Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:45

[1] Tess vegna, heilagu brøður, luttiknir í himmalskari kallan! gevið far um útsendingin og høvuðsprestin, sum vit kennast við, Jesus,

[2] hann sum var trúgvur móti tí, sum gjørdi hann til tað, líkasum eisini Móses var tað í øllum húsi hansara.

[3] Tí at hesin er hildin verdur til størri dýrd enn Móses í sama muni sum tann, ið húsið gjørdi, hevur størri dýrd enn húsið sjálvt.

[4] Tí at eitt og hvørt hús verður gjørt av einumhvørjum, men Guð er tann, sum alt hevur gjørt.

[5] Og Móses var væl trúgvur í øllum húsi hansara, eins og tænari, til vitnisburðar um tað, sum skuldi verða talað;

[6] men Kristus er tað eins og sonur yvir húsi hansara; og hús hansara eru vit, so framt vit fasthalda frímóðinum og vónini, sum vit rósa okkum av, óvikaðum líka til endans.

[7] Tí er tað eins og heilagi andin sigur: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara,

[8] tá forherðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum freistingardagin í oyðimørkini;

[9] har sum fedrar tykkara freistaðu meg og vildu royna meg, og tó sóu teir gerningar mínar í fjøruti ár.

[10] Fyri tað varð eg hesi ætt grammur og segði: «Í heilum teir villast í hjørtum sínum.» Men teir kendu ikki vegir mínar,

[11] so at eg svór í vreiði míni: «Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína.»»

[12] Gevið gætur eftir, brøður, at tað ikki í nøkrum tykkara skal vera eitt vánt vantrúarhjarta, so at hann fellur frá livandi Guði!

[13] Men áminnið hvør annan hvønn ein dag, meðan tað enn eitur «í dag», fyri at eingin tykkara skal verða forherðaður av sviki syndarinnar!

[14] Tí at vit eru vorðnir luttiknir í Kristi, so framt sum vit fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara, soleiðis sum tað var í fyrstuni.

[15] Tá ið sagt verður: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara eins og í beiskleikanum» –

[16] hvørjir vóru tá teir, sum hoyrdu og tó voldu beiskleika? Vóru tað ikki allir teir, sum gingu út úr Egyptalandi við Mósesi?

[17] Men hvørjum varð hann grammur í fjøruti ár? Var tað ikki teimum, sum høvdu syndað, og sum ræini av fullu niður í oyðimørkini?

[18] Og hvørjum svór hann, at ikki skuldu teir ganga inn til hvíld hansara, uttan hinum vantrúgvandi?

[19] Og vit síggja, at teir kundu ikki ganga inn fyri vantrúar skuld.

Brævið til Hebreara — Chapters