[1] Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður tikin úr mannaflokki og verður innsettur fyri menniskjur til tænastu fyri Guð, til tess at bera fram gávur og sláturoffur fyri syndir,
[2] sum ein tílíkur, ið kann umbera hini fákunnu og villfarandi, við tað at hann sjálvur er fyri veikleika,
[3] og av teirri grund eigur hann at bera fram syndaoffur, eins og fyri fólkið, soleiðis eisini fyri seg sjálvan.
[4] Og eingin tekur sær sjálvum hesa æru, men hann verður kallaður av Guði, eins og eisini Áron varð tað.
[5] Soleiðis hevur ikki heldur Kristus tikið sær sjálvum ta dýrd at gerast høvuðsprestur, men tann, sum segði við hann: «Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg.»
[6] Líkasum hann eisini sigur á einum øðrum staði: «Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.»
[7] Og hann hevur á døgum holds síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og eyðmjúkar ákallanir til hansara, sum var mentur at frelsa hann frá deyða, og varð bønhoyrdur fyri angist sína,
[8] og soleiðis lærdi hann, tó at hann var sonur, lýdni av tí, sum hann leið;
[9] og tá ið hann varð vorðin fullkomin, gjørdist hann hjá øllum teimum, sum lýða honum, upphav til æviga frelsu,
[10] við tað at hann av Guði varð kallaður høvuðsprestur á Melkisedeks vísi.
[11] Um hetta hava vit mikið at siga, og tað er torført at týða, av tí at tit eru vorðnir trekir at hoyra.
[12] Tí tó at tit eftir tíðini áttu at verið lærarar, tá hava tit aftur fyri neyðini, at einhvør skal læra tykkum byrjanargrundirnar í Guðs orðum; og tað er soleiðis vorðið við tykkum, at tykkum er tørvur á mjólk og ikki á fastari føði.
[13] Tí at ein og hvør, sum fær mjólk, er óroyndur í rættlætis orði, tí at hann er barn.
[14] Men hin fasta føðin er fyri vaksin, fyri tey, sum við temjing hava vant sansarnar til at skilja gott frá illum.