyri syndir eftir,
[27] men ein ræðulig bíðan eftir dómi og ein grimur eldur, sum skal oyða teir, sum standa ímót.
[28] Tá ið einhvør hevur brotið Móselóg, tá má hann doyggja miskunnarleysur eftir orði av tveimum ella trimum vitnum,
[29] hvør mikið verri revsing ætla tit tá ikki, at tann skal verða hildin verdur at fáa, sum hevur traðkað son Guðs undir fótum og hevur hildið blóð sáttmálans, sum hann varð halgaður í, fyri óreint, og hevur vanvirt anda náðinnar?
[30] Tí at vit kenna tann, sum hevur sagt: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda.» Og uppaftur: «Harrin skal døma fólk sítt.»
[31] Tað er ræðuligt at falla í hendur hins livandi Guðs.
[32] Men minnist hinar fyrru dagarnar, tá ið tit, eftir at tit vóru vorðnir upplýstir, toldu nógv stríð í líðingum,
[33] við tað at tit fyri ein part sjálvir vórðu ein skurssjón við háðum og trongdum, fyri ein part tóku lut í viðurskiftum teirra, sum vórðu soleiðis stødd.
[34] Tí at bæði høvdu tit samkenslu við fangunum og tóku tit tað við gleði, at ognir tykkara vórðu rændar frá tykkum, við tað at tit vistu, at tit sjálvir áttu eina betri og varandi ogn.
[35] Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn!
[36] Tí at tykkum er tørvur á úthaldni, fyri at tit, tá ið tit hava gjørt Guðs vilja, kunnu ognast fyrijáttanina.
[37] Tí at «enn er bert ein evurslítil stund, tá kemur tann, sum eigur at koma, og hann skal ikki dvølja.
[38] Men hin rættvísi mín skal liva av trúgv;» og «berst hann undan, tá hevur sál mín ikki tokka í honum.»
[39] Men vit eru ikki teir, sum berast undan, til glatanar, men teir, sum trúgva, til sálarhjálpar.