[1] Men andin sigur beinan vegin, at í komandi tíðum skulu summir falla frá trúnni og halda sær at villandi andum og lærdómum av illum andum
[2] við falslæti av lygilærarum, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku,
[3] teir sum seta forboð fyri at giftast og bjóða monnum at halda sær frá tí mati, sum Guð hevur skapað til tess, at hann skal verða tikin ímót við takksemi av teimum, sum trúgva og hava fingið sannleikan at kenna.
[4] Tí at allur skapningur Guðs er góður, og einki er at kasta burtur, tá ið tað verður tikið ímót við takksemi;
[5] tí at tað verður halgað við Guðs orði og bøn.
[6] Tá ið tú heldur hesum fram fyri brøðrunum, ert tú ein góður Krists Jesu tænari, við tað at tú elst upp við orðunum av trúnni og hini góðu læruni, sum tú hevur fylgt.
[7] Men havna tú vanheilagum kellinga ævintýrum, men ven heldur teg sjálvan til gudsótta!
[8] Tí at hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið, men gudsóttin er nyttuligur til allar lutir, við tað at hann hevur fyrijáttan bæði fyri hetta lív og fyri hitt komandi.
[9] Tað orðið er satt og allar staðir tess vert, at tikið verður við tí.
[10] Tí at fyri tess skuld tola vit bæði møði og stríð, av tí at vit hava sett vón okkara á hin livandi Guð, sum er frelsari hjá øllum menniskjum, mest hjá teimum, sum trúgva.
[11] Bjóð tú hetta og lær tað!
[12] Lat ongan vanvirða teg fyri ungdóm tín, men ver tú ein fyrimynd teirra, sum trúgva, í orði, í atferð, í kærleika, í trúgv, í reinleika.
[13] Legg tær, inntil eg komi, eina við upplestrinum, áminningini, læruni!
[14] Vanrøk tú ikki náðigávuna, sum í tær er, sum varð tær givin samsvarandi profetaorðum við handaálegging hinna elstu.
[15] Hugsa um hetta, liv í hesum, fyri at framgongd tín má vera øllum kunnug!
[16] Gev gætur eftir tær sjálvum og eftir læruni; halt á við tí; tí at tá ið tú gert tað, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.