Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 2:19

[1] Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum,

[2] fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma.

[3] Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Guði,

[4] sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.

[5] Tí at ein er Guð, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guðs og manna, maðurin Kristus Jesus,

[6] sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll; tað er vitnisburðurin á sínum tíma,

[7] og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri – eg sigi sannleika, eg ljúgvi ikki – sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika.

[8] Eg vil tá, at menninir skulu halda bøn soleiðis, at teir á einum og hvørjum staði lyfta upp heilagum hondum uttan vreiði og trætnað,

[9] somuleiðis at konur skulu prýða seg við sámiligum klæðum, við blúgv og hóvsemi, ikki við flættum og gulli ella perlum ella dýrum skarti,

[10] men eins og konum sømir, sum viðkenna sær gudsótta, við góðum gerningum.

[11] Kona eigur at læra í kvirri, í øllum undirgivni.

[12] Men eg gevi ikki konu loyvi til at vera lærari ella at taka sær ræði á manninum, men at vera í kvirri.

[13] Tí at Ádam varð fyrst myndaður, síðan Eva;

[14] og Ádam varð ikki dáraður, men konan varð dárað og er fallin í misgerð.

[15] Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi.

Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar — Chapters