[1] Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Guði, frelsara várum, og Kristi Jesusi, vón vári,
[2] til Timoteusar, sum er mín skilgitni sonur í trúnni: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum!
[3] Sum eg álegði tær at verða verandi í Efesus, tá ið eg fór til Makedóniu, fyri at tú skuldi bjóða summum monnum ikki at fara við fremmandari læru,
[4] og ikki at taka eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum heldur elva trætur enn fremja húshald Guðs í trúgv, ger tú so!
[5] Men endamál boðsins er kærleiki av reinum hjarta og góðari samvitsku og falsleysari trúgv,
[6] sum summir eru viknir frá og hava tikið sær ónyttutalu fyri,
[7] við tað at teir vilja vera lóglærarar, men ikki skilja, hvørki hvat teir siga ella hvat teir tala so ráðisliga um.
[8] Men vit vita, at lógin er góð, um einhvør nýtir hana á lógligan hátt,
[9] og hann veit tað, at lógin er ikki ætlað rættvísum manni, men lógloysingum og tvørlyntum, gudleysum og syndarum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móðurmorðarum, manndráparum,
[10] horkallum, siðloysingum móti náttúruni, mannatjóvum, lygnarum, meinsvornum, og hvat so annað er, sum er ímót hini heilnæmu læruni,
[11] samsvarandi gleðiboðskapinum um dýrd hins sæla Guðs, sum mær er litin til.
[12] Eg takki honum, sum meg gjørdi sterkan, Kristi Jesusi, harra várum, fyri tað at hann helt meg vera trúgvan, við tað at hann setti meg til tænastu,
[13] meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv,
[14] og náði várs harra varð ovurstór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi.
[15] Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur;
[16] men tí varð mær miskunnað, at Kristus Jesus skuldi sýna á mær, sum var fremstur, alt langmóð sítt, til eitt fyridømi fyri teimum, sum skuldu trúgva á hann til ævigt lív.
[17] Men kongi ævanna, hinum óforgongiliga, ósjónliga, einasta Guði veri heiður og dýrd um aldur og allar ævir! Amen.
[18] Hesa fyriskipan seti eg tær fyri, sonur mín Timoteus, samsvarandi teimum profetaorðum, sum áður eru talað um teg, at tú í teimum stríðir hitt góða stríðið,
[19] við tað at tú hevur trúgv og góða samvitsku, sum summir hava koyrt frá sær og hava liðið skipbrot á trúnni;
[20] teirra millum eru teir Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Sátan, fyri at teir mega verða agaðir til at lata vera at spotta.