Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:34

[1] Gamlan mann mást tú ikki deila; men áminn hann sum faðir, ungar menn sum brøður,

[2] gamlar konur sum møður, ungar konur sum systrar, í øllum reinleika!

[3] Æra einkjur, sum í roynd og veru eru einkjur.

[4] Men um einhvør einkja hevur børn ella barnabørn, tá lat tey læra fyrst og fremst at sýna skyldu sína móti sínum egna húsi og at veita foreldrum sínum endurgjald; tí at hetta er tekkiligt í Guðs eygum.

[5] Men tann, sum í roynd og veru er einkja og stendur einsamøll, hevur sett vón sína til Guðs og heldur á við ákallan og bønum nátt og dag;

[6] men tann, sum livir, sum henni lystir, er livandi deyð.

[7] Legg teimum eisini hetta við, fyri at tær mega vera ólastandi.

[8] Men um einhvør ikki hevur umsorgan fyri sínum egnu og serstakliga fyri húsfólki sínum, tá hevur hann avnoktað trúnna og er verri enn vantrúgvur.

[9] Einkja kann verða uppskrivað á skrá, tá ið hon ikki er undir seksti ár, og hevur verið eins mans kona,

[10] hevur gott orð á sær fyri góðar gerðir, hevur fostrað upp børn, hevur sýnt gestablídni, hevur tváað føturnar á heilagum, hevur verið neyðstøddum til hjálpar, hevur lagt sær eina við einum og hvørjum góðum verki.

[11] Men koyr frá tær hinar ungu einkjurnar! Tí at tá ið tær í holdligari trá svíkja Krist, vilja tær giftast,

[12] og hava so gjørt seg sekar í tí, at tær hava brotið sína fyrstu trúgv.

[13] Men umframt hetta læra tær eisini at vera yrkisleysar, við tað at tær ganga hús úr húsi, ja, ikki bert yrkisleysar, men eisini at bera sley og leggja seg upp í tað, sum teimum ikki kemur við, og tala tað, sum er ólíkligt.

[14] Eg vil tí, at ungar einkjur skulu giftast, eiga børn, stýra húsi, ikki geva mótstøðumanninum nakað tilevni til illmælisorð;

[15] tí at summar hava longu vent sær burtur aftan á Sátan.

[16] Um einhvør trúgvandi maður ella einhvør trúgvandi kona hevur einkjur, tá veiti tey teimum hjálp, og lati ikki kirkjuliðið fáa eina byrði, fyri at tað kann veita teimum hjálp, sum í roynd og veru eru einkjur.

[17] Teir elstu, sum standa væl fyri, skulu vera hildnir tvífalda æru verdir, helst teir, sum arbeiða í talu og læru.

[18] Tí at skriftin sigur: «Tú skalt ikki múlabinda oksan, tá ið hann treskir,» og «arbeiðismaðurin er løn sína verdur.»

[19] Tak ikki við kærumáli móti einum elsta, uttan at tveir ella tríggir eru vitni.

[20] Teimum, sum synda, skalt tú seta at, so øll hoyra, til tess at eisini hini mega hava ótta.

[21] Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu og hinna útvaldu eingla, at tú gáar um hetta uttan nakran fyridóm, og at tú einki gert fyri at vera einumhvørjum til vildar.

[22] Ver ikki skjótur at leggja hendur á nakran; hav heldur ikki lut í syndum hjá øðrum! Varðveit teg sjálvan reinan!

[23] Drekk ikki longur bert vatn; men njót eitt sindur av víni fyri maga tín og veikleikar tínar, sum eru so tíðir!

[24] Hjá summum monnum eru syndirnar opinberar og ganga undan teimum til dóms; men hjá summum fylgja tær aftaná.

[25] Á sama hátt eru eisini hinir góðu gerningarnir opinberir; og teir, sum tað er øðrvísi vorðið við, kunnu ikki dyljast.

Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar — Chapters